Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 188 - 1. oktober 2008 Hendan samgongan fer ikki at flyta fleiri almennar stovnar út á bygd. Men har tað er ein fyrimunur, kann nýtt alment virksemi verða sett á stovn úti um landið Almenn umsiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hendan samgongan ætlar ikki at flyta fleiri almennar stovnar út um landið. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum. Í sambandi við økismenn­ ing, hevur tað annars mang­ an verið frammi, at ein góð­ ur máti at menna útjaðaran í Føroyum, er at seta alment virksemi á stovn úti um landið. Ein liður í tí kundi verið at flutt almennar stovn­ ar úr Havnini út á bygd. Annika Olsen sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at leggja nýggjar al­ mennar stovnar úti um land­ ið, har tað er ein fyrimun­ ur. Men lyklaorðið í hesum er nettupp, at talan er um nýggjar stovnar. Hon sigur sostatt, at talan verður ikki um at flyta stovnar, sum vit longu hava, út á bygd. ­ Men har talan er um nýggjar stovnar, kunnu teir verða settir á stovn, har vit meta, at tað er skilagott. Landsstýriskvinnan nevn­ ir Umhvørvisstovuna og Út­ lendingastovuna, sum dømi um tveir nýggjar stovnar, sum nýliga eru skipaðir. Men í hesum føri heldur hon, at tað er ein fyrimunur, at teir eru í Havn, beint við sjálvt innlendismálaráðið. ­ Tað er ikki skilagott at leggja stovnar sum hesar úti um landið, men nýtt al­ ment virksemið verður stovnað alla tíðina og verða onkrir almennir stovnar afturat settir á stovn, skulu vit umhugsa um tað er ein fyrimunur at flyta teir út á bygd. Politiskt rok Annars eru tveir almennir stovnar fluttir úr Havn sein­ astu árini. Fyrst var Skipa­ sýnið flutt vestur í Vágar og Strandferðslan flutt til Suð­ uroyar. Báðu ferðirnar elvdi tað til satt politiskt ódnarveður, men tað legði seg so aftur. Fyri nøkrum árum síðani var ein nýggjur skúli, Heilsuskúlin, settur á stovn og hann varð skipaður í Suðuroy. Eisini tað elvdi til polit­ iskt rok, men tað kólnaði eisini. Annars hava røddir mang­ an verið frammi um, at tað hevði ikki verið undarligt at flutt Fiskiveiðieftirlitið til Klaksvíkar, sum er fiski­ vinnubýur burtur av. Og hví skal Landsverk partú liggja í Havn? Men sambært tí, lands­ stýriskvinnan sigur nú, verður hetta av ongum, eins og aðrir stovnar, sum eru í Havnini, heldur ikki verða fluttir. Miðflokkurin fer nú at bjóða seg fram á valinum í heyst, bæði til bý- og bygdaráðini og skúlastýrini kring landið VAl Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Nú koyra vit á! Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum ásannar, at nú er tíðin komin til at Mið­ flokkurin fer at gera enn meiri vart við seg í politikki kring landið. Tí hevur Miðflokkurin nú gjørt av, at hann fer at stilla upp á teimum valum, sum verða í heyst, bæði til bý­ og bygdaráðini og til skúlastýrini, sum skulu velj­ ast samstundis. ­ Endamálið hjá okkum er, at Miðflokkurin og okk­ ara politikkur skal síggjast allastaðni og tað er hetta arbeiðið, sum vit nú av álvara leggja lunnar undir, sigur floksformaðurin. Higartil hevur Miðflokk­ urin at kalla bara verið virk­ in í landspolitikki og hann hevur ikki gjørt nógv av at stilla upp til bý­ og bygda­ ráðini og til skúlastýrini kring landið, tó at Miðfloks­ fólk standa á samgongulist­ um ymsastaðni saman við øðrum valevnum. Annars hevur Miðflokkurin bara stillað upp til býráðið í Havn nakrar ferðir, men hevur ongantíð verið nær ella í námind av at fáa um­ boð valt í býráðið. Umboð fyri Miðflokkin hava eisini stillað upp á samgongulistanum á bý­ ráðsvalinum á Tvøroyri. ­ Hinvegin hava vit enn ongantíð stilla upp í Klaks­ vík. Skal vera sjónligur Jenis av Rana sigur, at tað hevur ongantíð hepnast hjá Miðflokkinum at fáa nakra serliga undirtøku á bý­ og bygdaráðsvalum. ­ Onkusvegna hava vit ikki megnað at fingið at­ kvøðurnar á Løgtingsvali­ num at fylgja við yvir á bý­ ráðsvalið í Havn, sigur hann. Nú hevur Miðflokkurin so viðgjørt spurningin um flokkurin skal leggja størri dent á valini til bý­ og bygdaráðini og skúlastýrini kring landið. ­ Spurningur hevur verið um vit skulu stilla á valinum til býráð, bygdaráð og skúlastýrið í fleiri útvaldum kommunum, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at niðurstøðan í flokkinum er púra greið og hon er, at flokkurin skal stilla upp, har tað ber til og at hann skal vera sjónligur við sínum politikki, har tað ber til. Tí ætlar flokkurin at stilla upp í ávísum kommunum, bæði til kommunustýrið og til skúlastýrini. Tað merkir, at flokkurin fer at stilla upp í nøkrum kommunum, har tað verður stillað upp politiskt. Men valevni eru eisini vælkomin at stilla upp undir navninum á Miðflokkinum á samgongulistum, saman við øðrum valevnum. Jenis av Rana dugir ikki at siga enn, hvar flokkurin fer at stilla upp, men tey fara nú undir eitt miðvíst arbeiðið at eggja teirra fólki at stilla upp kring landið. ­ Tað er longu greitt, at flokkurin stendur sterkur í Havn og rundan um Skála­ fjørðin og nú hevur hann eisini sterka umboðan í Klaksvík, eftir at Karsten Hansen vendi Tjóðveldinum bakið og meldaði seg upp í Miðflokkin. Sostatt er greið ábending um, at Miðflokkurin fer í øllum førum at stilla upp til býráðini og skúlastýrini í Havn, Klaksvík og í Runa­ vík, men helst eisini aðra­ staðni við. Miðflokkurin fer at koyra á um alt landið Ongar flytingar afturat út á bygd Sum liður í miðvísum økismenningar- politikki verða nýggir almennir stovnar lagdir úti um landið, har tað kann gerast við fyrimuni. Brot úr ABC samgonguskjalinum Strandferðslan er seinasti almenni stovnurin, sum er fluttur úr Havn, út á bygd, men hesum skulu vit ikki vænta meiri av hjá hesi samgonguni. Men verða nýggir stovnar settir á stovn, kann koma upp á tal at skipa teir úti um landið, har tað er ein fyrimunur - Nú fara vit at koyra á, tí vit vilja, at okkara politikkur skal síggjast aftur allastaðni, ikki bara í landspolitikki í løgtinginum, men eisini í kommunustýrum og skúlastýrum kring landið, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Løn fyri at roykja Nógv átøk eru í dag, fyri at fyribyrgja royking, men støðan var ein heilt onnur áðrenn seinasta árhundrað fór um miðuna. Rættarsakir í Amerika hava gravað fram samband millum inntøkurnar og merkið, ið stóru Hollywood­stjørnurnar royktu. Sjónleikarar sum Gary Cooper, Joan Crawford og Clark Gable vóru millum tey, ið fingu mest pengar fyri at roykja. Tað var merkið »Lucky Strike«, ið arbeiddi fremst fyri at broyta hugsanina um royking, til nakað, ið ein breiður fólkaskarði ynskti. Lønarseðlarnir tá ljóðaðu á 10.000 dollarar, men umroknað til pengar í dag svarar tað til góðar 763 .700 krónur. Drap og rýmdi av staðnum Ein 54 ára gomul kvinna, sum var á súkklu var funnin deyð á Fjóni í býnum Langeskov. Roynt varð at fáa lív í hana aftur, men onki batti. Útfrá skaðunum roknaði mann við, at hon var árend. Stutt eftir at líkið varð funnið, varð ein 32 ára gamal meldaður, og løgreglan tók hann – maðurin hevði tó gjørt enn meira skaða tá – Enn er ikki greitt nær maðurin skal til grundlógar­ avhoyring.