mikudagur 1. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 188 - 1. oktober 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Fyri hvørjar 10 minuttir, sum gingu, uttan at teir høvdu skorað,
taldu vit seinastu sekundini í felag og gjørdu so eitt ordans brøl
Birgir Sondum
Saman við FSF
hevur Miðlahúsið
sett sær sum mál at
fylla Tórsvøll, nú
Eysturríki kemur á
vitjan
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
805 áskoðarar móti Rumen
ia var ikki nøktandi. Ikki
minst hjá spælarunum var
talan um vónbrot, at stuðul
in var somikið fámæltur til
seinasta heimadystin.
Nú kemur Eysturríki á
vitjan, og eingin ivi er um,
at hetta er nakað, sum eigur
at kunna økja um føroyska
12. mannin. Ein 12. maður,
sum á einum góðum degi
kann lyfta liðið móti næstu
veruligu sensatiónini, sum
vit nú hava bíða eftir eftir
so leingi.
Tað snýr seg um at økja
um áhugan. Snøgt sagt at
hypa dystin upp og fáa fólk
at trúgva, at vit kunnu skapa
sensatiónina einaferð aftur
at, sigur Jonhard Hammer,
stjóri á Rás2.
Men skulu vit tað, so er
eisini neyðugt, at vit stuðla
teimum 11, sum eru á vølli
num. Eg var sjálvur við í
Landskrona, tá vit vunnu
móti Eysturríki, og tað var
ein heilt fantastisk uppliv
ing, og okkara mál er at end
urskapa hesa, segði Jonhard
Hammer millum annað, tá
hann var gestur á Rás2 í
morgunsendingini.
Berbatov
søkti AaB
Dimitar Berbatov
gav tvær orsøkir
til, at Manchester
United brúkti 300
milliónir upp á
seg. Og á útivølli
hálvkiksaði
Juventus móti
Borisov úr
Hvítarusslandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ensku meistararnir komu
sær ikki í óvæntaðar
trupulleikar, tá Manchest
er United í gjárkvøldið
vitjaði AaB á Aalborg
stadion.
Hóast AaB í løtum var
væl við í dystinum, so
var meira ella minni
klassamunur á liðunum,
og tað var uppiborið, at
Rooney legði gestirnar á
odda. Tað skuldi tó eitt
stórt
verjumistak
til,
áðrenn Dimitar Berbatov
kundi punktera dystin
við málinum til 20, og
tá hann seinni økti til 30
var hetta kanska at rokna
sum fyrsta avdragið upp
á tær 300 milliónirnar,
sum Manchester United
hevur goldið fyri hansara
tænastu.
Aðrastaðni
var
tað
óvæntað, at Juventus
mátti taka til takkar við
22 javnleiki í Hvítaruss
landi móti Borisov, með
an Arsenal veruliga ress
aðist eftir eyðmýkjandi
21 tapi móti Hull um
vikuskiftið. Hesa ferð
við greiðum 40 sigri
móti Porto.
Úrslitini týskvøldið
AaBMan Utd 03
VillarrealCeltic 10
FiorentinaSteaua 00
Bayern MLyon 11
ArsenalPorto 40
FenerbacheDynamo
Kiev 00
ZenithReal Madrid 12
BorisovJuventus 22
Dystir mikukvøldið
ClujChelsea
BordeauxRoma
Famagusta
Panathinaikos
InterWerder Bremen
ShakhtarBarcelona
LiverpoolPSV
Atletico M.Marseille
Sporting L.Basel
Morreyðu troyggj
urnar, føroysku húgv
urnar og hvítbotnaðu
gummiskógvarnir
skaptu móta, tá
eitt óvæntað stórt
ferðalag fyri 18 árum
síðani setti kós móti
Landskrona
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Millum teir á leið 1.400
áskoðararnar, sum vóru í
Landskrona tað minniliga
heystarkvøldið í 1990, var
eisini Birgir Sondum. Og
hjá honum er eingin sum
helst ivi um, at hetta var
størsta upplivingin, sum
hann hevur havt saman við
landsliðnum.
Tað er als eingin ivi um
tað. Tað mundu ganga mán
aðir, áðrenn tú veruliga fat
aði, hvussu stór hending
hetta var, og enn í dag
kunnu fólk spyrja »vart tú
eisini har?«. So tað er eing
in ivi um, at hetta er nakað,
sum hevur nomið djúpt við
allar føroyingar.
Stuttligur túrur
Og søgurnar eru mangar, tá
Birgir greiðir frá ferðini,
sum byrjaði við Føroyinga
húsið í Keypmannahavn.
Talan var í veruleikanum
um brúðarferð, tí eg var júst
giftur. Men konan var upp á
vegin, so hon kom slettis
ikki við.
Men vit skuldu so øll
møtast í Føroyahúsinum.
Hvørji klæði vit skuldu í,
vistu vit ikki reiðiliga. Tjóð
búnin var kanska dekan ov
fínur til endamálið, so tað
endaði við, at vit fóru í mor
reyða troyggju, hvítbotnað
ar gummiskógvar og før
oyska húgvu. Og uttan at
vita tað, skaptu vit við
hesum mest sum fasta
búnan hjá føroysku áskoðar
unum.
Og har var eitt sindur av
kaos, tá vit skuldu avstað.
Áhugin var nógv størri, enn
nakar hevði væntað, og tí
vóru alt ov fáir bussar til
áskoðararnar. Vit fingu so
fatur á fleiri bussum, og so
var bara at herja avstaðm,
sigur Birgir.
Róptu fyri hvørjar
10 minuttir
Og sjálvandi var talan eisini
um sera minniligan dyst.
Hetta stendur sjálvandi
oman fyri allar aðrar dystir,
sum eg havi verið til. Tað
varð jú roknað við, at
Eysturríki skuldi vinna eini
100, so fyri hvørjar 10
minuttir, sum gingu, uttan
at teir høvdu skorað, taldu
vit seinastu sekundini í
felag og gjørdu so eitt ord
ans brøl. Sum so høvdu vit
als ikki nervar, men eftir at
Torkil hevði skorað, gjørdist
heilt galið.
Og so var sjálvandi eitt
øgiligt ball á heimferðini.
Har var føroyskur dansur á
ferjuni til Helsingøt, og
komnir í land tømdu vit ein
heilan smyrjibreyðshandil,
tí mat máttu vit eisini hava.
Strøget varð sjálvandi eisini
hertikið, og danir – sum vit
jú skuldu hitta í næsta lands
dystinum – yvirgóvu seg
fult og heilt.
Eysturríki er serligt
Áhugin fyri landsliðnum
hevur kanska verið fallandi
seinnu árini. Men Birgir
Sondum ivast ikki í, at hetta
verður øðrvísi, nú vit aftur
spæla móti Eysturríki.
Fyrstu árini var eg til
nógvar útidystir, eins og eg
var til allar heimadystir. Tá
kendi eg eisini heilt væl
summar av spælarunum,
men tann parturin er sjálv
andi øðrvísi í dag. Men eg
vóni, at hesin dysturin veru
liga kann blásast upp til nak
að stórt, tí Eysturríki er ser
ligt. Kanska var tað spell, at
Hickersberger segði seg frá
sum venjara, tí tað kundi nú
verið stuttligt, um vit góvu
honum sekkin eina ferð
afturat. Men eg ivist onga
løtu í, at hetta er ein dystur,
sum veruliga kann motivera
spælararnar, og tað ikki
minni, nú talan eisini er um
seinasta heimadystin hjá
Jógvan Martini sum lands
liðsvenjara, sigur Birgir
Sondum.
Vit áttu Strøget
Skulu fylla stadion
Sum fótbóltsuppliving stendur tann 12. september 1990 oman fyri alt, sum Birgir Sondum hevur upplivað. Um 10 dagar er
møguleiki hjá dagsins føroyska landsliði at endurtaka bragdið
Mynd: Álvur Haraldsen