mikudagur 1. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 188 - 1. oktober 2008 ]
Kvinnurnar hjá Neistanum fingu gleið á
eftir steðgin, og so var ógvuliga avmarkað,
hvat Kyndil fekk gjørt við úrslitið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað endaði við stórsigri til Neistakvinnur, tá tær í gjár
spældu grannauppgerð móti Kyndli.
Undan steðginum hevði Neistin tað annars alt annað
enn lætt, men tær megnaðu tó at fara frá 10-10 til 13-
10 seinastu fimm minuttirnar undan floytinum.
Eftir steðgin skrædnaði tó veruliga millum partarnar.
Neistin økti javnt og samt um leiðsluna, og tað
eydnaðist ongan tíð Kyndli at svara tað allar minsta
aftur. Eisini tí Neistin við eini bakketu, sum nú kann
skjóta útifrá, tykist hava fleiri streingir at spæla uppá,
enn tær høvdu í fjør, tá liðið kanska var besta kontra-
liðið í landinum, men har tær sjáldan megnaðu at
leggja spælið um.
Hjá Kyndli var talan um næsta stórtapið á rað, og tí
er einki at ivast í, at venjararnir báðir hava nógv at
arbeiða við, um finnast skal aftur á góðu kósina, sum
liðið legði seg á í fjør.
Aðalskrivarin hjá
FSF váttar, at áhugin
fyri heimadystinum
hjá Føroyum móti
Eysturríki er væl
størri, enn hann
vanliga er fyri
føroyska landsliðnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað sendi ein skelk gjøgnum
allan
fótbóltsheimin,
tá
føroyska fótbóltslandsliðið
tann minniliga 12. sep-
tember í 1990 vann 1-0 á
Polster, Rodax og hinum
stjørnunum hjá Eysturríki.
Talan var um fyrsta fetið
hjá Føroyum í altjóða undan-
kapping, og hóast nógv
vatn er runnið í ánna tey 18
árini síðani tað, so er áhugin
framvegis stórur fyri før-
oyska
landsliðnum.
Og
áhugin er ikki minni, nú
Føroyar hava møguleika at
endurskapa sensatiónina, tá
Eysturríki kemur á vitjan
um 10 dagar.
- Tað er altíð eitt sindur at
gera í sambandi við lands-
dystir, men hesa ferð er
talan um óvanliga nógvar
fyrispurningar.
Líka
úr
Japan hava fjølmiðlar víst
dystinum ans, og eingin ivi
er um, at júst hesin dysturin
vekir minnir so øgiliga
nógva aðra staðni enn bara
í Føroyum.
Hvussu stórur føroyski
áhugin er, ber illa til at siga,
fyrr enn vit síggja fjøldina,
sum leitar sær á Tórsvøll
annan leygardag. Dagurin í
dag markerar tó bryjanina
til ætlanina hjá Miðlahús-
inum um at fylla Tórsvøll,
og tað er eitt átak, sum FSF
tekur ímóti við opnum
ørmum.
- Eg haldi tað vera ómeta-
liga gott, at Miðlahúsið
tekur stig til eitt slíkt átak.
Tað er eingin ivi um, at
spælararnir hava stóran tørv
á stuðlinum, sum ein stór
og íðin áskoðarafjøld kann
geva. Tað kann hava við
sær, at orkan verður tað lítla
pettið eyka, sum er so
alneyðugt í slíkum dystum.
So tað er sjálvandi mín vón,
at hetta er eitt átak, sum fer
at eydnast væl, sigur Ísak
Mikladal.
Ætlandi verður nú sett á
stovn felag, har limirnir
fáa møguleika at læra
japanska samurai-fikting
Kendo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í skrivi sigur Dansk Traditionel
Kendo Forbund, at tey nú leita
eftir persónum, sum kunnu vera
við til at stovna eina føroyska
deild av felagnum.
Kendo er japansk fikting,
sum hevur sínar røtur í samurai-
siðvenjuni. Og við at stovna
eina føroyska deild er ætlanin
at stovna eina føroyska deild,
sum kann víðka um útbreiðsluna
av ítróttini.
Í skrivinum verðu at enda sagt,
at føroyingar, sum hava áhuga í
at stovna eina føroyska deild, eru
væl komnir at venda sær til
danska felagið. Upplýsingar um
felagið kunnu annars síggjast á
www.kendo-dk.org.
Enn er einki felag fyri Kendo í
Føroyum, men hetta skal ætlandi
setast á stovn í næstum
Vónandi verður hetta sjónin, sum bíðar føroysku spælarunum, tá teir trína inn á Tórsvøll um 10 dagar
Neistin-Kyndil 30-17 (13-10):
Kyndil aftur
fyri stórtapi
Neistin-Kyndil 30-17 (13-10)
10 min: 4-3
20 min: 7-7
40 min: 20-14
50 min: 24-15
Málskjúttar
Neistin: Trine Mayland 7(1), Anja Heinadóttir 6,
Anne Kyldævald 5(1), Nicoleta Radu Hansen 4,
Elin Staksund 3, Annika Ljósstein 2, Unn Krages-
teen 2, Heidi Maria Akselsen 1
Kyndil: Marina Zilko 6, Jacklin Durhuus 5, Linda
Johannesen 2, Rakul Napoleonsdóttir 2, Jórun
Ludvig 1, Barbara Egilstrøð 1
Brotskøst: Neistin 4
Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt)
FAKTA um dystin
Heimurin fylgir
við Føroyum
Scholes mátti skaddur út
Bert 16 minuttir vóru farnir av dystinum millum AaB og
Manchester United, tá Paul Scholes noyddist at fara av
vøllinum. Talan var um liðbandsskaða í knænum, og
venjarin hjá europisku meistarunum, Sir Alex Ferguson,
óttast, at talan verður um drúgvan steðg. – Vit vita enn ikki,
hvussu álvarsligur skaðin er, men talan er um liðbandsskaða
í knænum, og so mugu vit síggja, hvussu hetta spælir av.
Flo steðgar
38 ára gamli Håvard Flo, sum millan annað hevur gjørt um seg
í AGF, Werder Bremen og Wolverhampton, gevst nú við
fótbólti. Luft- og kropssterki áleyparin hevur síðani 2001 spælt
við Sogndal, har hann eisini hevur skotið nógv mál – sjey í sjey
dystum hetta kappingarárið – sigur nú, at hann leggur
gaggurnar á hillina- Kanska kundi eg trýst kroppin til eini tvey
ár afturat, men fyri teir, sum skulu taka við eftir meg, er helst
lættast, um steðgi her og nú, sigur Flo við NRK.
Stovna føroyskt Kendo-felag