Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 26 nr. 188 • 01. okt. 2008 Á hospitalinum í Arba Minch, har eg arbeiddi, var ein sjúkrahússtjóri, sum æt Dana. Eg var yvirsjúkrasystir, so vit arbeiddu nógv saman. Hann byrjaði at arbeiða á sjúkra­ húsinum í 1978, sum eg kom í 1977. Hann var heldur lág­ vaksin og fryntligur at koma á tal við. Tey søgdu, tá ið hann kom, at hann var ein trúgvandi maður, og at hann av hesi orsøk hevði sitið í fangahúsi Vit arbeiddu væl saman og samtalaðu ofta um tey ymisku viðurskiftini á sjúkrahúsinum. Stundum tyktist mær kortini, at hann var eitt sindur ótryggur og varin, serliga tá ið fólk kom inn á skrivstovuna. Eg var glað fyri at hoyra, at hann var trúgvandi. Vit plagdu at hava morgunandaktir úti á verandaini fyri starvsfólki og sjúklingum, sum komu til ambulanta viðgerð. Afturat teimum vóru tey avvarð­ andi, sum kundu vera nógv. Ofta var tað langur vegur at bera, og tað kravdi nógv fólk, tey kundu vera upp til 10­15, sum skiftust um at bera. Har kundu vera eini 200 fólk, ið lurtaðu. Hátalarar vóru inn á sjúkrahúsið, so inniliggjandi og starvsfólk inni eisini kundu hoyra. Vit skiftust um at halda andakt­ ina. So spurdi eg Dana ein dagin, um hann ikki kundi halda andakt. “Nei,” segði hann stutt. Tað var í lagi, og so varð ikki sagt meira um tað. Men so hoyrdi eg, at hann var farin at arbeiða saman við komm­ unistunum og var í hóslag við teir, sum píndu tey kristnu og settu tey í fangahús, men hetta fekk eg meg tó ikki til at trúgva. Dana verður tikin av sínum egnu Ein dagin, vit koma til arbeiðis, frætta vit, at løgreglumenn høvdu verið um náttina. Teir høvdu tikið Dana og sett hann fastan. Eg var illa við, tá ið eg frætti hetta Seinni um dagin kom onkur inn á skrivstovuna og segði við meg, at teir eru komnir við Dana. Hann var staddur á sjúkrahúsinum, og eg fór inn til hansara. Løgreglumenninir vóru komnir við Dana hendan morgunin til tess, at hann kundi geva arbeiðið, sum hann hevði á sjúkrahúsinum, yvir til ein annan, sum skuldi avloysa hann. Hetta gjørdist onkur annar, sum arbeiddi á sjúkrahúsinum. Eg gloymi ikki ta sjón, sum eg sá. Dana sat við borðið, har hann plagdi at sita. Hann var so ólíkur sjálvum sær, og hann sá so hjart­ kiptur og ólukkuligur út. Hann var skóleysur. Alt hárið var rakað av høvdinum, eyguni vóru innfallin, og hann sá bangin út. Eg heilsaði uppá hann men kundi ikki siga so nógv. Tað stóð ein hermaður við byrsu undir liðini á honum. Eg segði nøkur orð við hann um at “tú kennir vegin.” Kona hansara sat í einum horni við einum lítlum barni. Eisini hon sá rædd út. Eg sigi við hann á enskum, so hinir ikki skuldu skilja tað: “Skal eg geva tær eina bíbliu?” “Nei,” sigur hann á enskum, “men gev konuni hana.” Tað gjørdi eg so beinan­ vegin, hon var eisini trúgvandi. Teir fóru so við honum, og hann varð settur í fongsul. Hann sat har í eini tvey ár. Hann var ákærd­ ur fyri at arbeiða ímóti landsins stjórn. Hann hevði verið í skeiva partinum. Dana kom nakrar ferðir til við­ gerð á hospitalinum, men hann var altíð umgyrdur av vaktum. Eg heilsaði uppá hann, men vit fingu ikki tosað saman. Eg fekk okkurt høvi til at teska til Dana, at vit biðja fyri tær. Hann segði bara takk, fekk ikki sagt nakað meira. Í fongslinum í Arba Minch vóru einir 400 fangar. Har vóru ræðu­ ligar umstøður. Tað vóru nógv, sum doyðu inni har, eisini tí tey fingu ov lítið at eta. Tað gingu ofta umfarssjúkur í fongslinum. Teir komu ofta við fangum at fáa viðgerð á sjúkra­ húsinum. Altíð vóru vaktir við. Eg keypti ein hóp av bíblium frá bíbliufelagnum í Addis Abeba fyri pengar úr Føroyum. So gav eg teimum bíbliur, men eg spurdi altíð teir, sum komu við fangun­ um, um eg kundi geva teimum bíbliur. Eg vildi, at alt skuldi ganga opið fyri seg, so eingin skuldi hava nakað at siga aftaná. Tað var altíð í lagi. Ofta vildu teir hava eina sjálvir eisini. Aftur á leiðina Men ein dagin kemur Dana og skal verða innlagdur á sjúkrahúsið. Vakt er við honum. Eg plagdi at koma niðan um kvøldini at hava andakt á stóru 16 manna stovuni, har hann lá, eins og eg hevði andakt á øðrum stovum eisini. Eitt kvøldið eg kom niðan á stovuna, har hann lá, var henda vaktin júst farin út okkurt ørindi. Tá eg skuldi fara avstað, veittraði hann meg yvir til songina. Hann vildi tosa við meg. Hann visti, at tað var ikki nógv tíð, tí vaktin kundi altíð koma aftur. So fortaldi hann mær: “Elsa, eg eri ein trúgvandi maður. Eg havi fyrst sitið í fongsli fyri Kristi skuld, og eg varð píndur og plágaður. Men tað var so ósigiligt, at eg kann ikki greiða frá tí, at eg slapp at líða fyri Krists skuld. Men tað, sum er hent nú, kann eg heldur ikki greiða frá. Hetta hevur verið so myrkt og so ræðuligt, at tað er ikki orð fyri tí. Eg fór burtur frá Jesusi og fór í hóslag við hesar, sum siga, at tað er eingin Gud. So settu teir meg í fongsul, og hetta hevur verið ein ræðulig tíð. Men so talaði Gud til mín. Inni í fongslinum var eitt pinkalítið koptiskt kapell. Eg visti, at har lógu bíbliur. So onkuntíð fór eg inn har at lesa í bíbliuni. Viðhvørt kom onkur annar og gjørdi tað sama. Men eg tordi ongantíð at spyrja teir nakað um kristindómin. Tað var ikki lætt at vita, um teir eisini vóru kristnir ella teir vóru njósnarar. Henda tíðin gekk so, og eg sá, at eg hevði svikið Gud. Eg rópti til Gud um fyrigeving. Eg trúgvi eisini, at eg havi fingið syndanna fyrigeving. Síðan hevur lívið verið nýtt fyri mær. Eg eri eitt Guds barn, og nú vil eg fylgja Jesusi, hvat tað enn kann kosta mær," segði hann. Hetta vildi hann siga mær. Eg kendi ein klump á hálsinum og tárini trýstu seg fram. Tíbetur kom vaktarmaðurin ikki aftur beinanvegin, so Dana fekk tíð at siga tað, hann hevði á hjartað. Tað hevði nú heldur ikki verið gamansleikur fyri Dana, um vakt­ in hevði sæð okkum tosa saman. Eg segði hinum kristniboðarun­ um frá hesum á okkara vikuliga bønarmøti, sum var sama kvøld. Hetta gjørdist tí eitt takkarmøti. Latin leysur So skuldi eg fara heim til Føroya, hetta var summarið 1980. Ein sunnumorgun beint áðrenn, eg skuldi fara í kirkju, nú stendur Dana í durunum. “Dana,” sigi eg, “er tú sloppin út úr fongslinum?” Ja, hann var sloppin út fyri nøkrum døgum síðani. “Eg havi hoyrt, at tú skal fara heim skjótt. Og eg vil so fegin hitta teg,” sigur hann. Vit sótu so saman eina góða løtu. Eg gav honum ein drekka­ munn, og vit lósu úr Bíbliuni. Kona hansara var alla hesa tíðina komin trúføst til gudstænasturnar á missiónsstøðini. So fór hann avstað. Hetta var 2­3 vikur áðrenn eg skuldi fara, og hann segði: “Eg komi aftur næsta sunnudag”, og tað gjørdi hann. Tá fingu vit aftur eina góða løtu saman. Hann segði, at hann skuldi koma aftur næsta sunnudagin, beint áðrenn eg skuldi fara heim, men tá kom hann ikki. Tá var okkurt komið í vegin. So fór eg heim til Føroyar, og kom út aftur eitt ár seinni. Tá kom eg at arbeiða í Yirga Alem, so eg visti einki um, hvar hann var. So var eg einaferð í Addis Abeba og fór í kirkju. Fólkini standa og práta uttanfyri aftaná gudstænastuna. Knappliga síggi eg eitt andlit, sum eg bar kenslu á. Eg hyggi uppá hann, og hann hyggur uppá meg, og nú síggi eg, at tað er Dana. Hann kemur leypandi yvir móti mær og vit hálsfevndust. Hetta var stórt! “Er tað tú Elsa?” “Er tað veruliga tú Dana? Eg havi ikki sæð teg í so nógv ár.” “Ja, nú havi eg tað gott. Eg gangi í kirkju hvønn sunnudag. Eg vil fylgja Jesusi eftir, kosta hvat tað kosta vil. Familjan býr nú í Addis Abeba.” Dana: Bæði fongslaður av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum Næstu ferð Nú kemur Elsa til Yirga Alem, har tey eisini merkja til harðræðið. Tá fer millum annað at verða greitt frá søguni um sangaran Tesfaye Gabiso, sum etiopisku myndugleikarnir ikki fingu niður við nakkanum. Tað er eisini ein spennandi og hugtakandi frásøgn Elsa tosar við foreldur um teirra sjúka barn Náttúran er stórsligin í Etiopia