Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 12 nr. 188 • 01. okt. 2008 hann var grivin, og tað var undir skrivstovuni hjá Mengistu Haile Mariam. Har funnu teir beinini av keisaranum, sum nú vórðu løgd í eina kistu og sett inn í eina kirkju. Í ár 2000 varð keisarin so jarðaður í Holy Trinity Cathredal í Addis Abeba undir liðini á keisarinnuni, sum var deyð langt frammanundan. Nógv fólk var tá í gøtunum, sum vildu sýna Haile Selassie tann seinasta heiður. Fólk skuldu skifta hugburð Tað mest umráðandi hjá myndug­ leikunum var at fáa fólkið at skifta hugburð. Fyrst og fremst skuldu tey fáast at halda, at eing­ in Gud var til. Hugburðurin var, at “vit kunnu megna alt sjálvi!” Atsóknin móti teimum kristnu byrjaði. Tað var umráðandi at fólk ikki skuldu koma saman at hoyra Guds orð. Hetta var gjørt á tann hátt, at øll skuldu fara á politiskan fund ella út at arbeiða í kirkjutíð. Hetta kundi vera at fara út á plantagurnar at heinta bummull. Tey kristnu fluttu kirkjutíðina. Men hetta funnu teir skjótt útav, og so skuldi eisini arbeiðast hesar tíðir. Eitt stig var at skráseta tey, sum komu í kirkju, fyri at ræða tey. Bóndafeløg vóru skipað, og her skuldu øll vera við. Fólkið skuldi upplærast í kommunismuni. Nú sást, at tað kom at kosta at vera trúgvandi framyvir. Tey kristnu, sum høvdu leiðaraevni vórðu sett til arbeiðis í “the red terror,” sum tað var kallað. Tey skuldu vera við til at leita upp fólk, sum vóru ímóti stjórnini. Síðan vórðu tey noydd at seta hesi føst og at fara illa við teimum. Hetta vórðu tey noydd til undir hóttan um sjálvi at vera skotin. Hetta var ein ræðulig tíð. Nøkur stóðu fast og vildu ikki avnokta Kristus, uttan mun til, hvat ið tað kostaði teimum. Tann ateistiska andsmaktin virkaði millum tey kristnu, serliga tey sum høvdu lærdóm. Nógv av teimum kristnu vórðu ørkymlað og lótu seg tøla. Summi fingu ábyrgdarfult arbeiði og meira løn frá myndugleikunum. Á hendan hátt kundu tey fáast at gerast partur í nýggja stýrislag­ num og komu soleiðis at vera við í atsóknini móti teimum kristnu. Eg kendi persónliga nøkur av teimum. Seinni upplivdi eg tað gleðiliga, at summi av hesum komu aftur til Jesus og fingu fyri­ geving fyri tað, tey høvdu gjørt. Var Karl Marx amerikanari? Øll skuldu upplærast í kommunis­ mu gjøgnum skúlarnar og útvarp ella hvar tað var. Á sjúkrahúsinum vórðu arbeiðs­ fólkini tikin út mitt í arbeiðstíð til politiskar fundir. Kanska kundi eitt ella hægst tvey starvsfólk vera eftir á hvørji deild at taka sær av sjúklingunum, sum trongdu mest til hjálp. Hini vórðu savnað í einum høli á sjúkrahúsinum og vórðu inn­ doktrinerað í hesi nýggju ideologi. Hetta var mest við at lesa úr bókum hjá og um Lenin, Mao, Marx og øðrum toppmonnum hjá kommunismuni. Eg hevði tó varhugan av, at tey lítið og einki fingu burtur úr hesi frálæru. Etioparar eru eitt stolt fólk og lata seg ikki uttan víðari taka á bóli av slíkum. Afturat hesum vóru hesir fundir ofta hildnir mitt á degi, tá ið tað var allarheitast. Summi sovn­ aðu mitt í tí heila, og tey vórðu tá koyrd út um. Eg sá ofta slík koma undir kranan at vaska sær um andlitið við køldum vatni fyri at vakna. Tá smíltust tey til mín. Ein dagin í døgurðasteðginum kom eg framvið, har nøkur av starvsfólkunum stóðu og prátaðu saman í teirri stóru gongini á sjúkrahúsinum. Har var ein stór mynd av Karl Marx komin at hanga á eini hurð. Eg gjørdi meg eitt sindir óvitandi og spurdi, hvør ið hesin maðurin var. Nei, tey vistu ikki rættuliga. Tað var tá merkiligt, sigi eg. Hví hongur hann her, tá ið tit ikki vita, hvør ið hann er? Tá lat í einum: “Eg haldi, at hann er úr Amerika.” Ein dagin fór eg eini ørindi út í vaskaríið. Har stóð uppsligið, at tað skuldi vera fundur um Lenin klokkan trý seinnapartin. “Lenin”, segði eg, “hvør er hann?” Nei tað kundi eingin rættuliga svara mær uppá. “Er tað fólk ella djór?” spurdi eg. “Fólk er tað ikki”, lat í einum. Eg sá, at áhugin fyri tí, sum tey skuldu læra um, var ikki so stórur, at tað gjørdi nakað, so eg skundaði mær burtur. Dumpaðu í politikki Tað kostaði eisini á annan hátt at vera ein kristin. Ungdómar, sum ætlaðu sær á hægri skúla, máttu hava gott ummæli frá bóndafelag­ num á staðnum. Tað fekst ikki í mongum støðum, um tað var upplýst, at viðkomandi var ein Jesu lærusveinur. Í skúlunum var ein stórur partur av næmingunum, sum dumpaðu. Hetta var serliga í teimum hægru flokkunum. Orsøkin var oftast, at teir ikki svaraðu rætt uppá politiskar spurningar. Tað vil siga, at næmingarnir góvu ikki tey svør, sum teir vildu hava. Best var eisini at halda teimum á skúlabeinkinum. Einki arbeiði var til teirra, tá ið tey vóru liðug við skúlan. At hava ein hóp av lærdum ungum fólki gangandi yrkisleys var ikki gott. Tað kundi elva til uppreistur. Skúlanæmingar undraðust og søgdu: “Tey sum fyrr lærdu okkum um Gud og Jesus, siga nú, at Gud er ikki til”. Ungdómur, sum misti eldhugan, varð skotin Tað var eisini skúlaungdómur, sum hevði verið so íðin at byrja við í hesum nýggja stýrislagnum, sum skuldi broyta alt til tað betra. Tá ið tey sóu, at tað als ikki var nakað betri, men bara verri, lupu tey frá. Men her var heldur eingin náði. Tey vórðu skotin. Tað var sagt, at stundum bundu teir nógvar av hesum unglingum saman og sprongdu teir í luftina. Hetta var gjørt fyri eygunum á foreldrunum, og tey vórðu síðan kravd at gjalda fyri dynamittið. Tað vóru eisini so nógvar greinir innan kommunismuna. Nógv av teimum fongslaðu vóru eisini kommunistar, men frá onkrari aðrari grein enn teirri “røttu”! Eisini tí føldu øll seg ótrygg. Loyvi kravdist til alt Tað gjørdist eisini á annan hátt stór broyting í landinum. Gerandis­ dagurin gjørdist ikki tann sami. Til dømis máttu øll hava loyvi til at koyra frá einum staði til eitt annað. Skuldi ein ørindi til Addis Abeba varð kravt eitt skrivligt loyvi, sum skuldi kunna vísast fram. Við stuttum millumbilum á vegnum frá Arba Minch til Addis Abeba vóru forðingar tvørtur um vegin, har tað mátti steðgast. Loyvið skuldi vísast fram. Tað var ikki nóg mikið við tí. Alt í bilinum skuldi takast út fyri at verða kannað. Sjálvt toilettaskur máttu opnast. Eg minnist, at eg plagdi at spyrja, hvørjum teir leitaðu eftir. Var tað bumbum? Teir bara smíltust. Tað er ein spurningur, um teir sjálvir vistu, hvat teir leitaðu eftir. Alt bleiv skamtað, eisini bensin. Alla staðni sóust fólk standa í bíðirøð fyri at keypa eitt sindur av mati ella okkurt annað. Ofta stóðu tey í tímavís. Alt var undir eftirliti. Bløðini vóru full av propaganda og fordøming av vesturheiminum, serliga av Amerika. Stórar tekningar sóust av útlendingum, sum rýmdu við fullum taskum av peningi. “Farið heim apur,” stóð nógva staðni. DDR, gamla kommunistiska Eysturtýskland, hjálpti teimum at seta í verk eina kúgingarskipan. Teir høvdu góðar royndir á hesum øki heima hjá sær sjálvum. Tvingsilsflyting Fólk, sum búðu hægri uppi í fjøllunum, og sum áttu hús og eitt jarðastykki rundan um, vórðu rikin oman á láglendið at búgva. Har vóru smá hús av sementi bygd í røð og rekkju. Ein syrgilig sjón. Har skuldu tey so dyrka jørðina undir “skipaðum” umstøðum. Um onkur noktaði at fara oman í láglendið, vórðu tey tikin úr húsum teirra við makt og húsini vórðu brend í grund fyri eygum teirra. Tey trivust heldur ikki niðri í hitanum, og nógv doyðu av malaria. Ali Musa: Harðrendi muslimurin, sum vildi hava Guds orð Eina tíð var tað ein muslimur Ali Musa, sum ráddi fyri borgum í Arba Minch, meðan eg var har. Hann var serliga harður mótir teimum kristnu. Tað tyktist, sum 1. Maidagshald í Etiopia. Verður hildið við hernaðarsýning “Torg Krossins” fekk nýggja navnið “Torgið hjá kollveltingini” Løgreglumaður. Alt skuldi kannast