Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 vinnan Nr. 187 - 30. september 2008 oya á Toftum. Jógvan Martin Hansen vísir á, at tá tú rekur vinnu og hevur bæði virki og skip – við fólki í landi og umborð á bátunum − er ógvuliga umráðandi, at hesi verða rikin á marknaðarligum grundarlagi, so misstemn­ ingur ikki kemur í. ­ Hetta er tað einasta rætta, tí tástaðni fært tú røt­ tu myndina av gongdini, leggur virkisleiðarin aftrat. Áðrenn farið verður til hús, sita teir eina løtu í kaffistovuni og práta Mynd: Vilmund Jacobsen Tey trý skipini hjá Kjartani Joensen við bryggju í Leirvík fríggjadagin, trolbátarnir Norðleivur og Birtingur og útrórðarbáturin, Høvnin Mynd: Vilmund Jacobsen Jákup B hevur verið í Íslandi, meðan Helena hevur roynt í Eysturgrønlandi Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík hevur kanska ikki verið mest at gjørt seinastu tíðina. Og tó; nakrir dagar hava verið við landingum, og okkurt er í væntu teir næstu dagarnar. Í dag landar trolbáturin Jens Leon eini 19.000 pund í Klaksvík, og í morgin koma línuskipini, Jákup B og Helena, inn at landa. Úr Klaksvík verður sagt, at meðan Jákup B hevur verið í Íslandi, hevur Helena roynt í Eysturgrønlandi. ­ Tá vit frættu frá Jákupi B fríggjadagin, høvdu teir stívliga 60.000 pund, men høvdu nakrar dagar at royna í aftrat, áðrenn teir vendu stevninum hendanvegin aft­ ur. Sum skilst, hevur Jákup B serliga roynt eftir hýsu á hesum túrinum. Pól Fuglø, landingarfor­ maður, sigur, at Helena hev­ ur eini 100.000 pund undan Eysturgrønlandi, og hjá teimum er meginparturin toskur. ­ Helena hevur ikki selt sína veiði enn, men verður helst á Fiskamarknaðinum í morgin. Lítið er at ivast í, at teir fáa eina góða sølu. Pól vísir á, at hevur tú eini 100.000 pund av toski á marknaðinum, selir tú gjarna fyri tað mesta av eini miljón krónum. ­ Helena hevur gjørt einar 2­3 túrar undir Eystur­ grønlandi á hvørjum ári seinastu árini. Hetta er kvo­ ta, sum føroyingar eiga har yviri. Í síðstu viku løgdu eitt nú Navarin og Borgarin veiðina upp í Klaksvík, og tað gjør­ du línuskipið Barið, fyrrver­ andi Sæborg, eisini. ­ Teir, sum nú eiga Barið, eru nakrir av teimum, sum áður áttu Froyu. Skipið er nú heimahoyrandi í Harald­ sundi, og Jógvan Pauli í Kongsstovu er ein av eigar­ unum. Pól Fuglø heldur seg vita, at Nónhamar, sum annars hevur partrolað saman við Fjalshamri, hevur havt spæl­ slaða, og at Fjalshamar ætlandi fer útaftur saman við Safir, nú Smaragd verð­ ur klassaður. Jákup B og Helena landa í Klaksvík