týsdagur 30. september 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
vinnan
Nr. 187 - 30. september 2008
Eitt felag hevur nú
fingið loyvi til eina
roynd at ala tara á
Funningsfirði, men
ætlanin er at fara
undir at ala tara í
stórum stíli eyst
anfyri Nólsoynna
Úrdráttir úr tara eru
dýrir og verða nógv
brúktir í ídnaðinum,
men ikki minst kann
tari umskapast til
umhvørvisvinarliga
orku og tí kann
hetta verða eitt
rættiligt gjøgnum
brot í royndunum
hjá føroyingum at
minka um útlátið av
umhvørvisskaðiligum
evnum. Um nøkur ár
kann talan verða um
eitt útflutningsvirði
upp á milliardir
Taraaling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinastu árini hava føroy
ingar tosað nógv um eitt
oljuævintýr.
Men kanska er eitt tara
ævintýr nakað nógv nærri
enn eitt oljuævintýr.
Í øllum førum hevur eitt
føroyskt felag nú fingið
endaligt loyvi at fara undir
eina roynd at ala tara á
Funningsfirði.
Eydnast tann royndin, er
ætlanin at fara undir rættili
ga taraaling í stórum stíli á
einum stórum øki eystan
fyri Nólsoy.
Tað er felagið Ocean
Rainforest, sum nú hevur
fingið loyvi at fara undir
eina roynd at ala tara á
Funningsfirði.
Gilli Trónd, sum er stjóri
í Ocean Rainforest, sigur,
at ætlanin er at seta tvær
installatiónir út í Funnings
firði.
Onnur installatiónin er at
ala brúnan tara og hepnast
tað væl, er ætlanin seinni
eisini at ala reyðan tara.
Felags fyri hesi bæði
tarasløgini er, at tey eru lon
gu í Føroyum frammanundan
og sostatt er ikki neyðugt at
innflyta nýggj sløg, sigur
Gilli Trónd.
Stóra vælvild
Økið, sum tarin skal alast á,
er ein partur av aliøkinum
hjá Viking Seafood, men
tey hava onki ímóti, at hend
an royndin at ala tara, verð
ur á teirra øki eisini.
Á Viking Seafood hava
tey verið ógvuliga beinasom
ímóti okkum og tað eru vit
takksom fyri, sigur Gilli
Trónd.
Hann sigur, at myndug
leikarnir javntseta taraaling
við laksaaling.
Tað er óskiljandi fyri lív
frøðingar, men tað var so
atvoldin til, at vit kundu
ikki fáa nakað øki at ala
tara á, uttan at vit fingu
samband við ein alara, sum
var her frammanundan.
Í hesum sambandi hava
tey á Viking Seafood víst
okkum stóra vælvild.
Eftir
loyvinum
frá
myndugleikunum
kunnu
tey ikki seta tara út fyrrenn
1. mars næsta ár. Tað er tí,
at økið skal liggja brakk til
tá. Royndarloyvið gongur
eisini út 1, januar í 2011, tí
tá skal tað aftur leggjast
brakk.
Men stjórin í Ocean Rain
forest heldur, at hetta má
byggja á eina misskiljing.
Aliøki verða løgd brakk
fyri at sleppa undan dálking
frá laksi. Men ein máti at
síla tað dálkingina burtur,
er nettupp at ala tara beint
við alibrúk. Sostatt hevði
alingin av tara hjálpt upp á
brakkleggingina. Tað verð
ur brúkt aðrastaðni, men
eftir øllum at døma ikki í
Føroyum, leggur hann aftur
at.
Aliútgerðin, sum tey fara
at leggja út í Funningsfirði,
líkist eini 300 metra langari
línu, einar 510 metrar und
ir vatnskorpuni og sum sum
verður fest við akkerum.
Tað er Rúni Joensen,
verkfrøðingur, sum hevur
ment
aliútgerðina
og
Oystein Patursson, serfrøð
ingur í havaliútgerð hjá
Fiskaaling,
hevur
roynt
hana í simulatori. Men tað
er Vónin, sum ger útgerð
ina.
Seinkað eitt ár
Gilli Trónd sigur, at ætlanin
var at fara undir royndina í
ár, men tað hevur gingið so
seint hjá teimum almennu
stovnunum
at
viðgera
umsóknina, at tilsøgnin er
ikki komin fyrrenn beint
nú.
Fyrstu ferð vit søktu um
royndarloyvi at tala tara,
var í apríl. Vit søktu aftur í
mai og í juni og seinasta
umsóknin varð send í aug
ust.
Gilli Trónd heldur, sostatt
var tað ein rættiliga tvørlig
mannagongd at fáa loyvi,
hóast talan er um eina
nýskapandi
roynd,
sum
kann minka munandi um
Tarin í Før
oyum kann
spinnast til
tað reina gull