hósdagur 2. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Í gjár »lat upp«
nýggjur føroyskur
internethandil, sum
selur barnaklæðir.
– Internethandil
er framtíðin, sigur
Annika Juul, sum
er kvinnan handan
nýggja handilin
Einglabassin
InternethandIl
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú kunnu føroyingar eisini
ómakaleyst keypa barna
klæðir frá føroyskum inter
nethandli. Í gjár fór nýggi
internethandilin
Eingla
bassin at virka, og har er nú
gjørligt at keypa dygdargóð
barnaklæðir til eitthvørt
høvi.
Orsøkin til at eg valdi at
lata ein internethandil upp í
staðin fyri ein vanligan hand
il er, at eg haldi ein inter
nethandil av hesum slag
hevur mangla. Fólk í dag
hava sovornan skund á sær,
og eg havi sjálv fýra børn,
og kenni tískil til ta sjoranina
tað er at fara út í handlar við
børnum, og eg dámi sjálv
betri at seta meg við telduna
um kvøldið og hyggja inn á
ymiskar handlar. Harafturat
er tað rættiliga takksamt at
bestilla á internetinum, og
so kemur tað beint til
hurðina, sigur Annika Juul,
sum er stovnsetari av nýggja
internethandlinum.
Í Danmark eru fleiri
hundratals internethandlar,
og tað vísir seg at tað bara
vindur meira uppá seg.
Dygd og merki
Í nýggja handlinum verður
gjørligt at keypa átta ymisk,
rímuliga kend merki av
klæðum.
Hesi átta sløgini eru
sera ymisk, men felags fyri
tey er, at tað eru vøkur ella
smørt klæði, sum samstund
is eru av sera høgum kvali
teti, og mótvegis klæðum,
sum tú keypir bíliga í stóru
handlunum, so eru hesi
slitsterk og kunnu ganga
arv í arv, greiðir Annika
Juul frá.
Merkini eru øll donsk, og
Annika Juul sigur seg hava
lagt seg eftir at góðskan er í
topp. Harafturat eru nøkur
av merkjunum vistfrøðilig.
Allar
vørurnar,
sum
síggjast
á
heimasíðuni
www.einglabassin.fo, eru á
lagur í Føroyum, og Annika
Juul væntar at tað verður
millum ein og tríggjar dagar
leveringstíð.
Harafturat
sleppa
viðskiftafólkini, sum keypa
av
heimasíðuni,
undan
øllum baksinum við tolli og
meirvirðisgjaldi. Tú klikkir
inn, og prísurin er júst tann,
tú
sær
á
heimasíðuni.
Afturat tí havi eg lagt meg
eftir at fylgja donsku prís
unum so nær gjørligt,
leggur Annika Juul dent á.
Annika Juul er sjálv kend
innan handilsumhvørvið í
Føroyum, og millum annað
hevur hon áður havt handil,
so tí er tað at hava handil
ikki eitt nýtt fyribrigdi í
hennara verð.
Leyp út í tað
Hugskotið til at lata nýggja
internethandilin upp er ikki
serliga gamalt. Tað var eitt
frískt hugskot, sum hon
fekk fyrr í ár, og hon valdi
so at fylgja tí upp og byrja
uppá nýggja handilin. Júst
hví
hon
valdi
navnið
Einglabassin, er hon sjálv
ikki heilt vís í, men sigur at
tað er eitt so øgiliga fitt
navn, og tað fyrsta ordiliga
fangandi, góða navnið, hon
kom fram á, og at so valdi
hon tað bara.
Einglabassin, sum er at
finna á www.einglabassin.
fo, er nú farin at virka. Tó
er gjaldsskipanin ikki heilt
komin upp at koyra enn,
orsakað av at PBS er við at
uppdatera skipanina hjá
teimum til tess at gera hana
enn tryggari. Tí kunnu fólk,
sum vilja bíleggja av heima
síðuni nú, senda henni eini
smsboð, skriva ein teldu
post ella ringja. Sjálvvirk
andi gjaldsskipanin kemur
nokk at virka um 14 dagar,
sigur Annika Juul, sum
eigur og rekur nýggja
internethandilin.
Nýggjur internethandil latin upp
Annika Juul er stigtakari til nýggja internethandilin
Einglabassin, sum dygdargóð barnaklæðir
6RQ\(ULFVVRQ:L
6HSWHPEHUWLOERË
7ÎQOHLNDIDUWHOHIRQYLË%OXHWRRWK03VSÁODUD7UDFN,'PXVLF
UHFRJQLWLRQ03P\QGDWÎOLRJ)0ÕWYDUSL0%PLQQLV
NRUWI\OJLUYLË
)ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP
NU
HVØRT BARN, EITT YNSKT BARN!
- Latið okkum ynskja børnini meira!
www.regve.com
www.provita.fo
Síðan 1994 eru ímeðal 46 fosturtikin um
árið, svarandi til 645 børn tilsamans.
Kelda: Hagstovan
Nýtslan av brennievni í minkar
Nýtslan av brennievni í USA fall við 3,6 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í ár,
samstundis sum innflutningurin av olju fall við 3,9 prosentum til 13,5 milliónir
tunnur. Ein amerikansk kanning vísir, at í ár eru seldir meira enn tríggjar milliónir
smáir bilar í USA. Hetta er fyrstu ferð síðan byrjanina av 80unum, at so nógvir
smáir bilar eru seldir í USA.