Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 188 - 1. oktober 2008 Bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mercedes-Benz Marco Polo er ein góð loysn til tey sum ynskja sær ein kampingvogn, men vilja sleppa undan at hava ein vogn upp á sleip. Marco Polo er ein kombineraður familju og kampingbilur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ein av avleiðingunum av at nýggju lógirnar um ská­ setingaravgjøld av bilum komu í gildi 1. juni í ár, er at sonevndir autokamparar ella kampingbilar eru vorðn­ ir munandi bíligari at keypa. Hetta hevur við sær, at áhug­ in er vaksandi fyri hesum bilum. Bilurin, sum vit royndar­ koyra í dag er ein Mercedes­ Benz Marco Polo 2,2 CDI, ið er ein væl innrættaður kampingbilur. Talan er um ein bil, sum bæði kann nýt­ ast sum ein rúmligur fam­ iljubilur og sum kamping­ vognur at ferðast við og búgva í. Innrættingin er so liðilig, at so at siga alt ber til. Setr­ ini kunnu vendast, snarast ella leggjast niður, t.d. kunnu forsetrini snarast 180 stig og eitt borð setast upp, so kabinan verður sum ein hugalig stova. Setrini koyra á skinnarum og baksetrini kunnu í eini handavending gerast um til eina dupultsong. Við at lyfta takið upp verður lofts­ hæddin upp til 2.40 m, har sum tað er hægst. Sum eyka­ útgerð fæst eisini ein tak­ song í ”ovaru hædd” við plássi til tveir persónar. Sum standardútgerð hev­ ur Viano Marco Polo t.d. gasskomfýr, køksvask, køli­ skáp og innbygt borð, sum kann goymast heilt burtur. Bilurin er sum ein van­ ligur SUV at koyra. Bilfør­ arin situr høgt og útsýnið er gott. Motorurin ger eisini sítt til at bilurin kennist so lætt­ ur at koyra. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein CDI (diesel) við 2,2 litra motori við 150 hk og snúningsmo­ menti upp á 330 Nm. við 1.800­2.400 snún/ min. Við automatiskum gir­ um og myrkum rútum kost­ ar hann um kr. 450.000. Mercedes­Benz Marco Polo kann síggjast og royn­ ast hjá Ivan Johansen bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við umleið 400.000. Væl innrættaður luksus kampingbilur Bilradio á Rás2 Bilradio verður í hesi vikuni sent týsdag kl. 15.10, fríggjadag kl. 8.05 og leygardag kl. 13. Mercedes-Benz Marco Polo 2,2 CDI er ein kombineraður familju- og kampingbilur, sum er sera væl útgjørdur Mercedes-Benz Viano Marco Polo 2,2 CDI Motorurin 2,2 litra CDI (diesel) við 150 hk Snún.moment 330 Nm við 1.800-2.400 snún/min CO2 útlát 218 g/km 0-100 km/t 14,9 sek Dekkstødd 205/65 R 16 Eginvekt 2.292 kg Prísur kr. 450.000 Søluumboð: Ivan Johanen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-100 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Sum standardútgerð hevur Viano Marco Polo t.d. gasskomfýr, køksvask, køliskáp og borð Forsetrini kunnu snarast 180 stig, so kabinan verður sum ein hugnalig stova Baksetrini kunnu í eini handavending gerast um til eina dupultsong