týsdagur 30. september 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 30. september 2008
41
vinnan
Meðan árið í fjør ikki royndist nakað
serligt hjá Viking Seafood, sær betri út
rakstrarliga í ár. - Í ár er líkt til, at vit
fáa tað at hanga saman fíggjarliga, sigur
stjórin, Brandur Jacobsen
eisini á Gøtuvík, og ein stór
ur partur av laksinum, vit
hava tikið higartil í ár, er
komin haðani.
Feløgini hava í løtuni smá
an laks gangandi á Kald
baksfirði, sum verður tikin
næsta ár.
Sum er, verður fram
leiðslunøgdin á leið hin
sama tey næstu árini, men
vit kundu hugsað okkum at
hava okkurt øki fast aftrat.
Tað er ikki optimalt at hava
tvey føst aliøki, tá skipanin
er, at tú setir út og tømir
økið aftur, og síðan setir tú
útaftur á einum øðrum øki
og tømir tað.
Brandur vísir á, at skipan
in er soleiðis til tess at
byrgja uppfyri sjúkum, sum
alarar alla tíðina óttast.
Tað er soleiðis, at tá vit
koyra við skiftisøkjaskipan
í alivinnuni, er neyðugt at
hava í minsta lagi trý økir
fyri at hava stabilitet í
virkseminum, sigur hann.
Slopnir væl
Føroyskir alarar eru tíbetur
slopnir væl við sjúkum og
felli seinastu árini, síðan ali
vinnan reisti seg aftur. Hin
vegin hevur ilasjúkan gjørt
nógv um seg í eitt nú Chili,
har hon hevur jarðlagt ein
stóran part av alivinnuni.
Chili hevur eina velduga
langa strond, men alingin er
savnað á einum lutfalsliga
lítlum øki. Hetta er helst
orsøkin til, at ilasmittan
hevur gjørt so nógv um seg.
Brandur Jacobsen sigur,
at samstundis, sum líkt er
til, at norðmenn hava fingið
bilbukt við ilasmittuni, eru
teir vorðnir raktir av nýggj
um sjúkum, eitt nú PD.
Eg veit lítið og einki um
hesa sjúku annað enn, eg
havi lisið um hana, men
sum eg havi skilt, hevur
hon rakt norsku alingina
nokso meint og er ikki ólík
ilasjúkuni í so máta, sigur
stjórin á Viking Seafood.
- Prísirnir á sílum hava verið so sum so, men í ár sær heldur frægari út, samstundis sum prísirnir á laksi hava verið rímiligir,
sigur Brandur Jacobsen