Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 01. okt. 2008 MIÐvIkaN 25 at tað var honum ein fragd at fara illa við teimum. Øll ræddust hann. Eg hevði ongantíð sæð mannin, visti ikki hvør hann var, men eg hevði hoyrt nógv um hann. Eitt kvøldið fór eg niðan á sjúkrahúsið at fáa fatur á læknanum, sum hevði vakt. Hann var inni á skriv­ stovuni. “Veist tú, hvør tað er sum situr úti á gongini?” spyr hann meg. Nei, tað visti eg ikki. Har sita tríggir menn á einum beinki, sigur hann. Ali Musa situr í miðjuni. Tá ið eg hevði gjørt míni ørindi fór eg út. Eg heilsaði uppá menninar og spurdi, um tað var nakað, eg kundi hjálpa teimum við. Nei, teir bíðaðu bert eftir onkrum, sum var inni á deildini. So tað var í lagi. Nú hevði eg so sæð Ali Musa og visti, hvussu hann sá út. Morgunin eftir var andakt hildin sum vant úti á verandaini, áðrenn arbeiðið byrjaði. Tá ið andaktin var liðug, fór eg sum vant at býta traktatir og bíbliupartar til fólkið. Eisini hesa ferð varð troðkan um meg, tí øll vildu hava. Mong rættu hendurnar fram móti mær og søgdu: “Gev mær!” Áðrenn eg visti av, stóðu Ali Musa og tveir høgir menn frammanfyri meg. “Vilja tygum ikki eisini hava Guds orð?” spurdi eg og rætti honum tveir ella tríggjar bíbliupartar. Hann ypti øksl og fór framvið mær. Men so knappliga vendi hann sær á og segði. “Tað er í lagi, lat meg fáa”. Hann tók ímóti teimum og fór so víðari inn á sjúkrahúsið. Fólk sóu og undraðust stórliga. Hetta var heilt ótrúligt, at hesin maður hevði tikið ímóti Guds orði! Hesi tíðindi kom runt í býnum, at Elsa hevði givið sjálvt Ali Musa Guds orð. Fólk komu til mín at vita, um hetta veruliga passaði. Eg frætti so ongantíð aftur, um Ali Musa las orðið, hann hevði fingið. Stutt eftir flutti hann frá Arba Minch til eitt annað stað at arbeiða. Vitjan av Mengistu Ein dagin fingu vit sjálvan for­ setan Mengistu Haile Mariam á vitjan. Á eini rundferð í landinum var hann komin til Arba Minch. Her var ikki so nógv at síggja, so vitjan á sjúkrahúsinum varð løgd inn í skránna. Á gongini var eitt borð, har tað lógu bíbliur og annar kristin lesnaður, sum vit seldu bíliga. Tað vísti seg nevniliga, at fólk virðismettu meira tað, tey keyptu, enn tað, tey fingu fyri einki. Fleiri hildu, at hetta kundi ikki bera til at hava hetta tilfar liggjandi opið frammi við júst hesi vitjanini. Tað kundi vera sum at vísa hundi brand at lata fremstu ímyndina av atsóknunum móti teimum kristnu síggja eina Bíbliu. Tað vóru fleiri, sum mæltu til at rudda borðið. Men hetta segði eg nei til. Tað var eingin grund til at dylja sjálva orsøkina til, at vit vóru her. Soleiðis gjørdist tað eisini. Mengistu og hansara fylgi fóru framvið borðinum uttan at látast um vón. Í samband við hesa vitjan vóru øll møgulig trygdartiltøk sett í verk. Slíkir despotar eru jú altíð ræddir fyri, at onkur fór at liggja teimum eftir lívinum. Eitt av trygd­ artiltøkunum var, at øll trø á sjúkra­ hússøkinum, har forsetin skuldi koma framvið, skuldu málast hvít upp í manshædd. So var lættari at síggja, um onkur snigskjútti krógvaði seg aftanfyri trøini. Sum tað hevur verið greitt frá fyrr var Mengistu, sum hann vanliga varð kallaður ein harður harri. Hann var føddur í 1937. Pápi hansara var ein trælur, ættaður úr Konso. Tað at hann hevði Mariam til eftirnavn segði eisini, at hann var av ætt, sum var koptisk kristin. Haile merkir kraft, so seinni partur av navninum merkti “kraft Mariu.” Sum majorur luttók hann í kvettinum í 1974. Aftaná at keisarin var avsettur, gjørdist hann næstformaður í fyribils hernaðarráðnum, har formaður var tann meira hógligi generalurin Andom. Mengistu fekk skotið Andom og nógvar aðrar á hansara veingi. Nýggjur formaður gjørdist generalurin Benti. Men hann fekk Mengistu eisini skotið. Tá gjørdist hann sjálvur formaður, og hann fekk alt valdið. Sum tað skilst, var tað ikki av ongum, at Mengistu varð kallaður “slaktarin frá Addis Abeba.” Í 1991, tá ið hann misti valdið, rýmdi Mengistu til Zimbabwe, har tann lítið mætari Robert Mugabe hevur hildið hondina yvir honum. Tað verður sagt, at Mengistu hevur verið Mugabe ein hollur ráð­ gevi í hansara kúgan av fólkinum. Mengistu er dømdur til deyða in absentia í heimlandinum fyri fólkamorð, men Mugabe hevur noktað fyri at útflýggja hann. Spurningurin er nú, hvussu tað verður, nú Mugabe er við at missa valdið. Konur í Konso farnar á skúlabonk Konurnar bera á bakinum og menninir á høvdinum Bátur brúktur til at fiska við og til fólkaflutning