Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 160 - 22. august 2001 Nr. 160 - 22. august 2001 3 Føroyingar tíma at gera skipaðar útferðir í egnum landi. Tað er niðurstøðan, eftir at Norðoya Kunningar- stova hevur havt tríggjar sera væl eydnaðar útferðir í Norðoyggjum FERÐAVINNA Eyðun Klakstein Norðoya Kunningarstova hevur í summar skipað fyri trimum útferðum í Norð- oyggjum, og hesar hava eydnast sera væl. Fyrsta túrin vóru eini 100 fólk við, og tað var helst í meira lagi. Síðani hava eini 100 fólk tilsamans verið til teir báðar seinni túrarnar. – Tað eru fyrst og fremst føroyingar, sum hava verið við á hesum útferðum, og tað vísir, at tað ber væl til at skipa fyri ferðavinnutilboð- um til føroyingar í summar- feriuni, sigur Christian Ols- en, sum er leiðari á Norð- oya Kunningarstovu. – Undirtøkan til ferðirnar hevur verið sera góð, og tað eru vit væl nøgd við, sigur hann. Vitjaðu Blankskála Seinasta útferðin var farna vikuskiftið, tá 55 fólk gingu til Blankskála á Kalsoynni. Hendan ferðin var útsett eina viku orsaka av veðri, men nú hon varð gjøgnumførd, gekk hon sera væl. Asbjørn Lómaklett greiddi frá um Blankskála í gomlum døgum, og fólkini kvøddu eisini eina vísu og sungu ein sang á staðnum. Tað verða ikki gjørdar fleiri útferðir í ár, men hetta summarið vísir, at tað er grundarlag fyri at skipa fyri slíkum ferðum til føroying- ar. Fleiri vitjandi Norðoya Kunningarstova hevur havt úr at gera í summar. Frá mars til juli vóru 3200 vitjandi á Kunn- ingarstovuni, og hetta er meira, enn tað hevur verið seinnu árini. Gistingarhúsini í Norð- oyggjum hava eisini havt fleiri vitjandi, enn tey høvdu í fjør, so hóast summarið hevur verið hálv- vánaligt, tá hugsað verður um veður, so hava nógv ferðafólk vitja norðanfyri í summar. Jørgin Dahl og hansara fólk í Lost Pilgrims vóna, at okkurt kann spyrja burturúr samband- inum við danskan festivalstjóra TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Jørgin Dahl og bólkur hansara, Lost Pilgrims, ætla at gera vart við seg í Keypmannahavn í heyst. Bólkurin spældi á Lange- landsfestivalinum fyri nøkrum vikum síðani, og hendan framførslan gekk stak væl. Stjórin fyri Langelandsfestivalinum vendi sær av fyrstan tíð til Jørgin og teir og bjóðaðu teir at koma á festivalin. – Hann hevði hoyrt fløg- una hjá okkum, og dámdi hana sera væl. Tað var stutt- ligt at sleppa við á hendan festivalin uttan at skulu ígjøgnum vanligu manna- gongdina við demofløgum og øðrum, sigur Jørgin Dahl. Sambandið millum Lost Pilgrims og stjóran fyri Langelandsfestivalin er gott, stjórin hevur bjóðað sær at hjálpa Lost Pilgrims við ymiskum í heyst. Hes- um vóna Jørgin og hansara menn at okkurt gott kann spyrjast burturúr. Ætlanin er, at Lost Pil- grims skulu hava eina kon- sert í Keypmannahavn í september mánaði, og hetta skal verða ein konsert, sum skal sýna bólkin fram mill- um vanligar lurtarar og fólk, sum hava eitthvørt at siga í fjølmiðlum og innan tónleikaheimin. Nýggir sangir Lost Pilgrims spældu fyri eini trivaligari áhoyrara- fjøld á Langelandsfestival- inum, og hetta kvøldið vóru samanlagt 10.000 fólk til festivalin, so her er talan um stórt tónleikatiltak. – Vit spældu sangir av fløguni hjá okkum, og vit høvdu eisini fimm nýggjar sangir á skránni, sigur Jør- gin Dahl. Hetta eru sangir, sum Jørgin hevur skrivað til bólkin. Tveir av sangunum eru spildurnýggir, meðan tríggir eru slíkir, sum hann hevur funnið fram úr savni sínum og fingið at passa til bólkin. Teir, sum spæla saman við Jørgin Dahl í Lost Pil- grims, eru tónleikarar, sum hann hevur havt langt sam- starv við. Fleiri av teimum spældi hann við av fyrstan tíð, tá hann flutti til Dan- markar miðskeiðis í áttati- árunum. Teir hava egin venjingar- høli og hava gjørt nógv við venjingarnar seinastu mán- aðirnar. Ætlanin er, at hesar venj- ingarnar skulu koma til góðar, tá bólkurin skal royna at gera vart við seg í heyst. Góð undirtøka fyri útferðum Tað eru fyrst og fremst føroyingar, sum hava verið við á útferðunum hjá Norðoya Kunningarstovu, og tað vísir, at tað ber væl til at skipa fyri ferðavinnutilboð- um til føroyingar í summar- feriuni, heldur Christian Olsen, sum er leiðari á Norðoya Kunningarstovu Jørgin drívur á Jørgin Dahl og Lost Pilgrims spældu herfyri á stóra Langelandsfestivalinum, og í september mánaði er ætlanin at hava konsert í Keypmannahavn Bókasavnið í Klaks- vík hevur verið stongt fleiri vikur í summar, tí umvælingar eru gjørdar á bóka- savninum BÓKASAVN Eyðun Klakstein Tá bóksasavnið í Klaksvík letur uppaftur í næstum, verður tað neyvan til at kenna aftur. Í summar eru stórar umvælingar gjørdar á bókasavninum, og mill- um annað eru loft og gólv skift. – Vit ynskja at hava eitt gott bókasavn í býnum, og tá talið á vitjandi hevur verið vaksandi seinastu tíð- ina, hava vit hildið tað verða rætt at seta bóka- savnið í stand, sigur Stein- bjørn Jacobsen, borgar- stjóri í Klaksvík. Bókasavnið í Klaksvík heldur til á Biskupstøð, og virkar bæði sum alment bókasavn og skúlabóka- savn fyri skúlarnar í Klaksvík. – Hóast tilboðini eru nógv av alskyns slagi, og tøknin gerst alt meira um- fatandi, so hevur bóksavnið sín leiklut í samfelagnum, og vaksandi talið á vitjandi ber eisini boð um tað, sigur Steinbjørn Jacobsen. Bókasavnið sett í stand – Hóast tilboðini eru nógv av alskyns slagi, og tøknin gerst alt meira umfatandi, so hevur bóksavnið sín leiklut í samfelagnum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík Í dag fer blaðstjórin á Oyggjatíðindum í rættin at verja seg móti ákærum um ærumeiðing. Tað er Victor Carlsen, ið hevur stevnt Dan Klein, tí hesin hevur kallað hann “penga- grís” á forsíðuni í blaðnum RÆTTARMÁL Stefan í Skorini Tað var í vár, at tað stóð at lesa í Oyggjatíðindum um Victor Carlsen, og í yvir- skrift á forsíðuni varð hann kallaður pengagrísur. Hes- um finnur Victor seg ikki í, og hann hevur tí stevnt Dan Klein fyri rættin. Greinin í Oyggjatíðind- um segði frá, at Victor Carlsen hevði sent eina rokning vegna móðir sína til arvingar hjá manninum, sum móðir Victor var gift við. Sambært rokningini kravdi hann pening, fyri at mamman hevði passað mannin, sum hon var gift við, meðan hann var sjúkur. Hesi bæði eru nú deyð. Rokningin varð tó víst aftur sambært blaðnum. Tí metti blaðið seg hava rætt at kalla mannin fyri pengagrís. Eisini eru aðrar ákærur í greinini, sum ikki sleppa at standa óátalaðar í fyrstu syftu. Bjørn á Heygum er sak- førari hjá Victori Carlsen, og hann sigur, at hetta er ein stevning um ærumeið- ing, har høpisleysar atfinn- ingar eru tiknar úr leysum lofti og verða holvdar omanyvir viðkomandi sum ein lortabytta. Tí skal Dan Klein prógva uppáhaldini í rættinum. Dómarin er vitni Tann ákærdi hevur innkall- að vitni í síni roynd at verja seg. Og tað eru ikki hissini vitni, sum eftir ætlan vera í rættinum. Politimeistaran Mogens Nepper Christensen, Løg- tingsins umboðsmann Joen H. Andreasen og dómaran hevur Dan Klein innkallað sum vitni. Um Dan verður funnin sekur í ærumeiðing, kann hann vænta sær eina bót uppá 10.000-20.000 krón- ur, men dómarin hevur eis- ini heimild at geva fong- sulsrevsing. Lítil ivi er um, at verður Dan Klein funnin sekur, so fer hann at kæra dómin fyri hægri rætt. Um Dan Klein hinvegin ikki verður funnin sekur, sleppur greinin at standa órørd. Dan Klein í rættin fyri ærumeiðing Victor Carlsen finnur seg ikki í at vera kallaður “pengagrís”. Tí hevur hann stevnt blaðstjóranum á Oyggjatíðindum fyri ærumeiðing. Málið kemur fyri í rættinum mikudagin Kaupthing Føroyar, ið er einasta virðis- brævameklarafelag í Føroyum, hevði eitt avlop fyrra hálvár í ár uppá 438.000 krónur ROKNSKAPUR Stefan í Skorini Roknskapurin hjá Kaup- thing fyri fyrra hálvár í ár er gjørdur, og hann vísir eitt avlop á 438.000 krónur. Hetta metir felagið vera nøktandi. Í tíðindaskrivi sigur Kaupthing, at tað hevur verið kostnaðarmikið at fara undir virksemi í Føroy- um, og tí er tað óvæntað, at raksturin longur vísir eitt avlop. Felagið væntar, at seinna hálvár fer at roynast betur enn fyrra. Kaupthing Føroyar fekk loyvi frá danska fíggjar- eftirlitinum at reka virðis- brævameklaravirksemi hin 28. februar 2001, so rokn- skapurin fyri farna hálvár vísir í veruleikanum rakst- urin frá 1. mars 2001 til 30. juni. Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist nærum fýra milli- ónir krónur, meðan útreiðs- lur til starvsfólk og umsit- ing vóru 3,4 milliónir krón- ur. Kaupthing Føroyar hevði hin 30. juni í ár eina egin- ogn uppá 10,7 milliónir krónur. Kaupthing Føroyar hevði eitt avlop uppá 438.000 krónur fyrra hálvár, og tað er stjórin Peter Holm væl nøgdur við Kaupthing nøktandi úrslit Rækjuprísurin í botni RÆKJUPRÍSUR Rólant W. Dam Prísurin á rækjunum er sera lágur í løtuni. Ein av or- søkunum til hetta er, at tað hava verið sera nógvar rækj- ur á marknaðinum seinastu tíðina. Prísurin á ídnaðarrækjum hevur ligið um kr. 2,50, og er hetta undir miðal hesa tíð á árinum, sigur Sofus Poulsen stjóri á rækjuvirkinum á Oyri. Í september plagar prísurin at fara eitt sindur upp eftir, og Sofus Poulsen vónar at hetta hendir. Undir øll- um umstøðum skuldi prísurin fari upp um jóltíðir, tí tá er eftirspurningurin niðri í Evropa so stórur. Delta flytir í nýggj høli FLYTING Elektroniktænastan Delta flytir nú í húsini, sum vanliga eru nevnd Knútsstova og Hotel Djurhuus í Gongini. Eftir at hava verið í leigaum hølum seinastu átta ár- ini, fer Delta nú í egin hús, sum liggja yvir av Essaba ella Café Natúr. Tey gomlu húsini eru um at vera liðugt umvæld, og eigarin Brandur í Dali væntar, at handilin letur upp í nýggju hølunum um ein lítlan mánað. Handilin í J. Paturssonargøtu letur aftur í morgin, hósdagin, men verkstaðið verður væntandi bara stongt eina viku. C M Y K 3 2