Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 188 - 1. oktober 2008 Leygardagin var ein uppboðssøla av brúktum bilum hjá Berg Motors á Hálsi í Havn Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Uppboðssøla av brúktum bilum var hjá Berg Motors á Hálsi seinasta leygardag Tað var Bjørn á Heygum advokatur, sum var upp­ boðshaldari. Staravegur, vegurin fram við bilasøluni hjá Berg Motors, var stongdur fyri ferðslu, so uppboðssølan av bilunum kundi ganga fyri seg ótarnað. Uppboðssølan byrjaði klokkan 10 um morgunin, og nógv fólk møttu upp. Summi tí tey høvdu í hyggju at bjóða upp á ein bil og onnur bert fyri at forvitnast. Ein uppboðssøla er áhuga­ verd, tí har gongur nakað fyri seg. Í hesum førinum var tað Bjørn á Heygum, sum er góðkendur uppboðs­ haldari, sum skipaði fyri uppboðssøluni. Nógv bjóð­ aðu upp á bilarnar, og 29 av teimum tilsamans 35 bilun­ um vórðu seldir, tá uppboðs­ sølan var liðug. Brúktir bilar á uppboðssølu Á klárgeringsdeildini hjá Berg Motors á Hálsi arbeiða tríggjar ungar kvinnur, sum eru einastu starvsfólkini á tí deildini. Tað eru tær tríggjar Rannvá Álaberg, sum er leiðari í klárgeringshøllini, Nathleen Fagradal og Annika Heinesen. Fyri at seta kulør á til­ veruna og gera vart við at tær gera eitt arbeiði, sum vanliga verður roknað sum mannfólkaarbeiði, mála tær nú klárgeringshøllina ljósa­ reyða. Alt sær so ljósareytt út Rannvá Álaberg, leiðari á klárgeringshøllini, Nathleen Fagradal og Annika Heinesen Mynd: Magnus Gunnarsson Staravegur var stongdur fyri allari ferðslu, meðan uppboðssølan fór fram Bjørn á Heygum var uppboðshaldari BILAR