týsdagur 30. september 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 187 - 30. september 2008
vinnan
AlivinnA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Viking Seafood, sum er
fyrrverandi
Bátafisk
á
Strondum, tóku tey sløk
2.000 tons av laksi fyrra
hálvár í ár, og nú í seinnu
hálvu fara tey at taka umleið
1.500 tons av sílum.
Brandur Jacobsen, sum
hevur verið stjóri á virkinum
á Strondum, síðan virkið
byrjaði sum kryvji-, pakki-
og frystivirki í ár 2000,
sigur, at samlaða tøkan í ár
helst verður eini 2.500 tons
av laksi og 2.000 tons av
sílum.
Byrjaðu fyrr
- Vit byrjaðu at taka laks
longu í februar í ár, meðan
tøkan í fjør ikki byrjaði fyrr
enn á sumri, leggur hann
aftrat.
Stjórin sigur, at virkið
hevur maskinorku og fólk
til at taka og arbeiða undan
eina rúgvu av fiski í vanlig-
ari arbeiðstíð, men í løtuni
taka tey umleið 25 tons ein
vanligan arbeiðsdag.
- Hetta kemst av, at ein
partur av sílunum, sum
hava langan veg út á markn-
aðin, ið liggur uttanfyri
Evropu, mugu pakkast og
frystast, og Viking Seafood
hevur ikki so ógvuliga stóra
fyrstiorku.
Brandur sigur, at tá síl
verða tikin, sum skulu pakk-
ast og frystast, eru vanliga
nøkur fleiri fólk til arbeiðis
enn annars.
- Talið av arbeiðsfólki
liggur soleiðis úr eini 18 og
upp í stívliga 20 fólk, tá
mest er at gera, leggur hann
aftrat.
Trúgv arbeiðsfólk
Stjórin á Viking Seafood
sigur, at í tíðum, tá virk-
semið kemur seint í gongd,
sum eitt nú í fjør summar,
kann vera eitt sindur trupult
at manna seg aftur eftir
langan steðg.
- Men í ár byrjaðu vit so
mikið tíðliga, at vit hava
stabilisera okkum við ein-
um ávísum hópi av fólki.
Vit hava faktisk eina kjarnu
av fólki, har nøkur hava
arbeitt hjá okkum í fleiri
ár.
Hann sigur, at síðan eru
nøkur, sum nýliga eru liðug
í skúlanum og sum kanska
seinni fara víðari í skúla.
Nøkur koma soleiðis úr
skúlanum, meðan onnur,
sum arbeiða hjá Viking Sea-
food, fara í skúla, sum árini
ganga.
- Hetta merkir, at vit hava
ein ávísan gjøgnumtekk av
ungum fólki, meðan stamm-
an á virkinum er hin sama
ár um ár, sigur Brandur
Jacobsen.
Á Viking Seafood verður
fiskurin kruvdur, vaskaður
og pakkaður. Sumt verður
ísað og pakkað fekst til
evropeiska marknaðin, og
annað verður avhøvdað,
pakkað og fryst til markn-
aðir, sum liggja longur burt-
uri, eitt nú eystanfyri, í Asiu
og longur eysturi.
- Tað eru vit sjálvi, sum
taka okkum av søluni, men
vit hava eisini aðrar, sum
selja fyri okkum, sigur stjór-
in, sum viðgongur, at tað
ikki gekk nakað serligt við
sílunum í fjør, meðan betri
gekk við laksinum.
Útlitini betri
Brandur vísir á, at meðan
árið í fjør samanumtikið
ikki royndist nakað serligt
hjá Viking Seafood, sær
betri út rakstrarliga í ár.
- Í ár er líkt til, at vit fáa
tað at hanga saman. Nógv
veldst um prísin, sum vit
fáa fyri laks og síl. Prísirnir
á sílum hava verið so sum
so, men í ár sær heldur fræg-
ari út, samstundis sum prís-
irnir á laksi hava verið rími-
ligir.
Hann sigur, at høvuðs-
nøgdin av laksinum fer fesk-
ur á evropeiska marknaðin.
- Eystanfyri síggja vit
nýggjar marknaðir alla tíð-
ina og eisini marknaðir,
sum áður vóru smáir og
høvdu lítlan týdning, eru
vaksnir. Tað sær spennandi
út við marknaðinum fyri ali-
fisk eystanfyri og í londu-
num í Asiu og eystari.
Eins og onnur í føroysku
alivinnuni harmast Brandur
sjálvandi um, at russar í
løtuni hava sett forboð fyri
innflutningi av alifiski úr
Føroyum.
- Vit kunnu bara vóna, at
hetta mál verður loyst skjót-
ast gjørligt, leggur hann
aftrat.
Minni brunnbátur
Fiskurin, sum verður kruvd-
ur, vaskaður og pakkaður á
Viking Seafood á Strondum,
kemur frá Týggjará og Funn-
ingslaksi.
Tað eru feløgini Viking
Seafood og Týggjará, sum
standa aftanfyri alingina og
kryvjivirkið, og høvuðseig-
ari er Havsbrún í Fugla-
firði.
Uppi í virkseminum hjá
Viking Seafood hevur eisin
verið stórur brunnbátur,
sum hevur ført laks og síl
til sláturs á Strondum.
Felagið hevur nú bert ein
minni brunnbát, tí fiskurin
verður ikki longur blóðg-
aður á Strondum.
- Vit hava í staðin mobila
blóðgingarstøð á staðnum,
sum tað verður rópt, og tá
fiskurin er blóðgaður, verð-
ur hann koyrdur í tangabili
til virkið. Vit hava valt held-
ur at fara út á økið eftir fisk-
inum, sum síðan verður
tikin og blóðgaður.
Brandur Jacobsen sigur,
at hesin háttur í fyrsta lagi
sparir felagnum fyri ein
stóran og væl útgjørdan
brunnbát, samstundis sum
fiskurin, ið tikin verður,
gerst minni strongdur.
Størri stabilitetur
Sum er, hava feløgini, ið
ala fisk til kryvjingar, vask-
ingar, pakkingar og frysting-
ar á Stondum, bert tvey føst
aliøki, eitt á Kaldbaksfirði
og eitt á Funningsfirði, hað-
ani sílini verða tikin í løt-
uni.
- Vit halda, at neyðugt er
við í minsta lagi trimum
føstum aliøkjum, um størri
stabilitetur skal fáast í aling-
ina og virksemið annars.
Eftir avtalu við Luna eru vit
Rakstrarliga
sær betri út
í ár enn í fjør
Sum er, hava feløgini, ið ala fisk til virkingar á Viking Seafood
á Stondum, bert tvey føst aliøki. – Hetta er ikki optimalt. Vit
halda, at neyðugt er við í minsta lagi trimum føstum økjum,
um størri stabilitetur skal fáast í alingina og virksemið
annars, sigur Brandur Jacobsen, stjóri á Viking Seafood
- Tá vit koyra við skiftisøkjaskipan í alivinnuni, er neyðugt at
hava í minsta lagi trý økir fyri at hava stabilitet í virkseminum,
sigur Brandur Jacobsen