mikudagur 1. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 188 - 1. oktober 2008
Sangarar úr Marsdal vitja
Í einum gomlum dekshúsi av fregattini Ingolf hittast limirnir í „Marstal Småborgerlige sangforen
ing“ hvønn týsdag til venjingar. Kravið, at gerast limir, er at tú hevur sjófartsbók. Sjógvurin er
bindiliðið og tað hoyrist eisini á sangunum, nógvir góðir gamlir sjómanssangir, bæði danskir og
enskir og nógv onnur góð løg. Kórið hevur ikki kórleiðara og syngur ikki fleirraddað, skuldi tað
komið fyri, so er tað av tilvild. Sangfelagið hevur givið út tríggjar fløgur, ið tilsamans hava selt
útvið 20.000 eintøk. Umframt fløguútgávur hevur felagið luttikið á shantyfestivalum og stevnum
og hevur ferðast víða, bæði í Danmark, Týsklandi, Írlandi, Skotlandi og Isle of man. Føroyaferðin
er fyriskipað av Heina Hestoy, ið er forsangari og ein av stovnarunum av teimum “smáborgarligu”.
Á Føroyaferðini eru 25 sangarar. Vitjað verður í Leynum, í Havn og á Tvøroyri. Útferðir verða við
Norðlýsinum. Haraftrat verður nógvur sangur og fleiri framførslur, millum annað verður sungið í
SMS leygardagin 4. oktober klokkan 13.
Nú endaliga er
samtykt at Mið- og
Sandavágs komm-
unurnar leggja saman
til Vága Kommunu
eru tilsamans
tvær kommunur á
oynni. Men ikki er
líkt til at Sørvágs
kommuna fer uppí
samstarvið, uttan so
at broytingar koma
frá Landsstýrinum
Kommunal
politiKKur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Borgarstjórin
í
Sørvágs
Kommunu,
Jákup
Suni
Lauritsen sær jaligt uppá
samstarvið millum hinar
báðar kommunurnar, men
metir ikki hesa tilgongdina
vera tí røttu fyri Sørvágs
Kommunu í verandi løtu.
Tað er umráðandi at ikki
bara hyggja eftir vansum,
við at vera fyri seg sjálvan,
men eins týdningarmikið er
at vita hvørjir fyrimunirnir
veruliga eru, greiddi hann
frá. – Hinar báðar komm
unurnar hava longu nógv
samstarv og nóg, ið tær eru
saman um, so sum skúli og
sløkkilið, hetta er ikki
støðan hjá Sørvágs Komm
unu, greiddi hann frá. Hann
helt at samanleggingin var
ein heilt náttúrlig tilgongd.
Møguliga einaferð
Í verandi líki er ikki nógv
hjá Sørvágs Kommunu at
fara eftir í eini samanlegging.
Nógv samstarv er longu til
hinar kommunurnar, og
hann metir tað ikki vera
nøkur orsøk til at hetta ikki
skuldi hildið fram. Lítlu
bygdirnar, Bøur, Gásadalur
og Mykines eru komnar
uppí og nú telur kommunan
tilsamans 1.200 fólk, og
tørvur er ikki á fleiri saman
leggingum í løtuni.
Men ein samanlegging er
í eygsjón. Jákup Suni Laur
itsen legði stóran dent á, at,
um ein verulig orsøk kemur
til sjóndar, kemur málið av
álvara aftur upp at venda. –
Eg vænti ikki at Landsstýrið
leggur stóru funktiónirnar
út til kommunurmar um
tvey ár, segði hann svart
skygdur. Men um hetta
skuldi hent, hevði ein veru
lig orsøk verið hjá Sørvágs
Kommunu at farið uppí.
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í innlendismálum
hevur boða frá, at virkandi
frá 1. januar 2011 verða
bygnaðarbroytingar í komm
ununum. Hetta merkir at
kommunurnar fáa blokk
stuðul og somuleiðis fleiri
málsøki at umsita. Umframt
hetta er ætlanin at einans
sjey kommunur skulu vera í
Føroyum um góð tvey ár.
Eingin fólkaatkvøða
Sørvágs Kommuna hevur
ikki valt at ikki fara uppí,
teir hava líka so lítið valt at
fara uppí. Um kommunan
skuldi halda eina gongd
fram móti samanlegging,
var uppi og vendi á fundi,
men uppskotið kom ikki
ígjøgnum. Eingin fólka
atvøða hevur verið í Sør
vágs kommunu, so sigast
kann ikki at fólkið hevur
tikið avgerðina.
Ikki tað rætta fyri Sørvágs Kommunu
Nýggja samgongan
fevnir ikki um
Tjóðveldisflokkin,
og hetta merkir at
Høgni Hoydal kann
seta seg á sítt pláss
á Fólkatingi, sum
hann fekk í 2007.
Sjúrður Skaale hevur
sitið har síðan CHE-
samgongan varð
skipað í februar í ár
politiKKur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Eftir samgongan, har Høgni
Hoydal slapp at vera við,
slitnaði hevur tað staðið
honum í boði at sessast á
Fólkatingi. Hann var inn
valdur á valinum í 2007,
men hevur rikið politiska
arbeiðið í Føroyum.
Nú nýggj samgonga enda
ligt er skipað fer hann til
Danmarkar at røkja plássið
har. Men hevur enn ikki av
gjørt nær hann fer til arbeiðis
har. – Eg fari um eina tíð,
havi fyrst nøkur viðurskifti,
ið eg má hava avgreidd her
heima, segði hann.
Farloyvi uttan løn
Tað stendur føroyskum pol
itikkarum, ið mugu fara í
farloyvi vegna politiskt virk
semi at fara við løn. Ávísir
politikarar hava gagnnýtt
hetta, tá orsøkinum hevur
verið at eittnú røkja fólka
tingssessir.
Spurdur
um
hann fór at gera so við, svar
aði hann, sum hann áður
hevur gjørt greitt, at hann
ynskir ikki at gera tað.
Hann velur sostætt at fara
uttan at fáa tvífaldaða løn.
Hetta er ein avtala í øllum
flokkinum, at tey ikki taka
ímóti
báðum
lønunum
samstundis.
Fólkatingsgrunnurin
Umframt at ikki fáa tvífalda
løn er ein avtala gjørd í
Tjóðveldi um at lata 20%
av Fólkatingslønini, um ein
røkir tvey størv, í ein grunn.
Fólkatingsgrunnurin, sum
hann eitur, verður nýttur til
kunning og fremjandi átøk
fram móti sjálvstýri. Limir
Tjóðveldisins, ið hava verið
í hesi støðu, og hava latið í
grunnin, eru Høgni Hoydal,
ið hevur váttað, at hann eis
ini hesu ferð fer at lata pen
ing, og Torbjørn Jacobsen.
Peningurin, ið nú er í grunn
inum, verður í fyrstu atløgu
nýttur, til at skriva søgu
flokksins.
Fólkatingið fær Høgna
Høgni Hoydal fer á Fólkating
eftir at hava avgreitt nøkur
viðurskiftir
Borgarstjórin í Sørvágs Kommunu metir hvørki tað vera fyrimunir ella vansar hjá teimum at koma uppí nýggju stóru kommuna