Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 189 - 2. oktober 2008 Garnaskipið av Tvøroyri hevði fingið um skrúvuna, meðan teir drógu gørn einar 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi Sleip Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin setti vaktarskipið Brimil fast á garnaskipið Drelnes (TG 107) av Tvør­ oyri. Drelnes var staddur einar 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi og var til fiskiskap. Garnaskipið hevði fingið um skrúvuna, meðan teir drógu gør týsmorgunin, og tí heittu teir á vaktarskipið Brimil um at koma teimum til hjálpar. Brimil sleipaði Drelnes á Klaksvík, hagar teir komu klokkan 03 mikunáttina. Tá skipini vóru komin til bryggju í øllum góðum, fóru froskmenn av Brimli beinanvegin í holt við at skera burtur av skrúvuni. Hetta arbeiði gekk eftir ætlan. Drelnes er fyrrverandi Akraborg og Jónrit. Skipið er smíðað á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961. Brimil sleipaði Drelnes Fiskimenn umborð á Drelnesi hjálpa til at gera fast, nú skipið hevur fingið um skrúvuna og má hava sleip til lands Herfyri fekk Føroya Skipara- og Navigatørfelag svar frá Skipaeftirlitinum um spurningar, sum felagið hevur sett í Topaz-málinum. – Eg haldi, at svarið er ógvuliga jánkasligt, og vit halda eisini, at stovnurin fer ógvuliga lætt um eitt slíkt álvarsmál mál sum hetta, sigur Eyðstein Djurhuus Skipaeftirlit Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá málið um manningina umborð á verksmiðjutrolar­ anum Topaz, sum liggur í Las Palmas, gjørdist kent í føroysku fjølmiðlunum, vendi Føroya Skipara­ og Navigatørfelag sær eitt nú til Skipaeftirltið við einum ítøkiligum spurningi. ­ Hetta var ein av fyrstu døgunum í september. Saman við brævinum, sum manningin á Topaz hevði sent okkum, spurdu vit Skipaeftirlitið, um stovnur­ in metir, at sjómanslógin og løgtingslógin um trygd á sjónum verður hildin, so­ leiðis sum manningin á Topaz greiddi frá støðuni, tey vóru komin í. Herfyri fingu vit svarið hjá Skipa­ eftirlitinum, sum vit halda vera ógvuliga jánkasligt. Vit halda, at stovnurin í sínum svari fer ógvuliga lætt um eitt slíkt álvarsmál mál sum hetta. Einki galið tekniskt Eyðstein sigur, at Skipa­ eftirlitið í sínum svari vísir til manningarviðurskiftini umborð á Topaz, og um hesi sigur stovnurin: »Út frá teimum upplýs­ ingum, sum Skipaeftirlitið hevur fingið um málið, ben­ dir einki á, at tað tekniskt er nakað galið við skipinum – herundir uppihaldsrúmum ella tekniska arbeiðsum­ hvørvinum annars...« Formaðurin í FSN vísir á, at stovnurin síðan sigur, at Topaz ongantíð er sýnaður av Skipaeftirlitinum, og at reiðarin heldur ikki hevur biðið um sýn. Og síðan verður lagt aftrat: »Tá Skipaeftirlitið sostatt ikki hevur nøkur útistand­ andi teknisk krøv móti skip­ inum, er løgtingslógin um trygd á sjónum heldur ikki viðkomandi fyri málið...« ­ Skipaeftirlitið sigur, at málið um Topaz var ein spurningur um manglandi útgjalding av hýru til mann­ ingina, og at talan sostatt var um eina arbeiðsrættar­ liga trætu, sum skal við­ gerast eftir avvarðandi sátt­ mála og møguliga reglunum í sjólógini um sjópant. Eyðstein Djurhuus sigur, at Skipaeftirlitið í endanum FSN setir spurnartekin við S Ársins barna-og ungdómstiltak Mentanarvikan 2008 í Runavík, sum verður seinni í hesum mánaðinum, endar við ársins størsta og mest spennandi barna­og ungdómstiltaki í Føroyum. Undanfarnu árini er vorðin siður at enda Mentanarvikuna við einum stórum tiltaki, ið serliga er ætlað børnum. Í ár hava fyrireikararnir lagt seg eftir at gera skránna so fjølbroytta og spenn­ andi, at øll – ung sum gomul – fáa eina heilt serliga uppliving í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 26. oktober. Mest forkunnuga vitjanin verður óiva danin Lars Lottrup, ið ikki er hvør sum helst. Hevur tú ikki hoyrt um hann, er tað helst tí, at hann er sera torførur at fáa fatur á, tí tá hann ikki súkklar undan tær á eitthjólaðari súkklu, hevur hann tað fyri at goyma seg inni í einari stórari ballón. Lars Lottrup er danmarksmeistari í eitthjólaðari súkkling og hevur undirhildið við stóru ballónini hjá sær í átta ár. Í Danmark er hann kendur frá Zirkus Nemo, og hann hevur ferðast víða kring heimin, millum annað í Kina og Amerika, umframt meginpartinum av Evropa.