Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 189 - 2. oktober 2008 Klaksvíkar kommuna er í álvarsomum fíggjarligum trupul­ leikum, og strong tiltøk verða sett í verk fyri at tálma útreiðslurnar beinanvegin. Tosað verður um at hækka skattaprosentið við tveimum prosentum, og virkandi borgar­ stjórin útilokar ikki, at fólk verða søgd úr starvi KlaKsvíKar Kommuna Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Klaksvíkar kommuna hevur átrokandi tørv á gjaldføri fyri at svara sínum skyld­ um. Kommunan hevur longu trupulleikar við at gjalda rokningar fyri vørur og tænastur, og um kommunan ikki fær nýggja fígging til raksturin, klárar kommunan ikki at gjalda lønir og láns­ gjøld seinni í ár. Tveir peningarstovnar hava sagt nei til at fíggja gjaldføristørvin hjá komm­ ununi, men samráðingar eru nú við ein triðja pen­ ingastovn um fígging. Klaksvíkar kommuna sendi í gjárkvøldið tíðinda­ skriv til fjølmiðlarnar, har boðað varð frá, at tiltøk beinanvegin verða sett í verk fyri at venda skeivu gongdini, og keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at støðan er álvarsom og akutt. Gongur skjótt skeivan veg Orsøkirnar til vánaligu fíggjarligu støðuna í Klaks­ vík er, at kommunan hevur brúkt nógvar pengar til íløg­ ur og rakstur seinnu árini, og í fleiri samanhangandi ár hevur stórt hall verið á fíggjarætlanunum og árs­ roknskapum. Aftur í ár eru meira enn 20 milliónir í halli á fíggjarætlanini, og afturat tí halda inntøkumet­ ingarnar ikki. Roknað hevur verið við, at inntøkurnar hjá Klaks­ víkar kommunu í hesum fíggjarárinum skuldu verða slakar 140 milliónir krónur, men seinasta metingin sig­ ur, at inntøkurnar verða um­ leið 130 milliónir krónur. Millum inntøkurnar, sum svíkja, eru skattainntøkur­ nar, inntøkurnar hjá Klaks­ víkar Havn og inntøkur fyri grundstykkjasølu. Umhugsa munandi skattahækking Fíggjarnevndin hjá Klaks­ víkar kommunu hevur havt fíggjarligu støðuna til við­ gerðar, og har er niðurstøð­ an, at strong tiltøk mugu setast í verk fyri at támla útreiðslunum beinanvegin. Her og nú skal haldast aftur við útreiðslum á øllum økj­ um, og raksturin verður munandi skerdur næsta ár. Tað er eisini greitt, at skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu hækkar næsta ár, men enn er ikki gjørt av, hvussu nógv tað hækkar. Í fíggjarnevndini hevur verið tosað um, at hækka skatta­ prosentið við tveimum pro­ sentum, men endaligu av­ gerðina í hesum máli eigur Klaksvíkar býráð. Útilokar ikki uppsagnir Kristian Fríðrik Olsen, virk­ andi borgarstjóri, sigur, at Klaksvíkar kommuna nú tekur skjót og ítøkilig stig fyri at venda skeivu gongd­ ini, og fíggjarnevndin hevur eisini lagt eina ætlan fyri næsta fíggjarár. ­ Stórt trýst er á gjaldførið hjá Klaksvíkar kommunu, og tí skulu vit gera nakað fyri sjálvi at venda gongdini. Ballið er búið. Klaksvíkar kommuna kann ikki fram­ haldandi verða veitari av so nógvum tænastum á so nógvum økjum, sum vit hava verið, sigur hann. Virkandi borgarstjóri í Klaksvík útilokar ikki, at tað verða uppsagnir í komm­ ununi. ­ Tað verða í øllum førum umleggingar. Eg ætli mær ikki at skapa nakra ræðslu av nøkrum slag, men eg vil heldur ikku útiloka nakað. Vit hava longu havt starvs­ fólk hjá okkum inni, og tað, sum vit koma at gera, gera vit í tøttum samstarvi við okkara deildir, sigur Krist­ ian Fríðrik Olsen. Ljósareyða sloyfan í SMS Í oktober mánaði á hvørjum ári varpar Føroya Felag Móti Krabbameini ljós á bróstkrabba. Í ár byrjar átakið við einum tiltakið í SMS fríggjadagin 3. oktobur, tá kvinnur frá sjálvhjálparbólkinum Bót til Bata verða á torginum frá klokkan 13 til 19. Høvi verður at práta við kvinnurnar frá sjálvhjálparbólkinum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini, og tær býta út upplýsandi tilfar um bróstkrabba og skriv við sjey góðum ráðum móti bróstkrabba. Gera fólk varug við bróstkrabba Ljósareyða sloyfan er ímyndin í stríðnum móti bróstkrabba, og fríggjadagin ber eisini til at keypa bæði svarta T­shirt og svartar sokkar við sloyfu á. Endamálið við árliga átakinum móti bróstkrabba er at gera fólk varug við, at jú fyrr krabbamein i bróstinum verður viðgjørt, jú fleiri lív kunnu verða bjargað. Í Føroyum verður ein út av 10 kvinnum rakt av krabba í bróstunum. ­ Tú kanst hjálpa okkum í stríðnum móti hesi sjúku við eini peningaupphædd ella við at keypa blusur, sokkar ella eina ljósareyða sloyfu. Kvinnur mugu eisini kanna síni egnu bróst regluliga og spyr mammu tína, systir tína og vinkonurnar, um tær kanna bróstini regluliga. Jú skjótari sjúkan verður uppdagað, jú betri møguleikar eru fyri at gerast frísk aftur, sigur Føroya Felag móti Krabbameini. Uppsagnir lúra í Klaksvík Kristian Fríðrik Olsen, virkandi borgarstjóri