Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 1. oktober 2008 33 PITSTOP v/ Olaf Mortensen er nýggja navnið á Akfarsøluni í Hornabø. Í hesum sambandi bjóðar fyritøkan nýggjar tænastur til fyritøkur og stovnar Navnið Pitstop er kent frá rasarkoyring, tá bilarnir steðga á undir eini kapping og fáa dekkini skift ella latið brennievni á upp á næstan onga tíð. Nýggja konseptið eitur Bilatænastan, og Olaf Mort­ ensen sigur, at hugskotið til hesa tænastu er komið, eftir at hann hevur sæð standin á bilum hjá nógvum stovnum og fyritøkum. Eingin heldur bilarnar við líka, og nógvir av bilunum líkjast rullandi køstum bæði uttan og innan. Eisini hvat trygdini viðvíkur er standur ofta ringur sum t.d. vánalig dekk, bremsur, ljós o.a. Ofta hava bilarnir nógvar førarar, og eingin heldur teir við líka. Tað seinasta árið hava vit arbeitt við at snikka eina bilatænastu til tann føroyska tørvin, og nú er komið á mál. Við Bilatænsatuni eru nógvir fyrimunir sum t.d. at bilarnir altíð eru ”up to date”, og eingin grenjar um skitnar og vánaligar bilar. Størsti fyrimunurin við bilatænastuni er, at starvs­ fólkini á stovnunum ikki skulu nýta sína tíð til at fáa bilin á verkstað. Lættari er at fáa starvsfólk, og eisini minka útreiðslurnar til leigu­ bilar og koyripening mun­ andi. Starvsfólkið fær við Bilatænastuni stundir til at gera tað tey skulu. Við stór­ um íløgum í testarar og aðra útgerð, eru vit eisini førir fyri at gera eftirlitini sambært krøvum frá bila­ framleiðarunum, sigur Olaf Mortensen. Tænastan gongur út upp á, at tað skal vera so ómaka­ leyst fyri kundan sum yvir­ høvur gjørligt. Bilarnir verða heintaðir, eftirlit verð­ ur gjørt, teir verða vaskaðir og dekkini verða skift uttan neyðugt er at ringja og biðja um tíð. Øll arbeiði verða vanliga gjørd aftaná arbeiðs­ tíð. Vit vaska og umvæla bil­ arnar soleiðis, at ístaðin fyri eina virðisminking fáa teir eina virðisøking, og reklamuvirði økist sjálvandi munandi. Bilarnir halda longi og nógv lættari er at fáa starvsfólkini at trívast, tá arbeiðstíðin ikki skal nýt­ ast til at røkja bilarnar. Bil­ arnir eru rullandi visitkort hjá stovnum og fyritøkum, tí skulu teir altíð verða snøggir og reinir, sigur Olaf Mortensen. Fleiri upplýsingar um Bilatænastuna fáast á tel. 520522 (8.30­17.00) og á www.pitstop.fo Pitstop - Bilatænastan í Hornabø Olaf Mortensen og Petur Midjord á Pitstop í Hornabø sum nú veita eina nýggja tænastu Mynd: Magnus Gunnarsson Altjóða vørubilaframsýn­ ingin í Hannover var í síðstu viku karmur um tilnevning­ ina av ársins vørubili 2009. Tað vóru tríburarnir Peu­ geot Bipper, Citroën Nemo og Fiat Fiorino ið fingu heiðurin at verða valdir til “International Van of the Year 2009“. Í grundgevingunum hjá dómsnevndini verður m.a. sagt, at hesir vørubilarnir eru eitt nýtt og spennandi tilboð á evropeiska vørubila­ marknaðinum. Innrættingin er liðilig, teir eru lættir at koyra og nøkta ein ávísan tørv hjá vinnukundum til smærri vørubilar. Í mun til støddina eru teir óvanliga rúmligur, umframt at teir lúka øll krøv til trygd og umhvørvisvernd. Peugeot Bipper, Citroën Nemo og Fiat Fiorino verða gjørdir á eini felags verk­ smiðju í Turkalandi. mg Ársins vøruvognar Fiat Fiorino Citroën Nemo Peugeot Bipper BILAR