Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8. partur Eg fari nú eitt sindur aftur í søguna enn eina ferð. Sum áður greitt frá var Haile Selassie keis­ ari í Etiopia frá 1936­74. Hann royndi uttan iva tað besta hann kundi at stýra landinum, men tað var ikki lætt. Landið er stórt og er býtt sundur í størri og minni lands­ partar, sum hvør hevur sítt mál og livihátt. Hesir nógvu tjóðflokkarnir lógu í stríði við hvønn annan, og tað var annars lítið og einki samband teirra millum. Tá ið eg kom til Etiopia í 1960 vóru bara 10% av fólkinum, sum dugdi at lesa. Vegirnir vóru heilt vánaligir. Tað vóru bert tríggir høvuðsvegir frá høvuðsstaðnum suður gjøgnum landið. Ein í eystara partinum, ein í vestara partin av landinum, og so ein mitt suður gjøgnum landið til Kenya. Annars vóru bert upptraðkaðir vegir ella gøtur, sum hava verið nýttar í øldir av menniskjum og arbeiðsdjórum. Landið er fruktbart, men bert ein partur er enn uppdyrkaður. Sum áður greitt frá varð Etiopia rakt av hungursneyð í 1974. Teir kommunistsinnaðu fingu út í orð, at keisarin ikki vildi vera við, at hungursneyð var í landinum, og tí fingu tey hungursraktu ikki ta hjálp, sum tey kundu fáa. Teir vóru stuðlaðir í hesi ákæru bæði úr Sovjet og Kina. Skúlaungdómur, serliga í Addis Abeba, byrjaðu at ganga mót­ mælisgongur móti keisaranum, og vildu hava hann avsettan. Broyting mátti koma í. Kommunisman var tað besta. Har var eingin munur á fólki. Øll vóru líka, varð sagt. Heilatváttur fór fram í útvarp­ inum frá morgni til kvølds. “Eti­ opia fyrst” var slagorðið. Hetta ljóðaði gott, og nógv vóru ávirkað. Nógvir útlendingar vóru í land­ inum, serliga í høvuðsstaðnum. Teir høvdu sett gongd í ymiskt virksemi. Millum annað høvdu teir forrætningar, har fólk kundi arbeiða. Hetta munaði tó lítið til so mong. “Útlendingar eru her bert fyri at súgva blóðið úr okkum”, varð sagt í útvarpinum. Teir flestu útlend­ ingar sluppu sær av landinum sum skjótast, og landið tók yvir tað, sum teir løgdu eftir seg. Eg minnist munin at koma inn í eina forrætning aftaná kollveltingina, tá ið eg kom til Addis Abeba. Vørurnar minkaðu og áhugin at selja tær eisini. Tá ið tað ikki var teirra egna, kundi tað gera tað sama, um tey seldu nakað ella einki. Ein mátti næstan sjálvur taka vørurnar fram, sum lógu á hyllunum. Tann 11. september 1974 varð keisarin tikin og settur fastur, og kollveltingin tók yvir stjórnina av landinum. Deyði keisarans Tann 27. august 1975 var ein minniligur dagur. Tónleikurin í útvarpinum stendur frá sum vanligt. So kemur steðgur í eina løtu. Síðan verður sagt: “Her er ein fráboðan. Fyrrverandi keisarin, sum hevur verið sjúkur, er funnin deyður í húsavarðhaldi sínum í gjárkvøldið. Jarðarferðin hevur verið.” Tað er neyvan ivi um, at keisarin varð myrdur. So byrjar tónleikurin aftir. Smá­ børn sungu: “Etiopia fyrst. Einki blóð má flóta.” Tað vóru serliga nógv av teimum eldru, sum vóru góð við keisaran. Men eingin mátti vísa sorg. Tað at vísa samkenslu, tá ið onkur doyr, er so djúpt inn­ grógvið í mentanini í Etiopia. Minnið um keisaran skuldi strikast út. Eingin mátti so mikið sum nevna navnið á honum. Nú var at halda áfram við nýggju ideologiini. Tað varð sagt, at deyðadømdir fangar vóru sendir út at jarða líkið á Haile Selassie. Tá ið teir komu aftur, vórðu teir skotnir beinanvegin, so eingin skuldi vita, hvar hann var jarðaður. Tað vísti seg tó, at tá ið kollveltingin fall aftur, sat ein í fongsli, sum hevði verið við til at jarða keisaran. Hann segði nú, hvar Elsa Jacobsen: Lenin er ikki menniskja Kommunistiska leiðslan í Etopia sá tað sum sína uppgávu at skúla fólk í teirri ”røttu” marxistisku læruni. Men tað gongur ikki so væl. Fólk vita framvegis ikki hvørjir Marx og Lenin eru Kirkjan í Arba Minch Hópfundur, har Marx, Engels og Lenin eru í fremstu røð. Men tey vóru fá, sum vistu nakað um hesar menn Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 188 • 01. okt. 2008