mikudagur 1. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 188 - 1. oktober 2008
Fyrr hava sjónvarp
og útvarp verið tveir
ymiskir stovnar, við
tveimum ymiskum
leiðslum. Í summar
søkti Kringvarpið
eftir fólkið at manna
seks nýggj leiðslu
størv, og hesi hava
sín fyrsta arbeiðsdag
í dag
Kringvarp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Nógv tos hevur verið um,
hvussu Kringvarpið í fram
tíðini skal síggja út, og
hvussu hesi nýggju fólkini
skulu loysa sína uppgávu. Í
dag lyfti nýggi leiðslubólk
urin lokinum í morgun
sendingini hjá útvarpinum
hjá Kringvarpinum.
Alt skal digitaliserast
Hans Andor Johannesen er
tøkniligur leiðari í Kring
varpinum, og tað fyrsta á
skránni hjá honum er, at
digitaliseringin
ordiliga
skal gjøgnumførast, so sum
mest fæst burturúr báðum
eindunum hjá Kringvarpin
um.
Tað er eitt langt tok,
sum er fari í gongd, men
tað er ein neyðvendigheit í
dag at fáa alt tilfar, sum vit
gera, digitalt, fyri at fáa
miðlasamansmeltingina at
fungera.
Hann leggur afturat, at lurt
arin og hyggjarin skal vinna
okkurt við, at alt er digitalt.
Tað skal bera til at fáa
atgongd til tað tilfar, kring
varpið ger, við fartelefon og
internetið. Eftir ætlan skal alt
sendinetið verða endaliga
digitalt í summar.
Miðladeildin
Miðladeildin er ein nýggj
deild hjá Kringvarpinum.
Allan Dalsgarð er leiðari á
henni, og hann greiðir frá,
at ætlanin við deildini er at
geva teimum nýggju tøkni
ligu møguleikunum inni
hald.
Vit skulu fáa stovnin til
at hugsa í fleiri miðlum. At
tey, sum gera útvarp, í fram
tíðini skulu hugsa tvørs av
stovninum.
Enn eru ongi nýggj fólk
sett á miðladeildini, men
skrá og savn hoyra undir
deildina, og har eru nøkur
starvsfólk. Men í framtíðini
skulu fleiri fólk setast, fyri
at menna kringvarpið, so
internetið og fartelefonin
gerast veruligir møguleikar,
saman við sjónvarpi og
útvarpi.
Programdeildin
Nýggi programleiðarin eitur
Herluf
Sørensen.
Hann
hevur arbeitt í kringvarpin
um í nøkur ár, men fær nú
eina víðkaða uppgávu. Hann
metir sína uppgávu vera at
fáa tað burturúr stovninum,
so stovnurin fær ágóðan av
teimum nógvu pallunum.
Men programleiðarin hev
ur longu gjørt nakrar broyt
ingar.
Vit hava fingið ein
kvinnu inn á morgunflatuna
og eina til seinnapartsflat
una, samstundis sum útvarp
ið nú byrjar at senda longu
klokka seks, greiðir Herluf
Sørensen frá.
Stóru broytingarnar sær
Herluf Sørensen tó ikki fyri
sær fyrr enn næsta summar
og enn meira næsta vetur.
Tíðindadeildin
Jón Brian Hvidtfelt er nýggj
ur tíðindaleiðari í Kring
varpinum, og gongur alt
sum tað skal, so verða eind
irnar savnaðar fysiskt innan
stutta tíð. Eisini ætlar tíð
indaleiðarin at vera við til
at betra um tíðindini.
Deildirnar eru lagdar
saman. Frá í dag av eru tær
lagdar saman, so nú er tað
ein tíðindadeild fyri Kring
varpið. Í framtíðini skulu
tær savnast undir somu lon.
Har tað aftur verður býtt í
nakrar dynamiskar eindir,
sum kunnu arbeiða saman í
hesi nýggju tíðindadeildini,
sigur nýggi tíðindaleiðarin
Ætlanin er somuleiðis at
menna fólkini á stovninum,
so tíðindini gerast betri. Eis
ini skulu kjaksendingar og
krittiskar sendingar gerast.
Vit skulu gera seriøs,
objektiv og perspektiverandi
tíðindi, ið byggja á eitt gott
handverk. Tá tú gert tíðind
ini, so er tað hvussu væl
fyri einstaki journalisturin
er, sum er avgerandi. Alt eft
ir hvussu vit fáa ment fólk
ini, so vil tað smitta uppá
tíðindini, greiðir tíðindaleið
arin frá.
Sjálvur ætlar Jón Brian
Hvidtfelt at halda fram at
gera tíðindir, so hann ikki
bara situr við skriviborðið.
Dokumentardeildin
Barbara Samuelsen hevur
fingið til uppgávu at finna
fólk, sum ynskja at gera
nakað meira burturúr ávís
um sendingum, so at tey
sum brenna fyri at gera okk
urt eyka hava møguleika til
tess. Men hon veit ikki
heilt, hvat deildin fer at
koyra á skíggjan.
Dokumentardeildin er
ein spildurnýggj deild, so
presis hvat fyri sendingar
vit fara koyra á skíggjan,
kann eg ikki siga nakað um
beint nú. Eg fari at tosa við
fólkini hjá mær, og so fara
vit at finna útav tí. Men
onkrar nýggjar sendingar
vera um stutta tíð, sigur
Barbara Samuelsen.
Hon greiðir eisini frá, at
barnaøkið er á hennara
deild, og at deildin bæði fer
at gera krittiskar dokument
arsendingar og bleyt portr
ettir. Tað seinna veldst um
fólkini á deildini.
Starvsfólka- og
umsitingardeildin
Sanna Hansen er hin kvinn
an í leiðslubólkinum hjá
Kringvarpinum. Hon skal
taka sær av gomlu umsiting
ini, men eisini starvsfólka
røktari.
Starvsfólkarøkt er nakað
nýtt vit skulu byggja upp.
Vit skulu finna útav, hvat er
tað vit skulu og hvat skal
hendan deildin gera. Vit
skulu taka okkum av starvs
fólkunum, so at øll tingini
sum verða gjørd hava eina
adressu. Vit skulu vera við
til at samansjóða stovnin, tí
samanlegging er fyrst og
fremst ein samanlegging av
menniskjum.
Hon greiðir frá, at Starvs
fólka og umsitingardeildin
eisini skal syrgja fyri, at
útferðir og so framvegis
vera á skránni.
Kringvarpið skal samansjóðast
Sjálvstýrisflokkurin
hevur lagt fram upp
skot um at dagføra
inntøkumørkini í
skattastiganum sam
svarandi prísvøkstr
inum. Uppskotið
fer longu næsta ár
at lætta um skatta
byrðuna hjá skatta
borgarum í Føroyum
SKaTTUr
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Upprunaliga hevði lands
skattaskipanin ein stóran
botnfrádrátt og inntøku
mørk, ið tryggjaðu greiðan
og rættvísan progressivtitet.
Men dýrtíðin hevur merkt,
at allar inntøkur hjá verk
fólki, útróðrarmonnum og
fólki við miðal útbúgving,
sum frá líður, koma undir
toppskatt. Nýbrotið í upp
skotinum hjá Sjálvstýris
flokkinum er, at nú fara inn
tøkumørkini í skattastigan
um at verða dagførd sam
svarandi
prísvøkstrinum,
siga tingmenninir hjá Sjálv
stýrisflokkinum, Kári P.
Højgaard & Kári á Rógvi.
Viíðari siga teir, at við at
dagføra botnfrádráttin og
mørkini verður longu næsta
ár lætt um skattabyrðuna
hjá føroysku familjunum,
og føroyingar uttanlands
fáa greitt at vita, at skatta
byrðan í Føroyum ikki økist
sníkjandi við inflatiónini.
Heldur
verður
skatturin
tálmaður og fer tað at økja
um virkishugin og hugin
hjá fólki at flyta heimaftur
til Føroya.
Broytingin verður gjørd á
tann hátt, at inntøkumarkið
í skattastiganum, sum eftir
samtyktini hjá CHE sam
gonguni skal verða kr.
270.000 frá 1. januar 2009,
verður lækkað aftur til kr.
250.000. Síðan verður prís
talsjavnan ásett.
Fyri allar inntøkur merkir
uppskotið, at ætlaða skatta
hækkingin næsta ár verður
strikað, og ávísur skattalætti
fæst samsvarandi prísvøkstr
inum.
Lætta skattabyrðuna hjá føroyskum familjum
Nýggja leiðslan í Kringvarpinum er á einum máli um, at stovnurin skal gerast betri og at tað er
teirra uppgáva at samansjóða útvarp, sjónvarp og internet
Kýr trampaðu kvinnu í til deyða
Týsdagin varð ein 55 ára gomul kvinna funnin deyð á eini fløtu á Fjóni. Talan er um
eina kvinnu, sum saman við manni sínum hevði ein vistfrøðiligan bóndagarð. Sum
skilst var kvinnan og hugdi til kýrnar, men hon kom ikki heimaftur. Maðurin gjørdist
bangin um hana og fór at leita eftir henni. Stutt eftir fann hann hana liggja deyða á
fløtuni. Deyða kvinnan hevði merkir í høvdinum og er helst deyð av, at kýrnar hava
traðka á hana. Hon var von at verða saman við kúnum, sum hon var sera góð við, men
helst eru tað kýrnar, ið hava dripið hana, sigur Per Sterbo, ið er politistur á Fjóni. Í dag
verður líkið kannað, tí løgreglan vil tryggja sær, at talan er um eina vanlukku og ikki
eitt morð.
Kelda: BT