hósdagur 2. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Við einum einføldum
arbeiðshátti kunnu
eitt nú lærarar, peda
gogar og heilsustarvs
fólk blíva betri til at
møta og hjálpa fólki
kensluliga. “Empat
iskt samskiftið” er
heitið á fyrilestri, sum
Rigmor Napoleons
dóttir, sálarfrøðing
ur, heldur í Miðla
húsinum mikukvøld
ið
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Samskifti er ofta ein avbjóð
ing, tá vit arbeiða við fólki.
Tí hvussu møta og hjálpa
vit teimum, sum ikki hava
tað so lætt?
Við einfalda sálarfrøðiliga
arbeiðsháttinum “empatiskt
samskifti” verður dentur
lagdur á íborna positiva til
feingi, sum er í einum og
hvørjum menniskja.
Í sambandi við, at Rigmor
Napoleonsdóttir, sum starv
ast sum sálarfrøðingur í
Norra, heldur skeið fyri
lærarum og heilsusystrum í
komandi viku, hevur hon
eisini almennan fyrilestur
um evnið í Miðlahúsinum
mikukvøldið.
“Empatiskt samskifti”
er ein einfaldur arbeiðshátt
ur í fýra stigum, har enda
málið er at menna og stimb
ra fólk, so tey kunnu vaksa
og fáa størri sjálvsvirði, sig
ur Rigmor Napoleonsdóttir.
Umframt at vera lærari, er
Rigmor
Napoleonsdóttir
sálarfrøðingur við sergrein
í empatiskum samskifti.
Støðið í tær sjálvari
Rigmor vísir á, at í arbeiði
num við menniskjum verð
ur ofta fokusera uppá tað
sum ikki virkar, í staðin fyri
at taka støði í tí positiva hjá
fólki.
Við arbeiðsháttinum
læra vit, hvussu vit kunnu
uppbyggja sjálvsvirði, opti
mismu og dirvi, til dømis
hjá næmingum, starvsfólki
ella hjá okkara nærmastu.
Hetta snýr seg í stuttum
um, hvussu vit taka ímóti
okkara
medmenniskjum,
við at taka støði í okkum
sjálvum, bæði kensluliga
og kropsliga, sigur Rigmor
Napoleonsdóttir, sum kem
ur inn uppá spurningar
sum: Hvussu kanst tú reflek
tera yvir egnan leiklut, eitt
nú tá tú sum lærari ella
heilsusystir skalt hjálpa ein
um barni? Hvussu virkar
tú, og hvussu bjóðar tú teg
fram? Hvussu kanst tú men
na empatisku evnini hjá tær
sjálvari og hinum?
Hvat er empati?
Empati er ein viðføddur
menniskjaligur
eginleiki,
sum ger okkum før fyri at
føla við øðrum og at seta
seg inn í teirra kenslur og
støðu. Bæði privat og pro
fessionelt eiga vit at duga at
troysta og hjálpa øðrum, sig
ur Rigmor Napoleonsdóttir.
Í fyrilestrinum greiðir hon
frá um arbeiðsháttin, og
tey fýra stigini sum verða
brúkt í professionella sam
skiftinum við onnur.
Tey eru:
1. Bjóða hinum at fortelja
sína søgu
2. Spyr inn til kenslurnar
3. Spyr hvat hin heldur um
tað
4. Bjóða tína hugsan fram.
Bjóða ein pall fram
Vit hava ofta ilt við at geva
øðrum tíð og pláss til at
koma við sínari søgu, tí vit
halda okkum kenna veru
leikan frammanundan. Við
“empatiskum
samskifti”
geva vit hinum eitt høvi til
at seta orð á, uttan at døma
ella at yvirtaka trupulleikan.
Tað, at viðkomandi fær ein
pall, har hann sleppur at
seta orð á, er ofta nóg mik
ið, sigur Rigmor Napoleons
dóttir. Hon vísir eisini á, at
munurin á hesum og øðrum
arbeiðshættum er, at her
sleppa kenslurnar til orðan
na fram um reflektiónina.
Tí empati skal stimbrast og
mennast, eins og allir aðrir
sansir, sum hon tekur til.
Lær at taka kenslurnar við til arbeiðis
Fyrilesturin “Empatiskt
samskifti” verður í
miðlahúsinum 8. oktober
kl. 19. Landsmiðstøðin
skipar fyri, og tiltakið er
alment og ókeypis.
Rigmor Napoleonsdóttir,
sum flest okkara kenna
sum dugnaligan rennara,
starvast í dag sum
sálarfrøðingur innan
psykiatriina. Hon hevur
harumframt 10 ára
royndir sum lærari
Empati er evni til at føla við og at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Við at menna og stimbra hendan íborna førleikan, verða vit betri til at samskifta, bæði
professionelt og privat
Tolsemi á tímatalvuna
Tolsemi e evnið hjá Norden i Bio hetta skúlaárið. Hesa
ferð er verkætlanin ætlað teimum 1519 ára gomlu
skúlanæmingunum. Endamálið við Norden i Bio er at
geva næmingum innlit í málið hjá øðrum norðurlendskum
tjóðum. Hetta verður gjørt við stuttfilmum úr fimm
londum. Skúlaárið 2008/09 er evnið toleransa,
fordómsloysi, lýst úr ymsum sjónarhornum. Í fjør brúktu
1.000 skúlaflokkar í øllum Norðurlondum Norden i Bio.
Meira um undirvísingartilboðið stendur á heimasíðuni
www.nordenibio.org, har tað eisini ber til at bíleggja
filmarnar, skrivar Skúlablaðið.