hósdagur 2. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Meðan fíggjarkreppan
leikar á kring heimin,
sita vit føroyingar
hampuliga væl fyri
og skoða gongdini
aðrastaðni. – Men
vit merkja eisini at
renturnar fara upp.
Tey sum eiga pengar
inni, verða betri fyri,
og tey sum skylda
nógv, verða verri
fyri, sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri í
Norðoya Sparikassa
Fíggjarkreppa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Næstan dag um dag fara
bankar kring heimin av
knóranum, verða bjargaðir
av stjórnini í landinum ella
verða lagdir saman við aðr
ar bankar. Kreppan á altjóða
fíggjarmarknaðinum krevur
nú veruliga síni offur. Men
samstundis kunnu vit enn
sita trygg í stólinum heima
í Føroyum og fylgja við tí,
sum fer fram í útheiminum.
Eg haldi at tað virkar
eitt sindur óveruligt at vera
vitni til tað, sum hendir úti í
heimi, eitt nú í USA og
Íslandi, og so sita heima í
Føroyum, har tingini koyra
næstan sum vanligt, sigur
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í
Norðoya Sparikassa.
Fyrimunur at
eiga nógv inni
Eyðfinn Reyðberg ásannar
tó, at altjóða fíggjarkreppan
hóast alt eisini merkist í
Føroyum.
Vit merkja tað at rentan
fer upp í báðum endum.
Hetta ger so, at tey sum
eiga nógvan pening inni,
verða betri fyri, meðan tey,
sum skylda, verða verri
fyri, vísir Eyðfinn Reyðberg
á.
Ein av høvuðsorsøkunum
til at Norðoya Sparikassi
ikki merkir tað heilt stóra
til fíggjarkreppuna er, at
teir eru ein lítil fíggjarstovn
ur, og so tað at teir hava
ikki verið so nógv í útlond
unum eftir fígging, sum
aðrir stovnar kanska hava.
Vit hava heintað pengar
nar á heimliga marknaðinum
við ymiskum kontotilboð
um, sum eitt nú »1’arin« og
øðrum tilboðum. Vit hava
eisini eitt sindur av fígging
úr útlondum, men í høvuðs
heitum hava vit fíggja
útlánini við at heinta pening
av heimliga marknaðinum,
og tí verða vit ikki so ógvus
liga ávirkaði av fíggjar
kreppuni, greiðir Eyðfinn
Reyðberg frá.
Føroyingar betri
fyri enn danir
Sambært Eyðfinn Reyðberg
er tann privati føroyingurin
sum heild betri fyri enn
tann privati danin, nú tá
fíggjarkrepan rakar. Í fleiri
ár hava danir í stórum tali
lagt um til avdráttarfrí lán,
har teir kunnu sleppa undan
at gjalda avdráttir í styttri
ella
longri
tíðarskeið,
umframt at teir hava lænt
uppá frívirðið í húsunum.
Teir hava basera teirra øko
nomi uppá hesi lánini, og
nú tá fíggjarkreppan rakar,
eru knappliga allir møgu
leikar nýttir, sum annars
kundu verðið nýttir í verri
tíðum.
Men tíbetur eru fáir før
oyingar, sum hava basera
teirra
økonomi
uppá
avdráttarfrí lán. Hetta merk
ir at tann privati føroyingurin
hevur nakrar møguleikar,
sum danskarir ikki hava
longur, um endarnir ikki
heilt røkka saman, vísir
Eyðfinn Reyðberg
Solda ringu
bankarnar frá
Fríggjadagin í farnu viku
samtykti Tjóðbankin, sum
liður í eini ætlan at geva
fíggjarstovnum meira rása
rúm, at fíggarstovnar nú
kunnu læna pening úr Tjóð
bankanum uppá tað yvir
skotið av solvensi, sum teir
hava.
Lógarfesta solvenskravið
er átta prosent, og við ein
um buffara á eitt prosent,
so merkir hetta at bankar
kunnu læna uppá allan sol
vensin, sum teir hava yvir
níggju prosent.
Norðoya Sparikassi hevur
ein solvens uppá umleið 18
prosent, og hetta merkir at
hann kann læna pening úr
Tjóðbankanum
upp
til
umleið 175 milliónir krón
ur, skuldi hann fingið
trupulleikar við fíggingini.
Hetta er fyrstu ferð í
søguni at sovlensurin kann
nýtast til annað enn bara at
breggja sær við. Samstundis
er hetta við til at solda teir
góðu frá teimum ringu bank
unum, tí fleiri bankar hava
ikki meir enn akkurát tann
solvensin, sum er lógarfest
ur, sigur Eyðfinn Reyðberg,
stjóri í Norðoya Spari
kassa.
Sostatt hevur Norðoya
Sparikassi fleiri møguleikar
at halda virksemið koyrandi,
skuldu trupulleikar stungið
seg upp.
Tey ríku gerast
ríkari
Samstundis sum
fíggjarkreppan rak
ar kring um í heim
inum, og lutvíst eisini
Føroyar, er heimliga
fiskivinnan heldur
verri fyri. Klaksvíkin
er kend fyri at vera
vinnubýur, og nógv
virksemi har er tengt
at fiskivinnuni. Tá
skuldi man eisini
trúð, at eitt nú Norð
oya Sparikassi var
við til at fíggja stórar
partar av fiskivinnuni
har, men so er ikki
Fíggjarkreppa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Norðoya Sparikassi hevur,
eftir øllum at døma, ikki
nógvan pening standandi í
teirri óstøðugu fiskivinnuni.
Av okkara samlaðu út
lánum eru bara okkurt um
sjey prosent til fiskivinnuna
á sjógvi og landi. Hetta
svara til okkurt um 150
milliónir krónur. Men tað
skerst ikki burtur, at stórur
partur av teimum burtur
leggingum, sum vóru í
fyrra hálvári, vóru orsakað
av gongdini í fiskivinnuni.
Men eg haldi at tað er ein
fyrimunur fyri tað føroyska
fíggjarkervið, at partar av
fiskivinnuni eru fíggjaðir í
eitt nú Íslandi, tí at sveigg
ini í hesi vinnuni eru so
stór, greiðir Eyðfinn Reyð
berg frá.
Norðoya Sparikassi silg
ur tískil ongan vandasjógv
í løtuni. Eginpeningurin í
mun til javnan er 16 pro
sent, og teir hava sett sær
fyri at hava rímuliga stór
an eginpening.
Um tú hyggur at eitt nú
Danske Banke, so hevur
hann okkurt um fýra pro
sent, og Roskilde Bank
hevði okkurt um seks pro
sent av eginpeningi í mun
til samlaða javnan. Vit hava
lagt okkum eftir at hava stór
an eginpening, og gjaldføri
hjá Norðoya Sparikassa er
somuleiðis gott. Útlánspro
sentið í mun til innlán eri
110 prosent, og hetta er
áleið tað, sum er vanligt, sig
ur Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassa.
Nú er tíðin at gjalda
Seinastu tvey til trý árini
hava føroyingar gjørt sera
stórar
íløgur.
Eyðfinn
Reyðberg væntar at næstu
tvey til trý árini fara til at
gjalda niðuraftur uppá
stóru íløgurnar.
Tað er júst sum tá tú
keypir tær ein nýggjan bil.
Tú brúkar nógvan pening
uppá nýggja bilin, og so
hevur tú hann í nøkur ár
meðan tú betalur niður
uppá hann, tú fert ikki út og
keypir tær ein nýggjan aftur
beinanvegin. Tað er júst tað
sama sum hendir á fíggjar
marknaðinum. Nú hava vit
gjørt stórar íløgur seinastu
tvey til trý árini, og so fara
vit at brúka tey komandi
árini at gjalda niður uppá
hesar íløgur, sigur Eyðfinn
Reyðberg at enda.
Norðoya Spari
kassi væl fyri
Av samlaðu útlánunum hjá Norðoya Sparikassa, eru bert
sjey prosent til fiskivinnuna á sjógvi og landi. Tískil er
bankin ikki sterkt bundin at óstøðugu fiskivinnuni
- Vit merkja tað at rentan fer upp í báðum endum. Hetta ger
so, at tey sum eiga nógvan pening inni, verða betri fyri, meðan
tey, sum skylda, verða verri fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg
Mærsk steðgar oljuframleiðslu
á Janiceøkinum
Mærsk Olie & Gas staðfestir nú, at oljufelagið er noytt at steðga framleiðsluni á bretska
oljufeltinum Janice í Norðsjónum. Longu mikudagin skrivaði Dagbladet Børsen, at
Mærsk Olie & Gas, varð noytt til at steingja fyri framleiðsluni eftir trupulleikar við
trygdini á tí ólukkurakta Janice oljufeltinum. Avgerðin darvar samankoblingini við eitt
annað sentralt felt í bretska partinum av Norðsjónum, og danska risikerar í ringasta føri
at missa umsetning fyri næstan tvær milliardir krónur næsta hálva árðið. Hetta merkir at
Mærsk fer at framleiða 6000 tunnur færri um dagin hetta tíðarskeiðið, sum ljóðar uppá
tveir til seks mánaðir, meðan ábøtur verða gjørdar.