mikudagur 1. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 188 - 1. oktober 2008
Í kvøld klokkan 19.30
amerikanska tíð
– 02.30 føroyska tíð –
fer senatið at atkvøða
um eitt minni juster
að bjargingaruppskot
um 700 milliardir
dollarar, sum skulu
bjarga fíggjarmarkn
aðinum í USA burtur
úr kreppuni
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Búskaparliga
bjargingar
ætlanin upp á 700 milliardir
dollarar – umleið 3.500
milliardir krónur – sum
skal hjálpa amerikanska
fíggjarmarknaðinum
úr
kreppuni, kemur til at
kvøðugreiðslu í kvøld.
Meirilutaleiðarin
hjá
demokratunum í senatinum,
Harry Reid, fekk í gjár
fullan stuðul frá senatorun
um at avgreiða týdning
armiklu atkvøðugreiðsluna.
Bæði forsetavalevnini, re
publikanski John McCain og
demokratiski Barack Obama,
hava gjørt greitt, at teir fara
til Washington at taka lut í
týdningarmiklu
atkvøðu
greiðsluni, sum fer fram
klokkan 19.30 lokala tíð.
Ætlanin, sum senatið skal
atkvøða um, er ein minni
justerað útgáva av uppskot
inum, sum fall við atkvøðu
greiðsluna í Umboðsmanna
ráðnum mánadagin. Tað
skapti panikk á børsunum
og fekk partabrævakursirnar
at kava.
Í gjár hækkaðu kursirnir
kortini aftur á amerikanska
marknaðinum, og tað verður
tikið sum eitt tekin um, at
íleggjarar hava álit á, at Kon
gressin hesaferð fer at sam
tykkja bjargingarætlanina.
Leiðandi
politikarar
vóna, at ætlanin verður
viðtikin við munandi meiri
luta í senatinum, so trýstið
verður so mikið størri á
politikarar í Umboðsmanna
ráðnum at samtykkja upp
skotið, tá teir hittast í morg
in, skrivar danska blaðið
Børsen.
Senatið atkvøður um bjargingarætlan
Nýggi vinnumálaráð
harrin, Johan Dahl,
fer at hava fund við
ALS til tess at tryggja,
at skipanin eisini skal
virka fyri sjófólk
AL-SKIPAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur leingi verið stór
ónøgd millum sjófólk við
ALskipanini. Ført verður
fram, at sjófólk bara gjalda
inn í skipanina, men fáa
einki úr henni.
Sum skipanin virkar í
dag, mugu sjófólk sigast
upp, skulu tey sleppa inn í
skipanina. Hetta merkir, at
tá skip fara á beding ella
fáa maskinskaða og harvið
liggja í ein mánað ella meir,
so merkir tað fyri manning
ina, at hon fær einki oyra
frá ALS.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað ber illa til hjá reiðarínum
at siga manningini upp, fyri
at hon skal fáa útgjald frá
ALS. Tí við einari uppsøgn
fylgir eisini, at manningin
harvið er tøk á arbeiðs
marknaðinum, og kann tí í
prinsippinum
krevjast
í
annað starv av ALS.
Øll skipanin skal endur
skoðast, men tað er serliga
spurningurin um sjófólk,
sum greiða má fáast á, og tí
fara vit at taka ein fund við
ALS fyri at bera so í bandi,
at skipanin eisini fer at virka
fyri sjófólk, sigur Johan
Dahl, vinnumálaráðharri.
FASskipanin
liggur
eisini undir Vinnumálaráð
num, og har hevur sam
gongan sett sær fyri, at fáa
skipanina at virka soleiðis,
at hon verður áhugaverd
fyri útlendsk reiðaríir.
Vit mugu fáa FAS
skipanina marknaðarførda
á ein skilagóðan hátt, so
hon kann gerast enn eitt
bein hjá okkum at standa á,
segði Johan Dahl við Rás2,
tá hann var tilnevndur
vinnumálaráðharri.
Men júst henda skipan er
ein trupulleiki við atliti til
ALS, sum ein loysn má
finnast á.
Vit verða noyddir at
finna fram til, hvussu gerast
skal við tey sjófólk sum
sigla við skipum, ið eru
skrásett undir FAS. Skulu
tey verða umfatað av AL
skipanini ella ikki, sigur
Johan Dahl.
Spurningur um FAS
Tað er ein einki at ivast í, at
verður rætt skipað fyri, so
kann ein vælvirkandi FAS
skipan skapa nýggjar inn
tøkur til landið, og tað var
júst hetta, nýggi fíggjar
málaráðharrin eftirlýsti, tá
hann legði fíggjarlógarupp
skotið fram á løgtingi og á
tíðindafundi í gjár.
FASskipanin varð sett á
stovn í 1992, meðan John
Petersen var fiskimálaráð
harri, og landsstýrið tá hevði
stórar ætlanir við skipanini.
Hon er kortini ongantíð
farin at virka sum ætlað, og
tey nógvu skipini eru ong
antíð skrásett undir FAS. Í
dag, eftir 16 árum, eru
einans 34 skip skrásett undir
FAS, og einki er at ivast í, at
hetta talið kundi fleirfaldast,
um skipanin gjørdist nóg
áhugaverd hjá útlendskum
reiðaríum, og hon samstund
is verður marknaðarførd á
rættan hátt.
Spurningurin liggur tó
eftir, hvussu verður við
teimum føroyingum, sum
nú og frameftir fara at sigla
við skipum undir FAS
skipanini. Skulu teir koma
undir ALS ella ikki, og tað
verður ein spurningur, sum
greiði skal fáast á, nú skip
anin verður endurskoðað.
Tað verður í høvuðsheit
inum spurningurin um at
fáa ALS at virka fyri sjó
fólk, og so spurningurin um
hvat vit gera við sjófólk,
sum sigla undir FAS, sum
skulu greiðast við hesari
endurskoðanini av ALS, sig
ur Johan Dahl, vinnu
málaráðharri.
ALS skal virka fyri sjófólk eisini
Johan Dahl, vinnumála
ráðharri, fer nú undir at
endurskoða ALskipanina við
serligum atliti til sjófólk
Mynd: Jens Kristian Vang
Amerikanska senatið fer í
nátt at atkvøða um nýggja
bjargingarætlan
Jóannes Eidesgaard innlagdur
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð seinnapartin í gjár lagdur inn á Landssjúkra
húsið. Eftir at hava hildið tíðindafund um ta nýggju fíggjarlógina kendi fyrrverandi løgmaður seg illa, og
hann ætlaði sær til lækna. Sum skilst hevði hann pínu fyri bringuni, og hann bleiv innlagdur á Lands
sjúkrahúsið til kanningar. Vit hava frætt, at hjartað hevur tað gott, men fyrrverandi løgmaður hevur helst
strongd av onkrum slag. Jóannes Eidesgaard hevur tað eftir umstøðunum gott, men hann skal til gjøllari
kanningar á Landssjúkrahúsinum í morgun. Tað er ikki greitt, nær fíggjarmálaráðharrin verður
útskrivaður. Hann hevði ongar viðmerkingar, tá vit tosaðu við hann í morgun.