Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 189 - 2. oktober 2008 Nú 20 ár eru liðin, síðan eitt felag fyri føroyskar sjúkra­ røktarfrøðingar, tá sjúkrasystrar, var stovnað, var hildin stórur føðingardagur í Norðurlandahúsi­ num. Felagið Før­ oyskir Sjúkrarøktar­ frøðingar, ið tað í dag eitur, er nógv broytt síðan byrjan Føðingardagur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ein av sjónligastu broyting­ unum síðan felagið varð sett á stovn, er uttan iva heit­ ið á teimum, felagið er fyri. Frá at vera kallaði sjúkra­ systrar, til í 2002 at fáa heitið sjúkrarøktarfrøðing­ ur. Nýggja navnið ger tað meira innbjóðandi hjá mann­ fólki at leita sær hesa starvs­ leiðina. At byrja við Fyrstu ferð ein byrjan til felagið sá dagsins ljós var 1. januar 1949, tá føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar stovn­ aðu eina deild undir Dansk Sygeplejeråd, vanliga stytt DSR. Orsøkin til hetta var, at ynskiligt var við meira skipaðum lønar­ og arbeiðs­ viðurskiftum. Jona Joensen var fyrsta forkvinna felag­ sins, starvið var tá ólønt og røkt saman við øðrum starvi. Samráðingarrættur felagssins lá hjá DSR, hetta avmarkaði føroysku deildina sera nógv. Ein føroysk skrivstova, nevnd og lønt forkvinna hjálptu av álvara um virksemi hjá felagnum, hetta hendi alt í 1976. Lima­ talið var um tað mundið 400. Erna Háberg var tá for­ kvinna. Næsta stigið var at gera felagið sjálvstøðugt og í 1988 byrjaðu fyrireikingar­ nar til hetta. 4. februar í ’88 var heimild givin nevndini, ið skuldi til fyri at fyrireika stovnsetanina av hesum før­ oyska felagi. Fyrsta forkvinnan í Sjúkrasystrafelagi Føroya, ið navnið bleiv, var Jórun Joensen. Nú vóru ábyrgdin og avgerðarætturin í Føroy­ um. Felagið fekk egið bú­ merki, hvonnina og felags­ hús. Eftir heitið sjúkra­ røktarfrøðingur varð smíðað broytti felagið navn til Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. Føðingardagur Í gjár var stórur føðingar­ dagur, síðan felagið kom undir føroyskt vald og 59 ár eru liðin, síðan føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fyrstu ferð skipaðu seg í eitt felag. Á føðingardagnum vóru hildnar talur av millum ann­ að eini fráfarnari forkvinnu, landsstýriskvinnuni í menta­ málum, Helenu Dam á Neystabø, røðari vegna Sjú krarøktarfrøðingarskúlanu m og bispur, Jógvan Fríð­ riksson, hugleiddi um yrk­ ið. Eisini var ymiskt skemt á skránni. Tvey hundrað gestir høvdu leitað sær leiðina niðan í Norðurlandahúsið, teir flestu vóru limir í felagnum. Ætlanin fyri framman Núverandi forkvinna í fe­ lagnum er Vár í Gong, og hon var stak væl nøgd við føðingardagin, og fegnaðist um alt, ið felagið hevur megnað hesi árini. Men enn er langt á mál, skiltist á henni. Ov fáir sjúkrarøktar­ frøðingar eru í løtuni í Før­ oyum og hvørki arbeiðs­ og lønarviðurskifini liva upp til ta ábyrgd og tí útbúgving, ið krevst, greiddi hon frá. ­ Nógv er broytt hesi árini, vit hava fylgt sam­ felagsrákinum, sum er týdn­ ingarmikið at eitt fakfelagi ger. Nú alt er komið undir føroyskt vald, er blivið munandi lættari at virka hjá felagnum. Somuleiðis hevur felagið gjørt nógv við at gera seg sjónligan, á ein nýmótans hátt. Lýsingin við brennandi sjúkrarøktarfrøðingum er nýmótans, og hevur fingið bæði jaligar og neiligar við­ merkingar. Um tað er rætt av sjúkrarøktarfrøðingum at spæla við eld, ella um myndamálið stendur nóg greitt, gongur nógv kjak um. Men Vár í Gong, metir at hon hevur tænt sínum endamáli, at sjónliggera yrkið. Framyvir berjist felagið fyri, at fáa fleiri fólk at velja sær hesa yrkisleið og somuleiðis halda teimum har. Í verandi løtu eru 900 limir í felagnum, ið umfatar virkandi sjúkrarøktingar­ frøðingar og eisini tey, ið eru undir hesi útbúgving. Hóast navnið »sjúkra­ systir« er burturbeint, hevur hetta ikki økt í ein stóran mun um áhugan hjá mann­ fólki at leita sær hetta starv. – Einans trý ella fýra mann­ fólk eru í felagnum, segði forkvinnan. 20 ár á baki og nógv broytt Nógv fólk vóru samlað í Norðurlandahúsinum, har rundi føðingardagurin var hildin Forkvinnan í felagnum frøddist um dagin og um alt felagið er ment síðan byrjan Umframt hugleiðingar og talur, so undirhelt Jákup Weyhe til tiltakið Risa stórt tónleikaátak Nummar sjey á toppinum yvir heimsins mest vitjaðu heimasíðum er MySpace. Fleiri og fleiri fáa sær sína síðu á stóra netverkinum, og hópatal av føroyingum eru at finna har. Á síðuni ber til at fáa leggja sangir, sum tónleikarar hava lagt inn, á sína persónligu síðu. Sostætt kunnu fólk ókeypis og lógliga lurta eftir tónleikinum. Hetta er stór ókeypis lýsing fyri bólkar og einstaklingar innan tónleik. MySpace byrjaði sum eitt netverk, einans fyri tónleikarar, men er víðkað til einhvønn. Nýggjasta útspælið innan júst hetta, er, at nú er møguligt at fáa sær eina rúgvu av tónleiki á sína síðu. Og eisini er ætlanin at fáa allar bólkar, ið nýta síðuna, at leggja allan sín tónleik út á sína síðu. Hetta hevur við sær, at einhvør kann fara á netið og finna næstan allan tónleik og lurta ókeypis eftir honum. Hetta veitir sera harða og óivað óvælkomna kapping fyri fleiri.