hósdagur 2. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Longu 1. januar 2010
skal øll Suðuroy
verða løgd saman
í eina kommunu.
Tað er kjarnin í eini
miðvísari ætlan, sum
varð løgd fram á
borgarafundi í Vági í
gjárkvøldið
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fara vit verka nú, kann øll
Suðuroy verða løgd í eina
kommunu longu 1. januar í
2010.
Tað er kjarnin í eini mið-
vísari ætlan, sum Jógvan
Mørkøre, stjórnmálafrøð-
ingur og Dennis Holm, sam-
felagsfrøðingur, sum báðir
eru í Granskingardeplinum
fyri
samfelagsgransking,
løgdu fram á fundi í Vági í
gjárkvøldið.
Kvinnufelagið Vakyrjur-
nar í Suðuroy høvdu kallað
saman til almennan fund í
Vági í gjárkvøldið, at tosa
um at leggja Suðuroy saman
í eina kommunu.
Í einum arbeiðsriti, sum
teir báðir samfelagsgransk-
ararnir løgdu fyri fund-
arfólkið, høvdu teir gjørt
eitt uppskot um, hvussu far-
ast kann fram í samband
við, at kommunurnar í Suð-
uroy sjálvboðið leggja sam-
an í eina felags Suðuroyar
kommuna.
Teir siga at tá ið farið
verður undir eina tilgongd
fram ímóti kommunusaman-
legging, vísa royndir aðra-
staðni, at tað hevur týdning,
at tilgongdin verður lutfals-
liga skjót, so at ikki stígur
kemur í áhugan, áðrenn
endalig avgerð skal takast.
Tí mæla teir til eina
skjóta tilgongd, har málið
verður neyvt viðgjørt og
lýst av einum arbeiðsbólki,
sum so leggur tilmælið fyri
kommunurnar til støðutak-
an.
- Tað er av avgerandi týdn-
ingi, at tað gongur stutt tíð
frá tí, at tilgongdin verður
byrjað, til eitt uppskot ligg-
ur klárt til støðutakan.
- Arbeiðið í arbeiðsbólki-
num eigur ikki at taka meira
enn fýra mánaðir, so verður
byrjað um eina viku, eigur
eitt úrslit liggja klárt til
støðutakan longu í februar
2009.
Tað ber væl til at bíða og
lata nývaldu kommunustýr-
ini taka hetta stig aftaná val-
ið. Men teir báðir granskar-
arnir halda, at tað er frægast
at taka avgerðina um komm-
unusamanlegging beinan-
vegin, tí annars er vandi
fyri, at politikkur kemur í
spurningin í valstríðnum og
tað kann gera tað torførari
at fáa semju í lag aftan á
valið.
Arbeiðsbólkur
Fyrsta stigið fram ímóti ein-
ari felags kommunu er, at
tey sjey kommunustýrini
taka undir við, at Suðuroy
verður ein kommuna og
taka undir við at fara undir
tilgongdina fram ímóti eini
samanlegging.
Granskararnir mæla til,
at kommunustýrini taka av-
gerðina beinanvegin so at
ein arbeiðsbólkur við um-
boðum úr øllum kommun-
unum kann fara til verka at
fyrireika samanleggingina
sum skjótast.
Ein samfelagsfrøðingur á
Granskingardeplinum verð-
ur samskipari í bólkinum.
Tá ið tað er neyðugt, eigur
arbeiðsbólkurin at fáa ráð-
geving uttaneftir fyri at
royndir aðrastaðni úr land-
inum eisini kunnu brúkast í
tilgongdini í Suðuroynni.
Tað arbeiðið skal enda
við einum uppskoti til sátt-
mála um samanlegging,
sum verður sendur í hvørt
hús í oynni, tá ið kommunu-
stýrini hava góðtikið hann.
Byrja um eina viku
Samstundis hava teir sett
upp eina tíðarætlan, har
arbeiðsbólkurin skal byrja
longu um eina viku.
Longu fyrst í november
skulu
kommunustýrini
kunnast og restina av mán-
aðinum heldur arbeiðið í
arbeiðsbólkinum
fram.
Fyrst í januar verður aftur
kunning fyri kommunustýr-
unum
og
síðani
ger
arbeiðsbólkurin seg lidnan
Fyrst í februar verður
endalig kunning til komm-
unustýrini og mitt í februar
verða borgararnir kunnaðir
við almennum fundum og
skrivi í hvørt hús.
Og fyrst í mars er so ætl-
anin at hava fólkaatkvøðu í
Suðuroy um samanlegging-
ina og verður meiriluti fyri
tí, verður samanleggingin
framd og kommunurnar
skriva undir sáttmálan.
Samanleggingin skal so
fáa formliga gildi frá 1.
januar 2010 og frá tí degi
verður øll Suðuroy so ein
kommuna.
Tað ber til
Á borgarafundinum í gjár-
kvøldið sótu borgarstjórin í
Vági, Kirstin Strøm Bech
og varaborgarstjórin á Tvør-
oyri, Pauli Einarson við
pallborðið og teir vórðu
beinleiðis spurdir um teir
vórðu sinnaðir at taka stig
til at býráðini vórðu kallað
saman beinanvegin at taka
støðu.
Tað góvu tey bæði tilsøgn
um.
Kirstin Strøm Bech segði,
at tað er ongin trupulleiki at
kalla býráðið saman til
eyka býráðsfund at viðgera
málið.
Pauli Einarson helt ikki,
at hetta var nakar trupulleiki
á Tvøroyri.
Hann vísti á, at á Tvør-
oyrar Býráð tekur fult undir
við, at Suðuroy verður ein
kommuna og ein fólkaat-
kvøða í kommununi vísir,
at yvir 80% av veljarunum
taka eisini undir við tí.
- So í Tvøroyrar Býráð
verður talan um eina av-
gerð, sum er løtt at taka,
sigur hann.
Kommunusaman
legging ger Suðuroy
til eina stóra komm
unu, sum fer at verða
tikin í størri álvara
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nógv umrødda ætlanin um
at gera eina vakstraravtalu
fyri Suðuroy er eitt dømi
um, at oyggin hevði staðið
seg betur, hevði hon talað
við einari rødd heldur enn
við einum kóri av misjøvn-
um røddum.
Tað halda Jógvan Mørk-
øre, stjórnamálfrøðingur og
Dennis Holm, samfelags-
frøðingur, í arbeiðsritinum,
teir løgdu fyri borgarafundin
í Vági um kommunusaman-
legging í gjárkvøldið.
- Suðuroy hevði verið tik-
in í størri álvara sum mót-
partur og viðspælari hjá
landsstýrinum og ein Suður-
oyar kommuna hevði kunna
farið undir miðvíst arbeiði
fyri menning av oynni við
eini menningardeild.
- Samstundis hevði ein
kommunusamanlegging
styrkt Suðuroynna, tí hon
førir við sær sparing í
útreiðslum til kommunalu
umsitingina,
sum
hóast
fíggjarliga sparing, hevði
blivið sterkari.
Jógvan Mørkøre og Denn-
is Holm siga, at við einari
kommunu og sostatt størri
kommunukassa, er eisini
betri grundarlag fyri at
bjóða dygdargóðar kommu-
nalar tænastur.
Teir siga, at verður Suður-
oy løgd í eina kommunu,
verður hon ein stór komm-
una sum kann vera við til at
fremja tilgongdina at fáa
fleiri ábyrgdarøki flutt út á
økini og eina útjavningar-
skipan at tryggja fíggjarligu
fortreytirnar.
- Hetta er ein týðandi lið-
ur í strembanini at fremja
menning í oynni, siga teir.
Suðuroy takast í størri álvara
Suðuroy skal verða ein
kommuna um eitt hálvt ár
Suðuroyingar hava oftað tosað um samanlegging, men tað hevur ongantíð verið so miðvíst og ítøkiligt sum hesuferð. Fólkið, sum
høvdu leitað sær á almennan fund í Vági í gjárkvøldið fekk at vita, at tað er onki í vegin fyri at leggja alla oynna saman um
nakrar fáar mánaðir, bara ein ektaður vilji er til tað
ORKA við Gestum í Reinsarínum
Í kvøld kl. 21 verður konsert við tónleikabólkinum ORKA og Gestum í spælistaðnum
Reinsarínum. Dagin eftir spæla somu tónleikarar á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og
fara síðani á konsertferð á evropeiska meginlandinum, eitt nú í Týsklandi, Belgia, Hollandi
og Fraklandi. Á konsertini í Reinsarínum hóskvøldið verður spildurnýggjur eins og áður
kendur tónleikur framførdur. Handan bólkin ORKA fjalir seg manningin, ið gjørdi
nýskapandi fløguna ORCA, sum varð tikin upp í einum fjósi við Skálafjørðin. Ljóðførini
vóru sjáldsom amboð, vit kenna úr ídnaði og úr landbúnaði. Svart-hvíta myndin omanfyri
er tikin í fjósinum við júst hetta høvið. Eftir M.A.Jacobsen handanina í Mullers Pakkhúsi
hóskvøldið ber sostatt til at fáa innlit í tónleikin, sum hesir ungu og nýskapandi tónleikarar
fara at framføra uttanlands. Spælistaðið Reisaríið er niðast í Tórsgøtu, millum Miðlahúsið
og Margarinfabrikkina