mikudagur 22. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 160 - 22. august 2001
Nr. 160 - 22. august 2001
5
Nýggi rækjutrolarin
hjá vágbingum hevur
havt góðan fiskiskap
og hann hevur longu
fingið uppí
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Ikki kann sigast annað, enn
at tað hevur hilnast væl hjá
nýggja
rækjutrolaranum
hjá vágbingum.
Hvannaberg hevur verið
til fiskiskap í fimm vikur
og er longu á veg heim við
fullari last, sum er 240 tons.
Hetta er reiðarin, Jákup
Olsen í Vági, væl nøgdur
við, tí Hvannaberg hevur
bara eitt trol, afturímóti
nógvum øðrum rækjutrol-
arum, sum hava tvey.
Teir hava fiskað við Sval-
bard og fóru at sigla heim á
miðdegi sunnudagin.
Rækjurnar verða avreidd-
ar á Oyri, hagar Hvanna-
berg kemur til arbeiðstíð
fríggjamorgunin.
Men tíverri er prísurin á
rækjum sera vánaligur. Ják-
up Olsen sigur, at fyri tað
mesta eru tað ídnaðarrækj-
ur, sum Hvannaberg hevur
og fyri tær fáa teir ímillum
6,50 krónur og 8 krónur
fyri kilo. Eitt sindur av kók-
aðum rækjum hevur hann
eisini og fyri tær eru prísur-
in væl betri.
Men reiðarin sigur, at
prísurin er uppaftur nógv
verri í Noregi, har tað næst-
an ikki slepst av við rækjur.
– So, hóast tað er langt at
sigla, loysir tað seg frægast
at avreiða í Føroyum. Men
so kastar tað eisini eitt sind-
ur av arbeiði av sær og
manningin sleppur heim.
Tá ið Hvannaberg hevur
avreitt, fer hann aftur til
Svalbard at fiska.
Í løtuni eru tað bara
Hvannaberg og Kappin,
sum fiska við Svalbard.
Allir hinir rækjutrolararnir
eru á Flemish Cap.
Tað ljóðar sum um tað
loysir seg betri at vera á
Flemish
Cap.
Hví
er
Hvannaberg so ikki eisini
har?
–Vit kundu verið farnir
yvir á Flemish Cap. Men
støðan er tann, at føroying-
ar eru í vanda fyri at missa
fiskidagarnar við Svalbard,
tí vit hava brúkt so fáar av
teimum. Vit hava longu
mist helvtina av fiskidøg-
unum,
vit
upprunaliga
høvdu við Svalbard, tí tá ið
vit ikki hava brúkt teir, ber
illa til tvíhalda um, at vit
skulu varðvveita teir. Tað
skerst heldur ikki burtur, at
tað var fyrst og fremst fyri
at bjarga fiskidøgunum við
Svalbard, at fiskimálastýrið
gav okkum loyvi at fáa bát-
in undir føroysk flagg. Og
tá ið tað er orsøkin til, at vit
fingu fiskiloyvi, hevði tað
verið eitt sindur ómoralskt
at fari onkra aðra staðni at
fiska, hóast vit hava loyvi
til tað, sigur sigur Jákup
Olsen.
Tað var fyrr í ár, at Jákup
Olsen og aðrir keyptu
Hvannaberg úr Íslandi fyri
14 milliónir krónur. Bàturin
er 22 ára gamal, men í góð-
um standi og reiðarin sigur,
at í høvuðsheitum hevur
hann riggað væl. Skipari er
sandvíkingurin,
Eyðun
Johannesen.
–Tað er óhugnaligt, at
landsstýrismaðurin í
vinnumálum ætlar at
reisa spurningin um
at friða aling og
djórahald fyri verk-
falli í vissum førum.
Tað fer so líðandi at
taka verkfalsrættin
frá okkum, sigur
Ingeborg Vinther í
Føroya Arbeiðara-
felag
VERKFALSRÆTTUR
Áki Bertholdsen
– Hetta er rætt og slætt
óhugnalig tankagongd.
Nú Bjarni Djurholm ætl-
ar at reisa spurningin um at
tryggja, at aling og annað
djórahald, ikki kunnu vera
rakt av verkfallum framtíð-
ini, skal hann ikki vænta
sær hjálp frá fakfeløgunum.
Landsstýrismaður í vinnu-
málum segði í Sosialinum í
farnu viku, at hann fór at
reisa spurningin um at gera
eina lóg, sum tryggjaði, at
tað í vissum skuldi bera til
at friða aling og annað
djórahald fyri verkføllum.
Tað, hann hugsar um, er
mest í sambandi við niður-
berjing av sjúku ella aðrar
neyðstøður.
Ingeborg Vinther, for-
maður í landsins størsta
fakfelag, heldur, at tanka-
gongdin er óhugnalig.
– Hetta er so ódemokrat-
isk og fakfelag fíggindalig
tankagongd, sum hugsast
kann og hon brýtur við alla
siðvenju á hesum øki, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hetta er
onki uttan ein roynd at
skerja rættindini hjá fakfel-
øgunum at fara í verkfall.
– Hetta er eitt øki, sum
politiski myndugleikin skal
halda seg langt vekk frá, tí
verkfalsrætturin
er
so
grundleggjandi í samfel-
agnum, sum nakað kann
vera.
– Hetta er tað bera diktat-
ur. Hatta er fólkaflokspolit-
ikkur, tá ið hann er best,
sigur hon.
Men hon leggur afturat,
at tað undrar hana ikki, at
júst hetta kemur fram í hesi
samgonguni.
– Tó vil eg fegin síggja
restina av landsstýrinum og
samgonguni taka undir vi
hesum. Men tað hendir
kanska, tí tað er ikki av
ongum, at Arbeiðsgevara-
felagið kunngerð í ársfrá-
greiðing síni, at tað tekur
fult undir tí føra politikkin-
um og helst helst vil hava
sama politikk førdan í
framtíðini, sum higartil er
førdur undir í hesi sam-
gonguni.
Tað, sum hevur birt upp-
undir kjakið at friða djóra-
hald og aling fyri verkføll-
um, er støðan sum tók seg
upp á Funningsfirði í vár,
har tað varð sagt, at verk-
fallið tarnaði arbeiðnum at
berja sjúkuna niður.
– Hatta passar yvirhøvur
ikki, sigur Ingeborg Vinth-
er. Hon sigur, at 14 dagar
eftir, at verkfallið var av,
var framvegis ikki ein tann
einasti sjúkur laksur í
Funningsfirði, dripin. Støð-
an var ikki álvarsligari enn
so.
Hon leggur afturat, at ar-
beiðsgevararnir
vistu
frammanundan, at bleiv
verkfall, fóru ongi undan-
tøk at verða givin. So teir
valdu støðuna sjálvur.
– Tað skulu altíð tveir
partar til at samráðast.
Hon leggur afturat, at
skuldi sjúka tikið seg upp
aðrastaðni, enn í einum ali-
brúki, eitt nú í einum fjósi,
so er tað onki verkfall, sum
forðar einum bónda í at
skjóta eina kúgv, ella báðar
tvær. Bøndur eru heldur
ikki limir í fakfeløgunum.
Har ein skriða......
Ingeborg Vinther ivast ikki
í, at eydnast tað fyrst at lóg-
geva á økinum, so at okkurt
øki verður friðað fyri verk-
falli, verður tað bert byrjan-
in til fleiri øki.
– Tað verður ein skriða,
sum fer á rull og verður
fyrst eitt undantak gjørt,
verður ikki leingi, so koma
næstu
undantøkini.
So
verður tað Landssjúkrahús-
ið, sum skal friðast, so ell-
is- og røktarheimini, so
okkurt heilt fjórða, og so er
at enda allur verkfalsrættur-
in so undirgravaður, at
besta vápnið fyri betri kor-
um heilt er tikið frá fakfel-
øgunum.
Á veg heim við fullari last
Ætlar at taka einastu vápnini frá okkum
– Hvannaberg úr Vági hevur fingið fulla last og hann er nú á veg heim at avreiða, men prísurin er vánaligur
Ingeborg Vinther sigur, at
ætlanin hjá Bjarna
Djurholm er at taka
verkfalsrættin frá
fakfeløgunum, men tað farta
tey aldrin at góðtaka
Ferðavinnan í
Føroyum savnast í
dag til eina sonevnda
verkstovu. Endamálið
er at gera føroysku
útbjóðararnar meiri
sjónligar.
FERÐAVINNA
Heri á Rógvi
Í dag (mikudagin) hava
ymsu partarnir av føroysku
ferðavinnuni sett hvørjum
øðrum stevnu á Hotel Før-
oyum. Talan er um eina so-
kallaða verkstovu (Work-
shop). Luttakararnir vera
32 útbjóðarar og 6 ferða-
smiðir. Útbjóðarar eru eitt
nú gistingarhús og feløg,
sum gera útferðir. Ferða-
smiðirnir eru tey, ið seta
hesar sokallaðu pakkaferð-
inar saman. Talan er um ein
føroyskt verkstovu burtur-
av.
Ætlanin er, at tær ymisku
útbjóðararnir skulu kunna
ganga runt il hesar ymisku
ferðasmiðirnar. Endamálið
er at gera útbjóðararn ar
meiri sjónliga hjá ferða-
smiðjunum, sigur Ferðaráð
Føroya í tíðindaskrivi.
Hetta er fyrstu ferð, at
ein tílík verkstovuverður i
Føroyum. Sambært stjóran-
um á ferðaráðnum, Hera
Niclasen, so er hetta tiltak-
ið komið í lag eftir ynski
frá vinnuni.
Hetta
er
samstundis
fyrstu ferð at skipað verður
fyri einari tílíkari føroysk-
ari verkstovu. Verkstovan er
løgd soleiðis, at hon er ein
mánað áðrenn West Travel
Mart, sum í ár verður í
Grønlandi.
Tað verður Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður,
sum kemur at seta stevn-
una. Eisini fer stjórin á
Ferðaráðnum at siga nøkur
orð.
Eftir ætlan endar tiltakið
í dag kl. 17.30. Tiltakið er
ikki alment.
Hetta er tíðin tá hálvárs-
roknskapir byrja at koma
fram. Føroya Sparikassi er
heldur einki undantak í so
máta. Úrslitið hjá Føroya
Sparikassa fyri fyrra hálvár
í ár var 29,9 rætta vegin
eftir skatt. Úrslitið skyldast
øktum rentuinntøkum og
stóra kurstapið í fjør ikki
heldur fram. Hóast hetta er
vinningurin fyri hvørja
kostnaðar munandi minni
enn hjá Føroya Banka.
Í roknskapinum fyri 1.
hálvár 2001 verður víst á,
at úrslitið fyri 1. hálvár
2001 er 15,3 mío kr. betri
enn úrslitið fyri 1. hálvár
2000.
Góða gongdin skyldast
sjálvandi fyrst og fremst
positivu gongdina í før-
oyska búskapinum. Flestu
lántakararnir hjá Føroya
Sparikassa eru fólk, sum
lána pening til setthús o.a.
Øktu inntøkurnar skyld-
ast eisini, at Føroya Spari-
kassi nú er farin at vinna
meira
pening
burturúr
ómaksgjøldum og øðrum
gjøldum.
Útreiðslurnar til starvs-
fólk eru 1. hálvár í ár nakað
tað sama sum 1. hálvár í
fjør.
Hóast gjaldførið hjá Før-
oya Sparikassa er minkað
frá 983 mío til 1,073 mia,
so er samlaða gjaldføriå
Sparikassans 25,9 %, og
stuttfreistaða gjaldførið er
66,1 %.
Hóast Føroya Sparikassi
1. august lækkaði rentuna á
inn- og útlánum, so væntar
Sparikassin kortini, at árs-
úrslitið verður betri enn í
2000.
-hr
Ferðavinnu verkstova
Hálvársroknskapurin
hjá Føroya Banka fyri
1. hálvár í ár vísir eitt
avlop fyri skatt áljóð-
andi 93 mió. Hetta er
8,6 % betri enn sama
tíðarskeið í fjør. Góða
úrslitið skyldast ser-
liga øktum rentu- og
kostnaðarinntøkum
BÚSKAPUR
Heri á Rógvi
Eina góða viku eftir, at
Føroya Sparikassi kunn-
gjørdi teirra roknskap fyri
1. hálvár í ár, so var hin
stóri føroyski peninga-
stovnurin kláru við einum
líknandi útspæli.
Eins og við Føroya Spari-
kassa, so vísir Føroya
Banki eisini á sera góð úr-
slit. Sjálvur sigur Jørn
Astrup Hansen, stjóri í
Føroya Banka, at úrslitið
hjá teimum er nógv betri
enn tað hjá Føroya Spari-
kassa, tá hugsað verður um,
at hava munandi størri
vinning fyri hvørja kostn-
aðakrónu
enn
Føroya
Sparikassi.
Tey hørðu tølini hjá Før-
oya Banka siga okkum so
mikið, at tað gongur rætti-
liga væl hjá bankanum.
Úrslitið gjørdist eitt avlop
áljóðandi 93 mói áðrenn
skatt. Ùrslitið eftir skatt var
knappar 74 mío, og er hetta
eitt lítið sindur minni enn
sama tíðarskeið í fjør. Tað
skal í hesum sambandi
eisin viðmerkjast, at Føroya
Banki í ár skal gjalda 19
míó í skatti, harafturímóti
vórðu einans goldnar 10
mío fyri sama tíðarskeið í
fjør. Orsøkin til hetta er,
sambært Jørn Astrup Han-
sen, innviklaðu skattaregl-
arnir, sum gera, at tað okk-
urt árið skal gjaldast mun-
andi meira í skatti enn hini
árini.
Av ørðum lyklatølum
kann nevnast, at Føroya
Banki fyri fyrstu ferð síðani
1995 kann vísa á ein góðan
roknskap, har størtsti part-
urin av úrslitinum ikki stav-
ar frá afturgoldnum burtur-
leggingum. Hetta fegnast
stjórin serliga yvir.
Meira fyri hvørja
krónu
Í roknskapinum fyri 1.
hálvár í ár vísir bankin eis-
ini á, at vinningurin fyri
hvørja kostnaðarkrónu er
2,66. Hetta hevur Føroya
Banki eisini valt at gera
nógv burturúr. Vinningurin
fyri hvørja kostnaðarkrónu
vísir heilt einfalt til, at fyri
hvørja
útreiðslugoldna
krónu fær 2,66 kr. aftur.
Sambært Jørn Astrup
Hansen, so er tað á hesum
økinum, at bankin stendur
sterkari enn kappingarneyt-
arnir yviri við Strond.
Úrslitið av vanliga rakstr-
inum hjá Føroya Banka var
92 áðrenn skatt. Tað, sum
ger, at Føroya Banki vísir á
eitt yvirskot áljóðandi 93
mió kr. er, at dótturfelagið
Trygd eisini kundi vísa á
eitt positivt úrsliti fyri fyrra
hálvár í ár.
Færri starvsfólk
Hóast flestu arbeiðsgevarar
stríðast við øktar lønarút-
reiðslur, so kann Føroya
Banki á hesum økinum
borðreiða við einari smá
lækking. Sambært Jørn
Astrup Hansen, so skyldast
hetta, at teir nú hava færri
starvsfólk enn áður.
Samlaðu ognirnar hjá
Føroya Banka eru eisini
voksnar við prosentum til
5,2 mia. kr.
Jørn
Astrup
Hansen
væntar at positiva gongdin
hjá bankanum fer at halda
fram restina av árinum.
Føroya Banki sera gott úrslit
Úrslitið hjá Føroya Banka 1. hálvár í ár er 93 míó kr. í avlopi áðrenn skatt
Á myndini formaðurin fyri
Ferðaráð Føroya, Petur
Olivar í Hoyvík, og stjórin á
Ferðaráðnum, Heri
Niclasen. Tað er Ferðaráð
Føroya, sum skipar fyri
verkstovuni.
Føroya Sparikassi vísir
á góð tøl
Úrslitið av vanliga rakstrinum hjá Føroya Sparikassa var 38 mío áðrenn skatt.
C
M
Y
K
5
4