týsdagur 30. september 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
vinnan
Nr. 187 - 30. september 2008
Co2 útlátið og sum allir
myndugleikar annars eru
samdir um, er eitt frálíkt
hugskot.
Hann sigur, at eitt er at
skapa taran um til grøna
orku. Men bara tað, at tarin
veksur, upptekur hann Co2
úr umhvørvinum. Sostatt
upptekur eitt kilo av tara
3,5 kilo av Co2 úr umhvørv
inum ímeðan hann veksur.
Alir tú 10.000 tons av
tara, hevur tú samstundis
minkað Co2 útlátið 35000
tons, so hetta er nakað, sum
skjótt kann síggjast aftur í
Co2 roknskapinum hjá før
oyingum.
Men kortini hevur tað
tikið meiri enn eitt hálvt ár
at avgreiða umsóknina og
tað kann elva til undran,
heldur stjórin í Ocean Rain
forest.
Av tí, at tað gekk so illa
at fáa umsóknina avgreidd,
hava tey mist eitt ár.
Tari kann ikki setast út
til aling nær sum helst í ári
num, tí grovt sagt, veksur
tari somu árstíður, sum
plantur á landi.
Í hesi verkætlanini er
ætlanin at ala sporar í kør
um hjá Fiskaaling og har
skulu teir vera í tveir mánað
ir til teir verða settir á sjógv
at veksa víðari.
Samstundis sum tey hava
fingið loyvið til at royndar
ala í Funningsfirði, hava
tey søkt um eitt øki upp á
einar tríggjar ferkilometrar
eystanfyri Nólsoy at ala
tara á.
Hepnast hesar royndir
nar væl, er hetta avgjørt ein
tøkni, sum kann útflytast til
onnur lond og sum eisini
kann brúkast aðrastaðni í
Føroyum,
sigur
Gilli
Trónd.
Í hesi fyrstu royndarætlani
er talan um eina íløgu upp á
tvær milliónir.
Vísa royndirnar í verki,
at alt riggar sum tað skal,
verður talan um nógv størri
íløgur fyri at fáa rættiliga
gongd á.
Tvær verkætlanir
Gilli Trónd sigur, at talan er
um at ala tvey sløg av tara,
reyðan tara og brúnan tara.
Í grundini er sostatt tal
an um tvær verkætlanir.
Tann reyði tarin gongur í
rættiliga góðum prísi í
ídnaðinum, har úrdráttir úr
honum verða brúktir í tann
kremi, kakaomjólk, ísi og
nógvum øðrum framleiðsl
um.
Tað er ein aling, sum
tað rættiliga skjótt ber til at
vinna pening burtur úr, men
vansin við tí marknaðinum
er, at hann er lítil, so tað eru
ikki nógv tons, sum verða
seld av tí um árið.
Men hugsa vit um tann
brúna taran, kann hann
brúkast at vinna orku burtur
úr. Prísurin fyri hann er
nógv minni fyri kilo, men
haraftur ímóti er marknað
urin óendaliga stórur.
Tey í Ocean Rainforest
eru komin eftir, at tað skila
besta er at vinna metan burt
ur úr tí brúna taranum, tí
tað kann brúkast til orku
framleiðslu at kalla bein
leiðis uttan tað stóru við
gerðina frammanundan.
Saman við vindi, vatni,
sól og øðrum varandi orku
keldum, kann orkan, sum
fæst úr taranum afturat,
sum frálíður vera nóg mikið
til alla orkunýtsluna í Føroy
um, heldur hann.
Hann ivast ikki í, at mark
naður er fyri aldum tara.
Tí reyða taranum krevur
ikki so nógv arbeiði, tí hann
skal bara turkast og sendast
av landinum í ballum.
Hann ivast heldur ikki í,
at marknaður er fyri tí
brúna taranum.
Finna vit ein bíligan
máta at gera biomassa,
ivist eg ikki í, at marknaður
er fyri tí at vinna orku burt
ur úr.
Og á hesum øki kunnu
Føroyar gerast undangongu
land, tí higartil eru ógvuliga
fáar verkætlanir í verðini,
sum miðja eftir at ala tara á
víðum havi.
Og tað er júst tað, sum
krevst, tí skal talan verða
um nakra nøgd, sum munar,
má talan verða um aling á
víðum havi, sigur hann.
Hann sigur, at sum frá líð
ur er talan um ein ídnað,
sum kann kasta milliardir
av sær
Í Føroyum eru møguleik
arnir at kallað óendaligir.
Tað snýr seg meiri um,
hvussu nógv tað ber til at
selja fyri ein prís, sum ger,
at alingin loysir seg.
Tøknin, sum skal til at
vinna orku burtur úr tara, er
stórt sæð kend. Onkrir
trupulleikar
hava
verið,
men tey eru komin væl
áleiðis at loysa hann.
Í fyrstu syftu ætla føroys
ku taraalararnir at leggja
dent á sjálva alingina og at
veita rávørutrygd til virki,
sum kunnu vinna orku burt
ur úr.
Tað skal nakað væl av
royndum til enn, áðrenn vit,
akkurát, hvussu tað riggar
at vinna orku burtur úr tara
num, tí slík virki kosta
tíggjutals milliónir og tí
gongur ein løta, áðrenn slík
virki verða veruleiki í Før
oyum, leggur hann afturat.
1. Tari er ein fototropur. Tað vil siga, at hann inngongur
í natúrligu ringrásina í mun til Co2 inntøku og útlát.
Hetta er eisini fortreytin fyri at rópa hetta slagið av
orkukeldu fyri bioframleiðslu ella burðardygga
framleiðslu.
2. Tari veksur millum fimm og tíggju ferðir skjótari
enn tilsvarandi plantur á landi. Sostatt er talan um
nógv størri framleiðslu.
3. Umleið 50 prosent av turrevninum í tara er
sukurevni. Tí er tað so ómetaliga vælegnað til
orkuframleiðslu.
4. Tari er ikki ein høvuðsføðikelda. Tí fáa vit ikki
etiskar trupulleikar av at nýta matvørur til orku og
tað er eitt, sum umhvørvisfelagsskapir hava
mótmælt.
5. Talen er um havframleiðslu, og tí eru vit ikki í
kapping um jørðina, bústaðir, landbúnað og fríøki.
6. Tari fær føðsluevnini frá havstreymi, so hann hevur
ikki tørv á taðing, hvørki natúrligari taðing ella
handilstøðum.
Seks fyrimunir
við at brúka tara
sum orkukeldu
- Framtíðarvónin er at gera eitt grønt oljufelag við at ala tara,
sum umhvørvisvinarlig orka kann vinnast burtur úr, sigur
Gilli Trónd. Hetta kann verða eitt rættiligt gjøgnumbrot í
royndunum at minka útlátið av umhvørvisskaðiligum evnum