Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2008 11 tíðindi Jørgen Niclasen varaløgmaður Kaj Leo Johannesen hevur tilnevnt Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharra, til varaløgmann sín. Eins og undir CHE-samgonguni verður tað uttanríkismálaráðharrin, sum verður varaløgmaður. Kaj Leo Johannesen hevur tilnevnt Jørgen Niclasen sum sín varamann. Sum uttanríkismálaráðharri umsitur Jørgen Niclasen – sum tað í orðunum liggur – uttanríkismál, og í einari blanding av málsøkjum hevur uttanríkismálaráðið fingið ferðavinnu at umsita. Signalvirðið í hesum er, at vit ynskja at gerast sjónligari úti í heimi. Ætlanin er tí at samskipa tiltøk við teir stovnar, vit hava úti í heimi, sigur Jørgen Niclasen. Varaløgmansheitið er annars fyri tað mesta bert eitt heiti, men sjálvandi er neyðugt at hava ein varamann fyri landsins hægsta persón, skuldi hann fingið hóttafall. - Eg verið ikki við til at hækka skattaprosentið. Tað ber ikki til at hava ein so tilvildarligan fíggjarpolitikk, og so bara senda rokningina til skatta- borgaran aftaná, sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kristian Fríðrik Olsen sendi í gjár út tíðindaskriv har boðað verður frá, at neyðugt er at seta tiltøk í verk á fíggjarliga økinum, og at Klaksvíkar kommuna bein- anvegin fer at halda aftur á øllum útreiðsluøkjum. »Fíggjarligu fortreytirnar í samfelagnum eru síðstu mán- aðirnar broyttar munandi. Fyri kommununa hevur hetta m.a. merkt: lækkandi skattainntøkur, stígur í grundstykkjasølum og ov høgt mettar inntøkur. Av nevndu orsøkum er ov stórt trýst lagt á gjaldføri kommununnar. Býráðið tek- ur tí skjót, ítøkilig stig fyri at venda skeivu gongdini. Fíggjarnevnd býráðsins hevur samtykt fylgjandi tiltøk, sum verða sett í verk beinanvegin: 1) Hildið verður aftur á øllum útreiðsluøkjum kommununnar í inniverandi fíggjarári. 2) Rakstrarútreiðslurnar verða skerdar munandi komandi fíggjarár, sam- stundis sum skattaprosentið verður hækkað«, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tað er nakað, sum bendir á, at stýringin á fíggjarliga økinum ikki hevur verið nóg neyv, og vantandi sam- starv og viðgerð av málum, sum skuldi fyri býráðið, fekk í januar mánaða Gunvá við Keldu at taka avleið- ingarnar av hesum. Hon tók tá sín stuðul til býráðs- samgonguna aftur. - Tað vóru fleiri ymisk viðurskifti sum gjørdu, at eg tók hesa avgerðina. Tað byrjaði við einari ætlan um at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman, eitt mál, ið als ikki var fyrireikað og bara bleiv skrumblað ígjøgnum, sigur Gunvá við Keldu. Út um kommunumark Og at málið ikki var viðgjørt nóg væl sást aftur í, at Mentamálaráðið ikki vildi góðkenna samanleggingina, tí lógarheimild var ikki fyri hesum. Eitt annað mál, sum Gunvá við Keldu er ónøgd við, er málið um eldrabýli í Klaksvík. - Eg var limur í sosialu nevnd, og tá Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, meldaði út, at kommunur kundu søkja um stuðul til bygging á eldraøkinum, og tá hevði eg eitt uppskot um bygging av eldrabýli, men tá fekk eg at vita, at sam- gongan ikki kundi taka undir við hesum, tí aðrar íløgur skuldu gerast fyrst, sigur Gunvá við Keldu. Men tað, sum harmar hana mest er, at Klaksvíkar kommuna síðani var við í bygging av sambýli í Svínoy og ellisheimi á Viðareiði. - Samgongan vildi ikki brúka pening til at byggja eldrabýli í Klaksvík, men fór út um kommunumark at brúka pening, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at samgongan ov sjáldan hevur havt sam- gongufundir, og tí hevur heldur ikki verið møguligt at tosa um yvirorðnaðu linjurnar í politikkinum. Hon sigur, at tað hevur verið ilt at fingið eyga á, hvør var í samgongu og hvør var í andstøðu á býráðsfundunum. - Men tað, sum fekk bikari til at flóta yvir, var eitt mál á mentanarøkinum. Sum formaður í mentan- arnevndini fyrireikaði eg saman við nevndini eitt mál, og vit tóku avgerð um ikki at brúka meiri pening, enn avsett var til málið. Kortini yvirtrumfaði fíggj- arnevndin mentanar- nevndina at brúka meiri, enn upprunaliga avsett var, og har atkvøddi eg ímóti, sigur Gunvá við Keldu. Ikki meiri skatt - Tað var sjálvandi ein álvarslig avgerð at taka stuðulin til samgonguna aftur, men eg kundi ikki framhaldandi arbeiða á tann hátt, sum arbeitt hevur verið, í hesari samgonguni, sigur Gunvá við Keldu. Hon heldur eisini, at hendan útmeldingin frá fíggjarnevndini kemur ógvuliga knappliga. - Tað hava jú verið røddir frammi, sum hava ávara um fíggjarligu støðuna. Eg taki sum so undir við tíðinda- skrivinum, at hildið verður aftur við útreiðslunum, men higartil er býráðið bert kunnað um avgerðina í fíggjarnevndini, og so fær mann at síggja hvat hendir, tá málið kemur fyri á býráðsfundi, sigur Gunvá við Keldu. Fíggjarnevndin kann jú bert tilmæla, men tað er býráðið, sum tekur avgerð- irnar, og tí kann hendan samtyktin ikki koma í gildi, fyrr enn hon hevur verið fyri á býráðsfundi. Men hon er avgjørd, tá talan er um skattahækking. - Eg verið ikki við til at hækka skattaprosentið. Tað ber ikki til at hava ein so tilvildarligan fíggjarpoli- tikk, og so bara senda rokningina til skattaborg- aran aftaná, sigur Gunvá við Keldu. Tað stendur tí ikki enn greitt, hvat restin av sam- gonguni og býráðnum í síni heild heldur um avgerðina, at bremsa útreiðslunum, og ætlanini um at hækka skattaprosentið í komm- ununi komandi ár. Tilvildarlig fíggjarstýring Gunvá við Keldu tekur undir við einum strammari fíggjarpolitikki, men verður ikki við til at hækka skattaprosentið í Klaksvík