mikudagur 1. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 188 - 1. oktober 2008
- Stórsti trupulleikin
á altjóða
fíggjarmarknaðinum
í løtuni er manglandi
álit bankanna millum.
Nokk av likviditeti er
til, men bankar vilja
treyðugt læna pening
til hvør annan, og
tað er trupulleikin,
sigur Bjarne Jensen,
bankaserfrøðingur
Fíggjarkreppa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú hart leikar á í fíggjar
heiminum og á fíggjar
marknaðunum í fleiri av
grannalondum okkara, eru
nógv sum bera ótta fyri,
hvussu føroysku fíggjar
stovnarnir eru fyri. Men
sambært bankaserfrøðing
inum Bjarne Jensen hava
føroysku fíggjarstovnarnir
verið
ábyrgdarfullir
og
hepnir við teirra strategi
um.
Tað tykist sum at før
oysku
fíggjarstovnarnir
hava lært at stýra við skili
og ábyrgd. Hetta kemst
kanska serliga av banka
kreppuni í nítiárunum. Men
tað sær út til at Føroyar í
dag ikki eru ein botnleysur
pengakassi sum tá, og at
fíggjarstovnarnir eru meira
ábyrgdarfullir í dag, vísir
Bjarne Jensen á.
Hava satsað rætt
Virðisbrævamarknaðurin
hevur seinastu dagarnar
verið í fríum falli, serliga
eru virðisbrøv í bankum
rakt serliga hart. Men
sambært Bjarne Jensen eru
føroysku fíggjarstovnarnir
ikki harðari rakt enn onnur.
Tað vísir seg at verða
sera heppið fyri føroyingar,
at bankakervini hjá tykkum
ikki eru so tætt knýtt at
Íslandi í løtuni. Har sær út
til at koma eitt ordiligt
skradl, og í dag giti eg at
fíggjarstovnarnir í Føroyum
eru sera glaðir fyri at teir
hava vent eygunum meir
móti danska marknaðinum,
og ikki hava leitað út í stóru
verð, eins og íslendingar
hava gjørt seinastu árini.
Tað vísir seg nú at tann
strategiin hevur lønt seg,
sigur Bjarne Jensen, banka
serfrøðingur.
Manglandi álit
veruligi trupulleikin
Ilt er at spáa um vit enn
hava sæð tað ringasta av
fíggjarkreppuni. Dag um
dag broytast viðurskiftini
somikið skjótt, at enn er
ógjørligt at siga, hvønn veg
tað ber. Sambært Bjarne
Jensen er størsti trupulleikin
í løtuni ikki manglandi
likviditetur, men manglandi
álit.
Tað er ringt at siga um
tað ringasta hevur verið
enn. Trupulleikin á fíggjar
marknaðinum er ikki at tað
resta pengar í. Har er nokk
av likviditeti á fíggjar
marknaðinum, trupulleikin
er bara tað skeiva býtið av
likviditeti, sum vit síggja.
Fíggjarstovnarnir
vilja
treyðugt læna pening til
grannabankan, men velja
heldur at seta peningin inn í
Evropeiska Tjóðbankan, og
so noyðist grannabankin
hagar at læna peningin fyri
hægri rentu enn annars.
Álitið millum bankarnar er
sera avgerandi. Um álitið er
vekk, úrslitar hetta í at
rentan veksur á útlánunum,
og tað er har trupulleikin
uppstendur.
Marknaðurin
við at læna pengar út til
aðrar bankar og einstakl
ingar turkar út, greiðir
Bjarne Jensen, bankaser
frøðingur, frá.
Føroysku fíggjar
stovnarnir væl fyri
Bjarne Jensen hevur í mong
ár fylgt væl við gongdini í
Føroyum, og kennir sum
heild sera nógv til teir báðu
stóru fíggjarstovnarnar í
Føroyum.
Og
sambært
honum stendur als ikki so
illa til, sum leysasøgur vilja
vera við hesar dagarnar.
Tey seinastu tølini eg sá
frá fíggjarstovnunum vóru
frá 30. juni í ár, og tá sá út
til at teir báðu stóru
fíggjarstovnarnir í Føroyum
høvdu tað gott og sóu sera
sunnir út. Teir høvdu nokk
av likviditeti, og síggja enn
út til at vera púra tryggir
stovnar. Hetta er eisini
úrslitið av teirri ábyrgdar
fullu fíggjarstýringini, sum
bankarnir hava ført seinastu
árini, við ikki at taka for
nógvan váða á seg, sigur
Bjarne Jensen, bankaser
frøðingur.
Enn eru nýggjastu tølini
ikki komin frá teimum
báðum stóru bankunum,
men Bjarne Jensen væntar
ikki at heilt stórar broytingar
eru frá seinastu uppgerðini,
og tískil síggja føroyski
stovnarnir enn út til at vera
sunnir og tryggir fíggjar
stovnar.
Eftir at tey fullu
nógv í virði í gjár,
stóðu tey føroysku
partabrøvini á
keypsskálanum í
Keypmannahavn
aftur í vøkstri í dag
partabrøv
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tey trý føroysku feløgini,
sum eru skrásett á parta
brævamarknaðinum
í
Keypmannahavn,
fullu
sera nógv í virði í gjár.
Men í dag stóðu parta
brøvini aftur í vøkstri.
Størsta vøksturin hevði
Atlantic Petroleum, sum
á middegi í dag var vaksið
við 3,29 prosentum, og
kostaði hvørt partabrævið
tá 1255,00 krónur. Har
vóru
1543
partabrøv
handlaði á middegi.
Næststørsta vøksturin
átti Eik Banki. 688 parta
brøv vóru keypt og seld á
middegi í dag, og parta
brævið í Eik Bank kostaði
á middegi í dag 169,00
krónur, og er tað ein
vøkstur uppá 2,42 prosent
frá klokkan átta í morgun,
tá keypsskálin í Keyp
mannahavn lat upp.
Triðja felagið, sum er
skrásett á partabræva
marknaðinum í Keyp
mannahavn,
Føroya
Banki, stóð eisini í vøkstri
í dag. Eitt partabræv í
Føroya Banka kostaði á
middegi 171,50 krónur,
og er tað ein vøkstur uppá
1,48 prosent frá morgun
stundini av. Nógv flest
føroysk partabrøv vórðu
keypt og seld í Føroya
Banka. Har vóru 4303
partabrøv keypt og seld á
middegi í dag.
Oljuprísurin
hækkaður
Prísurin á ráolju var í gjár
heilt niðri á 96,4 dollarar
fyri tunnuna. Men seinni
á kvøldinum vaks prísurin
aftur, og er nú omanfyri
100 dollarar fyri tunnuna,
nevnliga 100,64 dollarar
fyri hvørja tunnu av
ráolju. Men samstundis
sum oljuprísurin er lækk
aður nógv um vikuskiftið,
er tann amerikanski doll
arin vaksin, og tískil er
tann veruligi prísurin á
oljuni ikki nógv broyttur.
Tó er greitt at oljuprís
urin nú er munandi lægri
enn hann var um hálvan
juli mánað, tá hvør tunnan
kostaði 145 amerikanskar
dollarar fyri hvørja tunnu
av ráolju.
Føroysk partabrøv
vaksin í dag
Føroysk partabrøv stóði í vøkstri á keypsskálanum í
Keypmannahavn
Føroyskir fíggjar
stovnar væl fyri
- Føroysku fíggjarstovnarnir hava nokk av likviditeti og síggja
út til at vera tryggir og ábyrgdarfullir stovnar, sigur Bjarne
Jensen, bankaserfrøðingur
Brandstøðin í Havn 75 ára móttøku
Frá morgunstundini nýttu nógv fólk høvið at vitja Brandstøðina á 75 ára
degnum, har sløkkiliðsstjórin Kartni Jacobsen tók í móti. Umframt ein
drekkamunn og høvi at síggja teir gomlu og nýggju brandbilarnar, fingu tey
vitjandi eisini søguligu bókina, ið Niels Juel Arge skrivaði um Tórshavnar
Sløkkilið í 1983, tá Brandstøðin hevði 50 ár á baki. Móttøka er á Brandstøðini
frá klokkan 10 til 17 í dag. Klokkan 16 fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at
halda røðu og Høgni Joensen, skúlastjóri, fer at greiða frá um søguna hjá
Tórshavnar Sløkkiliði. Sum sæst á myndini, fekk sløkkiliðsleiðarin í morgun eitt
eintak av nýggju bókini hjá Birgari Johannesen um Havnina frá
Mentamáladeildini.