Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 189 - 2. oktober 2008 Tað var sum í grøvini á borgarafundi í Vági í gjárkvøldið, tá ið Kirstin Strøm Bech, borgarstóri í Vági slepti eini lítlari bumbu og kunngjørdi at hon hevur full­ komiliga kúvent í spurninginum um at leggja kommunur saman Kommunu­ samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verði eg vald aftur í Vágs Býráð, fari eg at virka fyri, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina komm- unu. Kirstin Strøm Bech, borg- arstjóri í Vági, slepti eini lítlari bumbu á almenna fundinum í Vági í gjárkvøld- ið um kommunusamanlegg- ing í Suðuroy. Tað var sum í grøvini á fundinum, tá ið hon kunn- gjørdi, at hon hevur full- komiliga broytt støðu í spurninginum um kommunu- samanlegging í Suðuroy. Fyri tveimum árum síðani atkvøddi Kirstin Strøm Bech ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Verða kommunurnar í Suðuroynni lagdar saman, skal tað verða í tvær komm- unur, var hennara meining tá, saman við restini av Vágs Býráði. Væl umhugsað Men serliga hetta síðsta árið hevur hon hugsað nógv um hendan spurningin og hon er nú komin til ta nið- urstøðu, at tað einasta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. So leingi hetta valskeiðið varar, følir hon seg bundnan av samtyktini í Vágs Býráði um tvær kommur. Men eftir kommunuvalið verður hon leys av hesi sam- tyktini og verður hon vald aftur, fer hon at arbeiða fyri, at Suðuroy verður ein kommuna. - Tað er neyðugt at vit hugsa øðrvísi og at okkurt víttgangandi hendir sum kann broyta gongdina í oynni til tað betra. Tað er neyðugt, skal oygg- in yvirliva og skal tað eydn- ast okkum at veita borgar- unum í oynni tær tænastur, hann krevur nú á døgum. - Fólkatalið minkar al- samt og miðalaldurin verður hægri og hægri og tað vísir okkum, at tað yngra fólkið flytir av oynni, serliga kvinnur í burðabúnum aldri. Og so spurdi hon hvørjir aðrir møguleikar eru í veru- leikanum. Men hon tekur ikki undir við samanlegging fyri ein- hvønn prís, tí ber ikki til at fáa ein sáttmála, sum kann góðtakast, tekur hon ikki undir við tí. Tórført og tungt Eftir at hava verið borgar- stjóri í Vági í fýra ár, er tað vorðið henni pínliga greitt, hvussu tórført og tungt tað er at reka eina kommunu í teirri støddini, sum Vágur er og hetta er ein orsøk til, at hon hevur broytt støðu. - Í eini kommunu sum hesari, er tað tórført at fáa tænasturnar til borgararnar at virka nógv væl. Krøvini bara herðast og raksturin verður alsamt dýrari, so tað verður alsamt tyngri at átaka sær tær ymsu uppgáv- urnar Sum dømi nevndi hon, at tá ið kommunurnar yvirtóku barnaansingina, kostaði hon Vágs Kommunu eina millión um árið. Nú kostar barnaansingin Vágs Komm- unu yvir seks milliónir um árið. - Samstundis eru vit sera viðbrekin fyri teimum fíggj- arligu sveiggjum í búskapi- num og eg tori at siga, at ein útjaðari sum Suðuroy er tann fyrsti at merkja aftur- gongdina í búskapinum og tann seinasti at merkja fram- gongdina aftur. Ikki hendur í favn Kirstin Strøm Bech stað- festir, at landsstýrið hevur ætlanir um, at tað skulu vera sjey kommunur í land- inum um eini tvey ár. - Eg ætli mær ikki at sita hendur í favn og lata lands- stýrið taka avgerðina fyri okkum. Hon vildi ikki hava nakað smoygt niður yvir høvdið, men hon vildi hava ávirkan á tað, sum hendi rundan um hana. Tí mælti hon til kommun- urnar í Suðuroy fara undir arbeiði at leggja saman. Hon kundi hugsa sær, at ein umboð fyri allar komm- unurnar seta seg í ein arbeiðsbólk við einum sam- felagsfrøðingi sum samskip- ara, sum skal gera eitt upp- skot til ein sáttmála um kommunusamanlegging eftir sama leisti, sum greitt er frá í aðrari grein í blað- num. Betri tænasta og nýggjar avbjóðingar Endamálið við at leggja kommunurnar saman skal vera at kommunurnar skulu verða betri førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu skulu verða betri førar fyri at taka av nýggjar avbjóðingar á seg. Hetta er beinagrindin í uppskotinum til kommunu- samanlegging í Suðuroy, sum granskingardepilin løgdu fram á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið. Við sær høvdu teir eisini eitt uppskot til ein sáttmála ímillum tær sjey kommunurnar um samanlegging, sum vit taka nøkur heilt fá brot burtur úr. Teir siga, at høvuðsendamálið við samanleggingini er: - at gera kommunurnar betur førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu - at samskipa umsitingina og raksturin av kommununum - at gera kommunurnar betur førar fyri at taka av nýggjum avbjóðingum í framtíðini, herundir menning av oynni sum heild - at samskipa íløgurnar, so at betri nytta fæst burtur úr íløgum, og at forða fyri óneyðugum íløgum - at skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum. Við samanleggingini leggja allir partar stóran dent á, at tænastan og kostnaðurin verður tað sama hjá øllum borgarum í kommununi. Navnið á samanløgdu kommununi er Suðuroyar Kommuna og kommunustýrið hevur sæti í Hovi. Suðuroyar Kommuna verður stýrd av einum komm- unustýri við 11 limum, sum verður valt fyrstu ferð á kommunuvali 10. november 2009 og frá 1. januar 2010 verður talan um eina kommunu. Staðbundnar nevndir verða settar í samband við samanleggingina. Kommunal arbeiði, sum er byrjað í kommunum áðrenn 8. oktober 2008, skulu gerast liðug. Men ein fyritreyt fyri at samanleggingin kann virka sum ætlað, er, at kommunurnar í skiftistíðini ikki gera nýggjar kommunalar íløgur ella binda seg til nýggj lán. Øll starvsfólk hjá núverandi kommunum koma í starv hjá samanløgdu kommununi. Fylgja gongdini í Suðuroy Sosialurin fer sjálvandi at fylgja málinum um kommunusamanlegging í Suðuroy og tað verður nógv meiri at frætta um gongdina í Sosialinum næstu dagarnar Borgarstjórin í Vági vil savnað alla Suðuroynna Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, tók øll á bóli á almennum fundi í Vági í gjárkvøldið. Her situr hon í miðjuni í práti við Paula Einarson, varaborgarstjóra á Tvøroyri, vm, Rodmund Nielsen, býráðslim í Runavík, sum eisini tosaði á fundinum og Marjuna Olsen, býráðslim á Tvøroyri Foreldur ákærd fyri umskering Fyrsta rættarmálið um umskering í Danmark kemur nú fyri rættin. Ákærumyndugleikin hevur ákært ein par í Keypmannahavn fyri at hava syrgt fyri, at teirra lítlu døtrar vóru umskornar. Ríkisákærin krevur minst fýra ára fongsul til hvørt av foreldrunum. Bæði foreldrini nokta seg sek, og verjarnir hjá teimum meta at ákærumynduleikin ger ov nógv av, og er um at skilja eina vælvirkandi familju. Ákæran er um at døtrarnar vóru sendar til Sudan at vera umskornar, og hetta er sambært danskari lóg ikki loyviligt.