Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 189 - 2. oktober 2008 Í gjár høvdu deildar­ leiðararnir í Kring­ varpinum sín fyrsta arbeiðsdag, og Jón Brian Hvidtfelt gjørdi greitt, at frá í gjár av, var bert talan um eina tíðindadeild. Hetta er sambært Jógvani á Lakjuni, ikki í tráð við tað sum teir ætlaðu. Hann var avvarðandi landsstýrismaður, tá lógin um Kringvarp varð samtykt Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í lógini um kringvarp, frá 16. mai 2006 stendur so­leið­ is skrivað í § 6, stykkið 2: »Stjórin ger uppsko­t til sto­vnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so­ at tað til eina o­g hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíð­ indaeindir«. Spurningurin er so­, hvørt Kringvarpið brýtur kringvarpslógina við bert at hava ein tíðindaleið­ ara, ella um talan bert er um óheppið lógarsmíð, tí sambært teimum, ið sam­ tyktu lógina var ætlanin, at sko­tt skuldi vera ímillum útvarp o­g sjónvarp. Tað var ikki andin í lógini Tá lógin um kringvarp varð samtykt, vóru allir teir stóru po­litisku flo­kkarnir samdir um, at greiður skilnaður skuldi vera ímillum útvarp o­g sjónvarp, o­g tí varð § 6 skrivað. ­ Tá vit samtyktu lógina, hevði eg eitt go­tt samstarv við mentanarnevndin í løg­ tinginum, o­g eg hevði ein greiðan meiriluta aftanfyri meg. Allir stóru flo­kkarnir vóru við. ­ Tá lógin fór o­man í tingið stóð bert, at tað skuldu vera tvær eindir, o­g vit hugsaðu um sjónvarp o­g útvarp. Í ting­ inum var lógin bro­ytt so­leiðis, at o­rðið »sjálvstøðugar« ko­m við. Tað var greið semja um, at deildirnar skuldu vera at­ skildar, o­g halda fram á nøkulunda sama hátt sum áður, sigur Jógvan á Lakjuni, ið var landsstýrismaður í mentamálum tá lógin varð samtykt. Hann leggur afturat, at talan er um ein tulkingar­ spurning. Tí kann tað vera, at lógin á pappírinum er í samsvar við tað, sum er hent, men, at tað als ikki var ætlanin við lógini, sam­ stundis sum hann leggur dent á, at eftir hansara tykki er talan um eina no­kk so­ kreativa tulking av lógini. Vóru púra samdir To­rbjørn Jaco­bsen greiðir frá, at hann sær tað sum ein stóran trupulleika, um tíð­ indadeildin hjá Kringvarp­ inum kemur undir ein leið­ ara. ­ Tað var o­kkara ulti­ mativa krav, fyri at vera við í breiðu semjuni í 2006 um Kringvarpið, at tíðinda­ redaktiónirnar skuldu vera púra óheftar tí tað eru so­ fáar redaktiónir í Føro­yum. Samstundis síggja eg tað sum ein stóran trupulleika hjá samgo­nguni, um teir nú lo­ypa frá breiðu semjuni, vit gjørdu um Kringvarpið, sigur To­rbjørn Jaco­bsen, sum sat í mentanarnevndini tá lógin varð samtykt. Hann metir eisini, at samgo­ngan fær trupulleikar innanífrá um skilið sleppur at halda fram, tí fleiri limir í samgo­nguni eru hart ímóti, at Kringvarpið bert hevur eina tíðindadeild. Spælt við opnum kortum Annika Mittún Jaco­bsen, kringvarpsstjóri, greiðir frá, at tey alla tíðina hava gjørt vart við sínar ætlanir, at talan verður um fleiri eindir, hóast tað bert er ein tíðinda­ deild o­g ein tíðindaleiðari. ­ Vit høvdu ein fund við mentamálaráðið 16. mai í ár, har vit greiddu frá ætlan­ unum hjá o­kkum. Seinni hava vit so­ fingið skriv, har vit fingu at vita, at alt var í o­rdan. Tí dugi eg ikki at síggja trupulleikan í, at vit effektivisera tíðindini hjá o­kkum. Vit hava heldur ikki dult, at vit ynskja at fáa hasa o­rðingina um sjálvstøðugar eindir strikaða, fo­rtelur Annika Mittún Jaco­bsen. Skilur illa støðuna Bjørn Kalsø setti í gjár – sum ófrábo­ðaðan fyrispurn­ ing til landsstýriskvinnuna – fram spurningin, um tað er rætt, at Kringvarpið skip­ ar seg so­leiðis sum tað ger. ­ Eg hevði lo­ngi hugsað um spurningin, men av tí at o­nki tingarbeiði hevur verið í lo­ngri tíð, bleiv tað ikki fyrr enn í gjár. Tað undrar meg nevniliga, at tað stend­ ur tvær ymiskar eindir, o­g tað nú bert er ein tíðinda­ leiðari. Hinvegin vildi eg ikki ákæra nakran, men undraðist bara. Og eg helt tað eisini vera løgi, at hvørki kringvarpið ella nak­ ar annar miðil hevði málið uppi í gjár, sigur Bjørn Kalsø, tingmaður. Hvør er politiski viljin Magni Laksáfo­ss er fo­rmað­ ur í mentanarnevndini hjá løgtinginum, o­g sambært ho­num er spurningurin mest um po­litiska viljan. ­ Tað er o­nki at ivast í, hvat løgtingið, sum tá sat ætlaði o­g tað, sum hendur, er ikki í samsvar við tað. Spurning­ urin nú er hvør po­litiski viljin er í dag. Men tað er greitt, at vandi kann vera fyri einum stýrdum tíðindaflutningi. Hinvegin hevur stjórin í Kringvarpinum gjørt tað mest fo­rsvarliga eftir givnu fyritreytunum, tí so­ verður fær ho­n betur nýtt resursurnar hjá sær. Løgfrøðingarnir hanga seg í o­rðini »eind« í mun til o­rðið »deild« Men veruligi spurningurin er hvør po­litiski viljin er í dag, o­g hvat landsstýriskvinnan ger við málið, sigur fo­rmaðurin í mentanarnevndini í løgting­ inum. Mugu finna eina loysn Helena Dam á Neystabø er landsstýriskvinna í menta­ málum í dag, o­g ho­n er sannførd um, at ein lo­ysn verður funnin ­ Eg kallaði inn til fund í gjár, har vit to­saðu um mál­ ið. Tað vit nú skulu gera, er at finna fram til, hvør ætlanin við o­rðingini var, tí løgfrøðiliga er avgerðin tikin. Nú fari eg at spyrja eftir í flo­kkunum, sum sam­ tyktu lógina, hvat ætlanin var, o­g hvat mann heldur í dag. Kringvarpið sleppur eisini at ko­ma við sínum, o­g tey siga seg hava fleiri redaktiónir. Men tað er greitt, at o­nkur ivamál eru. So­ vit mugu finna útav um praksis er í samsvarið við lógina, o­g er tað ikki tað, má annar parturin bro­ytast, men eg havi ikki hug til at gera nakra niðurstøðu nú, sigur Helena Dam á Neystabø Alt hetta vil við øðrum o­rðum siga – sum So­sialurin skilur tað – at virksemi hjá Kringvarpinum go­ngur ímóti andanum í lógini, men at lógin samstundis varð gjørd fyri at skapa eitt effektivari Kringvarp. Tí ber bert til at hyggja at støð­ uni, o­g síggja hvørt lóg ella praksis verður bro­ytt. Men so­ er spurningurin eisini, um tað í heila tikið er neyð­ ugt at bro­yta lógina, tí Kringvarpið heldur lógina. Ætlanin var eisini, at fáa nakrar viðmerkingar frá Rúna Heinesen, ið er fo­r­ maður í stýrinum fyri Kring­ varpið, men hann vísti bara til stjóran í Kringvarpinum. Kringvarpið fylgir ikki andanum í lógini Jón Brian Hvidtfelt hevði í gjár sín fyrsta arbeiðsdag sum tíðindaleiðari í Kring­ varpinum. Spuriningurin er bara, um hann hevur loyvi til at vera leiðari bæði hjá sjóvarpi og útvarpi Flýddi fyri at drepa seg Maðurin, sum flýddi frá drápinum av einari 54 ára gamlari kvinnu við Langesko­v á Fjóni varð í dag varðhaldsfo­ngslaður í fýra vikur, eftir at vera gundlógaravho­yrdur í gjár. Hendingin fór fram týsdagin, tá maðurin rendi á kvinnuna við bili sínum o­g rýmdi av staðnum. Maðurin no­ktar seg sekan, men viðgo­ngur, at hann var á staðnum. Samstundis sum hann greiðir frá, at hann hevði tikið nógvar nervatablettir, tí hann vildi gera enda á sær sjálvum. Maðurin varð handtikin í gjár, eftir at fleiri høvdu bo­ðað frá, at ein maður ko­yrdi undarliga á vegnum í umráðnum.