hósdagur 2. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 189 - 2. oktober 2008
nøvn
Um fáar mánaðir fara
merkir á fiskakassum
at kunna siga frá um
sporføri hjá fiskinum,
sum er í kassunum.
Her verður møguligt
at fylgja fiskinum –
frá tí, at hann verður
veiddur og heilt út í
virkisliðið
Sporføri
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiði hjá dønum at gera
felags fiskakassar hevur
verið rakt av seinkingum og
forðingum. Men hetta hevur
samstundis gjørt, at elek
tronikkurin í merkjunum á
kassunum, sum skal upplýsa
um sporføri, er vorðin
meira umfatandi og betur.
Nú ber eitt nú til at leggja
upplýsingarnar um sporføri
inn við einum hondskannara,
og hesir upplýsingar verða
síðan nullstillaðir aftur, tá
fiskakassin fer í eina vaski
maskinu. Tað er kassafyri
tøkan Pack and Sea, sum
stendur fyri framleiðsluni,
og stjóri í felagnum er Kurt
Madsen.
Skannaraútgerð
Felagið hevur júst gjørt
avtalu við tvey feløg innan
danska fiskiídnaðin, Dansk
Fisk og Danmarks Fiskein
dustri og Eksportforening,
um nýtslu av sonevndu
RFIDmerkjunum,
sum
skipan fyri sporføri.
Tað eru eitt nú hesi merki,
sum hava elvt til trupulleikar
í framleiðsluni av grønu
standarfiskakassunum.
Nógvar royndir eru gjørdar
at stoypa merkini inn í kass
arnar, men nú hevur stjórnin
í Pack and Sea gjørt av at
keypa útgerð, sum kann
seta merkini inn í plast,
sum síðan kann sveisast
uttan á kassarnar.
Hetta eru maskinur,
sum vit vænta at fáa um 34
mánaðir, men longu nú taka
vit stigið til at fáa allar
havnir at fáa sær skannara
útgerð, soleiðis at tær eru
klárar, tá kassarnir verða
tiknir í nýtslu, sigur stjórin,
Kurt Madsen.
Klárir í 2009
Kurt vísir á, at fiskiídnað
urin hevur gjørt avtalu um,
at virkini sjálvi skulu útvega
sær skannaraútgerðina.
Vit vóna, at kassarnir
við merkjum, sum kunnu
siga frá um sporføri hjá fisk
inum, verða klárir at taka í
nýtslu í donsku havnunum í
byrjanini av 2009, sigur
stjórin.
Kurt Madsen heldur, at
samlaða talið av fiskakass
um av hesum slagi helst
verður millum 150.000 og
200.000, um tað skal verða
nóg mikið til donsku fiski
menninar.
Tað er heimasíðan hjá
Dansk Fiskeritidende, sum
ber hesi tíðindi.
Nýggir fiskakassar
kunna um sporføri
Fiskakassar, sum Pack and Sea framleiðir, skulu kunna upplýsa um sporføri hjá fiskinum, og
væntandi kann skipanin takast í nýtslu fyrst í komandi ári
Mynd: Fiskeritidende
av svari sínum sigur, at um
felagið hevur aðrar spurn
ingar, er FNS vælkomið at
seta seg í samband við
undirritaða, sum er stjórin,
Vilhjálmur
Gregoriussen,
sjálvur, ella við onnur
starvsfólk á stovninum.
Helst fakliga rætt
Tað kann væl vera, at
svarið hjá Skipaeftirlitinum
er fakliga rætt, men mær
dámar ikki hugburðin um,
at tað at síggja til er líka
mikið, um sjófólk umborð
á skipum undir føroyskum
flaggi verða útnyttað á so
grovan hátt, sum málið um
Topaz er eitt dømi um. Tað
tykir mær løgið, at ein slík
ur stovnur sum Skipaeftir
litið eftir svarinum at døma
ikki heldur hetta vera ein
trupulleika.
Eyðstein vísir á, at tá ein
reiðari ynskir at skráseta
skip
undir
føroyskum
flaggi, kann Skipaeftirlitið
ikki nokta, at skipið verður
skrásett. Tað er ikki fyrr
enn tann dag, tá skipið skal
hava neyðugu siglingar
loyvini, at eftirlitið kemur
uppí málið.
Men løgtingslógin um
trygd á sjónum er kortini
galdandi, sjálvt um skipið
liggur við bryggju, og tað
er sjómanslógin helst eisini,
leggur hann aftrat.
Á altjóða palli
Eyðstein vísir á, at ikki
minst í hesum døgum, nú
føroyska samfelagið tosar
um, at føroyska altjóða
skipaskrásetingin skal ger
ast heimsumfevnandi, eiga
vit sum tjóð at ansa væl
eftir, hvat tað er, sum vit
fyritaka okkum uttanfyri
landoddarnar.
Gera vit ikki tað, kann
hetta rættiliga koma okkum
aftur um brekkur í ringum
umdømi kring um heimin,
leggur hann aftrat.
Formaðurin
í
Føroya
Skipara og Navigatørfelag
sigur, at manningarfeløgini
helst fara at taka ein fund
við nýggja landsstýrismann
in um viðurskifti, sum eitt
nú snúgva seg um betri eftir
lit við virksemi á føroyskum
kjøli.
Vit vilja eisini hava at
vita, hvat føroyskir myn
dugleikar halda um ymiskt,
sum frammi hevur verið
um, hvussu útlendsk sjófólk
eru viðfarin umborð á
skipum undir føroyskum
flaggi.
Eyðstein sigur, at mann
ingarfeløgini kunnu ikki
standa sum garrantar fyri,
at viðurskifti umborð á
føroyskum skipum eru í
lagi kring um heimin.
Vit ivast eisini í, hvussu
rætt tað er, at skip kunnu
skrásetast undir føroyskum
flaggi – uttan, at Skipaeftir
litið yvirhøvur hevur verið
umborð á hesum skipum.
Tað tykist undarligt.
Seta spurnartekin
Hann leggur dent á, at
líkamikið hvar í heiminum
skip sigla undir føroyskum
flaggi, er somu lógir gald
andi, sum um skipini sigldu
í okkara egna sjógvi.
Vit eru í iva um mátan,
sum Skipaeftirlitið rekur
sítt virksemi, har tað í nógv
um førum eru klassafeløg,
sum gera eftirlitsarbeiði,
sigur Eyðstein Djurhuus,
formaður í Føroya Skipara
og Navigatørfelag.
kipaeftirlitið
Ný fouNdlaNd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið loyvt
at fiska tosk við Ný Found
land síðan 1992, tá toskurin
har yviri hvarv. Nú er kort
ini loyvt aftur í ávísum tíð
arskeiði at fiska tosk til hús
brúks. Talið av toski í
loyvdu veiðini er 15 fyri
hvønn luttakara.
Tá loyvt var at veiða tosk
aftur fyrr í summar, loystu
fleiri hundrað bátar í Ný
Foundlandi og løgdu út á
hav.
Men tað eru ikki øll, sum
eru eins fegin um, at av
markað toskaveiða til hús
brúks er loyvd.
Framvegis er lítil toskur
við Ný Foundland, og um
hvørvisfólk halda tað ikki
vera rætt at loyva veiði eftir
toski til húsbrúks heldur.
Vinnulig toskaveiða við
Ný Foundland varð steðgað
í 1992, og enn er toskurin
ikki komin aftur á sínar
traditionellu leiðir.
Í ár hevur verið loyvt at
veiða í mesta lagi 15 toskar
í part fram til 27. septem
ber.
Avmarkað toskaveiða
Vælumtóknur gentubólkur á mentanarviku
Nýggi og vælumtókti gentubólkurin Faroe 5 verður eisini á pallinum á Mentanarvikuni í Runavík. Tað eru Jónvá
Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein, ið manna fyrsta føroyska
gentubólkin nakrantíð. Við hittunum ”Bara 1 spæl” og ”Tú fert altíð at vera har” hava tær longu sungið seg inn í
hjørtuni á nógvum føroyingum, og fyrst í november mánaði er ætlanin, at Faroe 5 geva sína fyrstu fløgu út.
Harafturat verða dansigenturnar Katrin & Diana á skránni. Katrin og Diana er tvær ungar toftagentur, ið hava
gingið á dansiskúlanum Stepz í Keypmannahavn, har tær hava lært tað nýggjasta nýggja innan dansiheimin, so tað
verður spennandi at síggja. Eins og undanfarin ár verður Bassi sjálvandi aftur á staðnum, og hann plagar altíð at
hava okkurt gott við til børnini. Eir í Ólavsstovu og Lív Reinert Kjeld verða vertir á tiltakinum, sum verður í
ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 26. oktober.
Eyðstein Djurhuus, formaður
í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag