týsdagur 30. september 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
vinnan
Nr. 187 - 30. september 2008
Í morgun standa
12 fólk og skera
kongafisk við hond
á fiskavirkinum hjá
Kjartani Joensen í
Leirvík. - Tá mest er
at gera, eru vit eini
25 fólk til arbeiðis, tá
øll eru íroknað, sigur
virkisleiðarin, Jógvan
Martin Hansen
Fiskavirking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin var ein túr fram
við á fiskavirkinum hjá
Kjartani Joensen í Leirvík
seinnapartin fríggjadagin.
Tey vóru liðug at arbeiða
fiskin, konufólkini vóru far
in til hús at halda vikuskifti
og teir, sum eftir vóru, rudd
aðu av og vaskaðu virkið
klárt til næsta dag.
Í morgun vóru tey aftur
til arbeiðis á fiskavirkinum,
og nú arbeiddu tey konga
fisk, sum verður skorin við
hond, ísaður, pakkaður í 10
kilo eskjur og sendur niður
til Danmarkar við Norrø
nu.
Úr Danmark fer konga
fiskurin víðari til ein pakki
sentral í Padburg og haðani
til marknaðirnar í eitt nú
Bremerhaven og Bologne.
Jógvan Martin Hansen,
sum er virkisleiðari, sigur,
at tey plaga at arbeiða
kongafisk týsdag og miku
dag, sum síðan fer umborð
á Norrønu hósdag.
Vit keypa kongafiskin
bæði á Fiskamarknaðinum
og beinleiðis, eitt nú frá Fo
Fish og Faroe Seafood. Prís
urin á ráfiskinum liggur
støðugur um einar 910
krónur, men onkuntíð er
hann nakað lægri.
Hampilig forrætning
Virkisleiðarin sigur, at sum
heild fáa tey hampiliga væl
fyri fløkini, og prísurin ligg
ur javnan um einar 4050
krónur fyri kilo.
Hetta veldst eisini um,
hvussu nógvur kongafiskur
kemur uppá land í eitt nú
Týsklandi, leggur hann aftr
at.
Sum skilst á Jógvan Mart
ini hevur framleiðslan við
ísaðum kongafiskafløkum
riggað rímiliga væl seinasta
hálva árið.
Nøgdin av kongafiski á
marknaðinum hevur verið
lutfalsliga lítil, og ein stórur
partur av veiðini, sum kom
upp á land, endaði í Suður
oy.
Virkisleiðarin sigur, at
eini 12 fólk plaga at skera
kongafisk við hond, størri
helmingurin konufólk.
Tá mest er at gera á
virkinum, eru vit eini 25
fólk til arbeiði, tá øll eru
íroknað, leggur hann aftrat.
Skipaflotin
Kjartan Joensen eigur eisini
trolbátarnar, Norðleiv og
Birting og útróðrarbátin,
Høvnina.
Vit spurdu virkisleiðaran,
um tað serliga er fiskur hjá
hesum bátum, sum fiska
virkið hjá Kjartani í Leirvík
arbeiðir.
Nei, her hjá Kjartani er
tað so, at virki og skip eru
atskild – skilt á tann hátt, at
so at siga øll veiðan hjá trol
bátunum og útróðrarbátinum
fer um Fiskamarknaðin Før
Eitt lítið
fiskavirki
millum
tey stóru
Peili og Tummas eftir loknan arbeiðsdag. Teir eru samdir um, at fiskavirkið hjá Kjartani Joensen
er eitt gott arbeiðspláss
Mynd: Vilmund Jacobsen
Danskir fiskimenn
eru í dag so fokuser-
aðir um gott arbeiðs-
umhvørvi, at hetta nú
eisini sæst aftur í hag-
tølum - við nógv færri
álvarsligum vanlukk-
um umborð á skipum
og bátum
Trygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Danska Sjóferðslustýrið er
komið við tølum fyri 2007
sum vísa, at einans 14
álvarsamar arbeiðsvanlukk
ur hendu umborð á donskum
skipum og bátum í 2007.
Við øðrum orðum merkir
hetta, at bert tríggir av hvørj
um
1000
fiskimonnum
vórðu raktir av arbeiðsvan
lukkum í eitt ár.
Hetta tal er nógv minni
enn tølini fyri sigling í aðr
ari vinnu enn fiskivinnuni.
Taka vit skip niðanfyri
3.000 tons, vísa tølini, at í
miðal 9,9 av hvørjum 1000
siglandi eru fyri skaðum og
við skipum, sum eru størri
enn 3.000 tons, er talið 6,7 í
miðal fyri hvørji 1000 sjó
fólk.
Ein av teimum, sum
fylgir væl við, hvussu gong
ur á hesum øki í fiskivinnuni,
er Mogens Nielsen, stjóri í
Fiskeriets Arbejdsmiljøråd,
og hann ber fiskimonnum
stórt rós.
Fiskimenn taka trygdina
í stórum álvara, og tað eru
ikki onnur enn fiskimenninir
sjálvir, sum taka sær av
trygdini umborð á fiskiskip
unum, sigur hann.
Tølini yvir arbeiðsvan
lukkur umborð á fiskiskip
um eru fallin í stórum stig
um seinastu fýra árini..
Í 2001 og 2002 var talið
av álvarsligum arbeiðsvan
lukkum umborð á fiskiskip
um 53. Í 2003 minkaði tað
niður í 46, og í 2004 var
talið 30.
Í 2005 vóru danir niðri á
27 arbeiðsvanlukkum fyri
hvørjar 1000 fiskimenn –
og í 2006 var talið 24.
Metstóra minkingin var í
2007, tá talið av álvarsligum
arbeiðsvanlukkum umborð
á
donskum
fiskiskipum
bert var 14.
Mogens Nielsen er sann
førdur um, at ein orsøk til
minkingina er trygdarskeið
ið, ið tekur tríggjar vikur,
sum yngra ættarliðið tekur,
áðrenn lagt verður út á hav.
Fiskimenn
meira bevíst-
ir um trygd
Fiskimenn eru vorðnir meira bevístir um trygd á sjónum