mikudagur 1. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 188 - 1. oktober 2008
tíðindi
Glað andlit
í Tinganesi
Myndir: Jan Müller
Tíðindafundurin í Tinganesi seinasta fríggjadag var meira enn
bert útnevning av nýggjum landsstýrisfólkum. Hetta var eisini
dagurin, tá nýggju landsstýrisfólkini kundu gleðast saman við
sínum næstu, vinum og kenningum og ikki minst floksfeløgum.
Nú tríggir stórir flokkar manna nýtt landssstýri við ikki færri
enn níggju landsstýrisfólkum, so var hetta eisini orsøkin til, at alt
Tinganes var pinnpakkað henda dagin. Her nakrar av myndunum
frá hátíðarløtuni í Tinganesi, tá ABC skútan fór av bakkastokki.
Hans Pauli Strøm saman við
konu og dóttur
Fyrrverandi løgmaður
og fyrrverandi
løgmansevni