Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 188 - 1. oktober 2008 rakstrarkunngerð er ásett, at um farið verður undir nýggj virkir, sum hava við alifisk at gera, skal fjar­ støðan til verandi aliøki verða í minsta lagi 2,5 km. ­ Hetta er umráðandi at vita, metir stovnurin, nú fleiri virkir kanna møgu­ leikarnar at fara undir virking av aldum toski. Tað eru soleiðis bert virkir, sum liggja uttanfyri hesa fjar­ støðu, sum kunnu fara undir virking av aldum fiski. Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan leggur dent á, at stovnurin hevur ikki heimild til at víkja frá hesum frá­ støðukrøvum. ­ Verandi alivirkir kunnu liggja 1 km. frá aliøkjum, men hetta er treytað av, at frárensluvatnið verður sótt­ reinsað eftir góðkendari mannagongd og við góð­ kendari útgerð, sigur Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan. Bókstaviliga tikið Sambært viðlagda korti sum lýsir, hvar aliøkini kring landið eru, er tað ein spurningur, um fleiri av kryvjivirkjunum og góðsk­ ingarvirkið á Glyvrum og í Klaksvík, yvirhøvur lúka treytirnar í nevndu kunn­ gerðum. Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan sigur nevniliga, at verandi alivirki kunnu liggja 1 kilometur frá ali­ økjum, men at hetta er eitt nú treytað av, at frárenslu­ vatn verður sóttreinsað – við góðkendari manna­ gongd og við góðkendari útgerð. Men hyggja vit nærri at kortinum, liggur neyvan nak­ að av verandi kryvji­og góðskingarvirkjum uttan fyri henda eina kilometurin. - Tað eru helst mong, sum ikki vita, at nærum somu krøv eru galdandi fyri virking av aldum toski sum fyri virking av aldum laksi og sílum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Soleiðis, sum eg skilji kunngerðirnar, sum Heilsu- frøðiliga Starvsstovan vísir til, kann aldur toskur bert virkast í Hvalba og í Sand- oynni, men tey virkini hava ikki nøktandi skipan við reinsing av frárensluvatni, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joensen Aling/virking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Annað av feløgunum, sum higartil er farið undir at ala tosk í Føroyum, er Faroe Salmon, sum er undir samtakinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, og soleiðis er hetta felag um móðurfelagið eisini limur í Føroya Havbúnaðarfelag. Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, sigur, at hann kennir kunngerðirnar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir til, og sum vit umrøða í hinari greinini á hesi opnu. ­ Vit høvdu kunngerðina um fjarstøðu frá kryvjing og virking til aliøkini til hoyringar, tá hon kom í gildi. Tá hugdu vit eftir, hvar virkini liggja í mun til, hvar aliringarnir liggja, og vit staðfestu, at hesir virkir lógu meira enn henda eina kilometurin frá táverandi aliringum. Ragnar sigur, at sambært kunngerðini skulu nýggj virkir, sum kunnu hugsast at vera bygd til kryvjing ella virking av alifiski, liggja 2,5 kilometrar frá aliøkjum. ­ Hetta hevur so ikki verið aktuelt enn, og tí hava vit í mínari tíð sum formaður í Føroya Havbúnaðarfelag ikki gjørt nakað serligt burtur úr hesum, sigur hann. Ragnar ásannar tó, at sambært kunngerðunum kann tað gerast trupult at fáa alda toskin til kryvjingar, virkingar ella goymslu á verandi virkjum, um tey skulu lúka treytirnar fyri virking. ­ Sum eg dugi at síggja, kann talan bert verða um virkir í Sandoynni og í Hvalba, sum liggja uttanfyri nevndu fjarstøðu frá aliøkjum. Formaðurin í Føroya Havbún­ aðarfelag vísir á, at vanlig fiskavirki ikki hava somu reinsiskipan til frárensluvatn sum virkir, ið fáast við alifisk hava. ­ Vanlig fiskavirki hava reinsi­ skipanir, sum syrgja fyri, at frárenslið ikki skal dálka ov illa, men tey hava ikki sóttreinsiskipanir á sama hátt, sum virkini, ið fáast við alifisk, leggja hann aftrat. Sosialurin kann skoyta uppí, at sambært kortinum yvir aliøkir og fjarstøðu, er líkt til, at virkið hjá Faroe Seafood á Toftum liggur uttanfyri nevndu 2,5 kilometrarnar frá aliøki. Í síni kunning á heimasíðuni sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at góðkenningar skulu til, áðrenn nakað virki yvirhøvur kann arbeiða alifisk, antin tað er laksur, síl – ella aldur toskur. Góðkenningar skulu eisini til, áðrenn nakar sum helst flutningur kann fara fram av aldum toski. Lesið eisini hina greinina á hesi opnu, sum umrøður nevndu kunngerðir. Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag Mynd: Álvur Haraldsen Hetta er ein trupulleiki… Loyvt at skjóta skarv og svartfugl Í dag er fyrsti dagur, har loyvt er at skjóta skarv og svartfugl. Hetta er soleiðis ein dagur, sum nógvir hava glett seg til. Í nátungatíðini, tá bátar vanliga stima víða um millum firðir og sund, sást nógvur svartfuglur, og eitt nú norðanfyri var heilt nógv at síggja. Hetta hongur væl saman við, at Fiskirannsóknarstovan í sínum kanningum hevur sagt, at meira er at síggja av nebbasild undir Føroyum enn seinastu mongu árini. Eisini hevur verið staðfest, at nógv er til av plantu­og djóraæti á landgrunninum.