Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 1. oktober 2008 13 Eftir at hava verið í far­ loyvi úr býráðnum síðan februar mánað, vil eg loyva mær at koma við nøkrum hugleiðingum, nú aftur stundar til býráðsval. Haldi væl ein kan loyva sær at siga, at samgongan, ið hevur sitið hesi fýra árini, ikki hevur virkað serliga væl. Varaborgarstjorin er farin úr býráðnum og ein annar limur for úr sam­ gonguni. Setan hevur eisini verið eyðkend av eini rúgvu av samtyktum, sum eru broyttar fleiri ferð og oftani ikki førdar út í livið. Kann nevna miðbýin, byggiloyvið til FK, ánirnar og nýtt býráðshús, sum nøkur dømir. Sjálvandi hevur býráðssamgongan ikki ávirkan á alt hetta aleina, men haldi tó ein kan siga, at alt ov nógvar avgerðir vera broyttar ferð eftir ferð, og so hendir onki. Orsøkin er, at málini sum oftast ikki eru búgvin at taka støðu til, tá ið tey verða løgd fram, og tí koma nógvar broytingar og aloftast meirkostnaður. Neyvari figgjarstýring Inntøkan hjá Klaksvíkar kommunu er bara vaksin hesi fýra árini, hóast tað, so stendur ikki ov væl til figgjarliga. Umsitingin er alt ov dýr í mun til inntøk­ urnar, lesi at raksturin er settur til 100 milliónir komandi ár, og at bert 17 milliónir eru eftir til íløgur. Hetta vísir, at stýringin av útreiðslunum ikki er nóg neyv, tí seinastu árini hava millum 40 og 60 milliónir verið avsettar til íløgur hvørt ár. Farið er undir at útbýggja Ósaskúlan, og spurningurin er, um henda útbyggingin ikki fer avstað við øllum 17 milliónunum, ið eru til íløgur. Minnist meg rætt, so kostar útbygg­ ingin av Ósaskúlanum 20 milliónir um árið. Færri avgerðir – meira verksetan Ikki bara hetta býráðið, men eisini undanfarna, samtykti eina rúgvu av málum, ið ikki vera sett í verk, fyrr enn fleiri ár seinni. Ruddast eigur upp í hesum samtyktum. Eitt komandi býráð eigur at velja sær nøkur fokusøkir út og nýta orkuna at fáa tey framd. Tað er betur at nýta tíðina at fyrireika hesi mál væl og virðiliga, innan tey vera útint, heldur enn bara at samtykkja uppskot, ið ofta ikki eru búgvin at samtykkja. Býráðsarbeiðið skipast betur Haldi eisini, at sjálvt býr­ áðsarbeiðið kann skipast betur. Ein komandi sam­ gonga eigur at umhugsa færri nevndir við fleiri málsøkjum og einfaldari umsiting. Sama mál skal minst møguligt endurtakast í fleiri nevndum. Tey stóru málini eiga at fáa eina heildarviðgerð og ásett eigur at verða, hvørji mál ikki nýtast viðgerð í býráð­ num, men bara í viðkom­ andi nevnd. Finna kjarnuøkini Við góðu samferðslumøguleikunum, ið vit hava í dag, er tað ikki so týdningarmikið at allir borgarar arbeiða í kommununi. Tað ið hevur týdning, er at skapa trivnað so borgarnir velja at búgva og gjalda sín skatt í Klaks­ vík. Tað skal vera sjálv­ sagt, at ein fær grundøki, barnaansing og ein góðan skúla, um ein setur búgv í Klaksvík. Mín hugsan er, at fokusøki nummar eitt skal vera mentan og trivn­ aður, tí tað er í heilt stóran mun viðvirkandi til, hvar fólk í dag velja at búseta seg. Hetta øki hevur verið ov lágt raðfest eftir míni metan. Eldraøki hugsast av nýggjum Hetta øki er ein syrgilig søga seinastu fýra árini. Fyrst feldi býráðið upp­ skotið frá undirritaðu um at byggja eldraheim í Klaksvík hóast stóran tørv. Ístaðin var farið til Viða­ reiðis at byggja ellisheim og til Svínoyar at byggja eldrasambýli. Enn sæst onki til hesar verkætlannir, ið sannføra meg um, at tær gerast veruleiki. Eftir míni metan eigur eldraøki at hugsast av nýggjum. Eitt uppskot kundi verið, at bygt smærri eindir eftir Eden hugtakinum á báðum ørmunum og kanska eina eind í miðbýnum. Læknamiðstøðin Sum er, eru lítil útlit til at fáa kommunulæknaskipan­ ina at virka, og tí eigur eitt komandi býráð at fara í samráðingar við Klaksvík­ ar Sjúkrahús og finna eina betur loysn saman við teimum. Greiðar visiónir Vit eru øll góð við Klaks­ víkina. Hon hevur uppi­ borðið at fingið eina nýggja byrjan við greiðum málum fyri, hvussu vit tryggja vøkstur og fram­ burð í Klaksvík. Klaksvíkin tørvar eina nýggja byrjan Eyðgunn SamuElSEn Eg setti meg niður leygar­ dagin seinnapartin at lesa tíðindabløðini, fyrst tók eg eitt upp í hondina, har stóð um søldfirðingin Victor Danielsen, sum livdi mesta partin av lívi sínum í Fugla­ firði. Har varð greitt frá lívi hansara, og nú var ætlanin at seta eina standmynd av honum í Fuglafirði. So tók eg eitt annað blað í hondina, har stríddist ein ungur granskari við menn­ ingarlæruna, hesin maður hevur roynt at læra okkum føroyingar at Bíblian er ikki Guds orð, men bert onkur orð, søgd um Gud. Í einum triðja blaðið royndu nøkur fólk at siga frá sínum sjónarmiðum um gudloysi, og hví tað er neyðugt at hava eitt felag sum eitur Gudloysi. Eg legði bløðini frá mær og setti meg at hugsa. Hvat fær ein ungan mann til at nýta sínar kreftur, sítt vit og skil upp á at royna at sáa iva um Gud og hansara orð? Er tað veruliga ein missión í tí, at fáa komandi ættarlið til at ivast um ein almáttugan Gud? Hvat skal setast í staðin? Hvat hevur felagið Gudloysi at bjóða, tá ið menniskjur koma í sálarneyð, ella um tey koma út fyri eina stóra sorg í livinum? Er tað betri at ganga í myrkri, enn at ganga í ljósi? Tað er óhugnaligt at hugsa um, at tað eru fólk sum vraka Gud, tí gudloysi er betur. Vit sum trúgva á Gud, trúgva eisini at hann er skapari alheimsins, Danska skaldið Hans A. Brorson (1694­1764) var farin ein túr við syni sínum ein vakran summarmorgun, drongurin spurdi pápan, hvussu vit í veruleikanum kundu vita nakað um Gud, tí eingin hevði sæð hann. ”Jú,” segði Brorson ”hann sendi okkum Jesus, og hann segði okkum um Fað­ ir sín, men hygg rundan um teg, so sært tú hansara skaparaverk, so kennir tú hansara nærveru.” Um kvøldið yrkti Brorson sálmin: ” Op al den ting, som Gud har gjort, Hans herlighed at prise, det mindste, han har skabt, er stort, og kan Hans magt bevise. Gik alle Konger frem på rad, i deres magt og vælde, de magted ej det mindste blad at sætte på en nælde.” ”Gud er Gud, um land alt legðist oyði, Gud er Gud, um menniskj­ an øll doyði,” sang norski presturin Petter Dass, og soleiðis er tað, líkamikið hvat í menniskjur finna uppá at siga ella skriva. Hví skulu vit trúgva meira uppá granskarnar, fyri tí um teir siga okkurt, vit vita jú hvussu ósamdir teir eru, ein pástendur eitt og annar eitt annað um sama evni, tað sigur bara hvussu ótrygt tað er at líta á menn­ iskjans metingar. Jeremias 10.10 sigur:”Men Harrin er Gud av sonnum, Hann er livandi Gud og ævigur Kongur og vreiði Hansara fær jørðina at nøtra.” Eg taki blaðið við grein­ ini um Victor Danielsen aftur í hondina, og tað vekjur minni at lesa mangt av tí sum har verður skriv­ að. Eg minnist hann væl, hann varð giftur við fastir míni. Hann kom ofta til Søldarfirðar og hevði møti har, at sita og lurta eftir honum var nakað heilt serligt, hesin maðurin, sum langt frá var nøkur kempa á at líta, var ein kempa tá hann lat munnin upp. Við síni sterku, kláru rødd segði hann okkum frá Kristi kærleika og heitti á tey ungu um at taka henda boðskapin til sín. Vit elsk­ aðu at lurta eftir honum, og vóru vit í Fuglafirði og hann ikki var á møti, so kendist tómrúmið ógvuliga stórt. Hugsa sær til, hann gjørdi hetta valið sum ein ungur drongur, at hann skuldi boða øllum føroy­ ingum gleðiboskapin um Jesus, hann ferðaðist um allar oyggjarnar og var í øllum bygdunum í landin­ um og talaði og sang. Um vit nú hugsa okkum til, at hann ikki hevði valt hetta, hvussu nógv ørðvísi hevði mangt kanska ikki verið, um hann í staðin hevði valt at sagt føroyingum, at Guds orð er tvætl, at tað eru bara nøkur væl saman sett orð um ein Gud, sum vit ikki kunnu líta okkum á og at gudloysi er tað ein­ asta rætta. Tað eru smá hundrað ár síðani Victor byrjaði sína tænastu, hvussu stóra sign­ ing tað hevur verið til og hvussu stóran ávøkst tað hevur borið, fáa vit eina ferð at vita. Tað kundi ver­ ið áhugavert at vita, hvussu nógv gott fer at spyrjast burturúr boðanini um, at Guds orð, bert eru tóm orð og einasta vónin hjá menn­ iskjum er gudloysi. Gudsótti - Gudloysi maria JacobSEn Umleið tvær ferðir um árið kanst tú fáa heimavitjan av starvsfólki hjá kommun­ uni. Endamálið við vitjan­ ini er m.a. at skapa trygg­ leika, upplýsa um tiltøk og stuðulsmøguleikar og at forða fyri, at smáir trupul­ leikar vaksa til stórar trupulleikar. Soleiðis stendur ímillum annað skrivað á heimasíð­ uni hjá Torshavn.fo. Sera skilagott haldi eg. Hattar boðar frá at okkara eldru borgarar kunnu føla seg trygg og fáa vegleiðing um stuðulsmøguleikar o.s.fr. Trupulleikin er bara tann, at tað eru ikki nokk av stuðulsmøguleikum. Hoyrdi nú ein dagin um eina eldri konu, ið fyri stutt­ um hevði eina slíka heima­ vitjan. Tað hon fekk at vita var ikki at nú fekk hon meir hjálp, sum hon hevði brúk fyri, nei hon fekk at vita, at nú kundi hon ikki longur fáa heimhjálp tvær ferðir um mánaðinn, sum hon plagdi, tí tað skuldi sparast. Men hon kundi fáa eitt telefonnr. hjá einum reingerðingsfirma, men hon mátti sjálv gjalda. Er tað soleiðis vit vilja fara við okkara gomlu? Er tað har vit skulu spara? Eg haldi at hattar líkist ongum. Hjálpin til tey heima­ búgvandi gomlu er heldur ikki nøktandi. Og tað sum skuldi verða gott (at hava eitt eldri fólk búgvandi, sum ein er góður við) blív­ ir ein plága, báði fyri fólk­ ið og avvarandi familiu. Familian er útbrend (tí tað fæst ikki nóg góð hjálp) og gongur við ringari sam­ vitsku, tí tey eru móð og hava ikki yvirskot til tað gamla stakkals fólkið, sum bara følir seg til ”fortreð” Tað kann ikki verða meiningin. Ítróttarhallir, fimleika­ hallir, rennibreyt og fót­ bóltsvallir og hvat veit eg, alt gott um tað. Men tað má ikki verða so at sam­ stundis sum vit eru á sera høgum støði tá tað snýr seg um ”facetilitetir” á ítróttarøkinum, eru vit á sera lágum støði, tá tað snýr seg um eldrarøkt. Tey eldru hava bara tað besta uppiborið, tað mugu vit ikki gloyma. Tað eru ikki øll ið íðka ídrátt, men um einki óvæntað hendir, blíva øll gomul. Tey eldru hava tað besta uppiborið Jóna mortEnSEn viðmerkingar