mikudagur 22. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 22. august 2001
Nr. 160 - 22. august 2001
7
1. a á Venjingarskúl-
anum er ein serligur
flokkur. Tvey í flokk-
inum eru tunghoyrd.
Tískil fáa øll í flokk-
inum undirvísing í
teknmáli
SKÚLIN
Turið Kjølbro
Heri á Rógvi
Fyrsti skúladagur er ein
dagur, øll minnast. Ein ser-
ligur dagur, skúlin og for-
eldur gera nakað serstakt
burturúr. Mánadagin fóru
699 børn í skúla á fyrsta
sinni í Føroyum. Á Venj-
ingarskúlanum í Havn var
ikki sørt gjørt burtur úr
hesum degnum, ikki minst
tí tveir tunghoyrdir næm-
ingar, Bjørt Hvidbro og Ari
Johannesen, á fyrsta sinni
komu í skúla. Niels Natte-
stad, skúlastjóri, greiddi á
samkomu frá, hvat tað inni-
ber fyri skúlan og flokkin at
hava
tveir
tunghoyrdar
næmingar. Serliga legði
hann dent á, at skúlin er
fegin um møguleikan at
geva hesum næmingunum
skúlagongd.
Afturat sær hava Bjørt og
Ari deyvalærara, sum skal
hjálpa teimum at fylgja við
í tí sum fer fram í skúl-
anum. Tveir deyvalærarar,
sum koma av Sernámsdep-
linum, vera knýttir at
flokkinum.
- Sjálvsagt stúra vit sum
foreldur eitt sindur fyri,
hvussu tað fer at ganga,
men eg rokni við at tað fer
at ganga væl. Bjørt hoyrir
illa, men klárar at tosa og
munnlesa,
sigur
Jórun
Hvidbro, mamma Bjørt.
- Vit eru meiri spent enn
stúrin fyri, hvussu skúl-
gongdin hjá honum verður.
Sjálvur er Ari spentur, so
tað er sum hjá øllum øðrum
børnum, sum fara í skúla
fyrstu ferð, sigur Mirjam
Johannesen, mamma Ara.
Hinir
næmingarnir
í
flokkinum
og
foreldur
teirra eru fyrireikað uppá,
at tveir næmingar, ið eru
tunghoyrdir og tískil hava
ein serligan tørv, eru í
flokkinum. Fyri at allir
næmingarnir og lærarar
skulu kunna samskifta sín-
ámillum fáa báðir fyrstu
flokkarnir og lærarar teirra
frálæru í teknmáli ein tíma
um vikuna.
- Hesir næmingarnir fáa
tískil meiri enn vanliga
undirvísing, sigur Jørgin
við Úlvsá, lærari hjá 1. a.
Hann leggur afturat, at tað
er avgjørt ein avbjóðing
sum lærari at hava tung-
hoyrdar
næmingar
í
flokkinum.
- Tað setur stór krøv til
læraran. Sum lærari skal eg
hugsa um allar næming-
arnar, teir tunghoyrdu og
heildina. Skúlin sýnir stór-
an vælvilja at integrera
næmingar. So er bara at
vóna, at Sernámsdepilin
setur neyðugu orkuna inn
soleiðis at næmingarnir fáa
tað teimum tørvar. Fáa teir
tað skuldu vit onnur sum
frálíður betur verið før fyri
at samskifta við tunghoyrd,
sigur Jørgin við Úlvsá.
Henda fyrsta skúladagin
møtti 1. a í stóra skúlanum,
sum skúlastjórin kallaði
hann. Eftir samkomuna
fóru næmingarnir oman í
gulaskúla, har 1.a skal
halda til hesi fyrstu tvey ár-
ini av teirra skúlagongd. Á
borðinum stóðu navna-
skelti, so hvør næmingur
visti, hvar hann ella hon
skuldi sita. Í dag skuldu tey
svimja fyrstu tímarnar.
Endamálið við nýggju
heimasíðuni er at
privatpersónar og
bilasølur kunnu seta
sín bil til sølu á ein so
lættan hátt sum til
ber
BILASØLA
Turið Kjølbro
Mánadagin
læt
nýggja
heimasíðan
www.bil.fo
upp. Høvuðsendamálið við
heimasíðuni er at gera eitt
stað
á
alnótini,
har
privatpersónar og bilasølur
kunnu seta sín bil til sølu á
ein so lættan hátt sum
gjørligt. Sum støðan er í
løtuni, er tann privati
brúkarin noyddur at ferðast
runt á nógvum ymiskum
heimasíðum hjá teimum
ymisku bilasølunum, um
hesin skal finna sær ein bil.
Við BIL.FO er ætlanin at
savna so nógvar bilar sum
møguligt á einari síðu.
BIL.FO er ikki heft at
nakrari
ávísari
bilsølu.
Møguleikarnir, sum vera á
BIL.FO, eru eitt nú, at
privatpersónar kunnu leita
eftir bilum eftir ymiskum
treytum, at fólk kunnu
skjótt og lætt seta sín bil til
sølu, at bilasølur kunnu
skjótt og lætt seta bilar til
sølu - við eini serligari
skipan, sum BIL.FO hevur
gjørt til bilasølurnar.
- Enn er heimasíðan so
nýggj, men vit hava longu
fingið fleiri afturmeldingar,
eitt nú frá eini bilasølu sum
hevur meldað seg til. Tað er
ógvuliga positivt, sigur
Bárður Bærentsen, ein av
stigtakarunum til heima-
síðuna.
Seinni er ætlanin at
heimasíðan
eisini
skal
fevna um sølu av lastbilum,
kranabilum og skutarum.
Kjaksíða
er
eisini
á
heimasíðuna, har tú kanst
skriva tína meining um
mangt og hvat.
www.bil.fo
Hepni 1.a
Nýggja heimasíðan, har til
ber at keypa ein bil
ógvuliga einfalt. Stigtakarar
eru Bárður Bærentsen,
Hildigunn Olsen og
Petur Kirke
1. a í Venjingarskúlanum fyrsta skúladag saman við lærarunum Jørgin við Úlvsá og Fríðu Eysturoy
Bjørt og Ari fremst í myndini
Mánakvøldið noydd-
ust arbeiðsfólk at
rýma úr undirsjóvar-
tunlinum Vágamegin,
tí eldur var í einum
spennisbroytli 800
metrar inni. Eldurin
varð tó skjótt sløktur
og fólk vóru aldri
veruliga í vanda
ELDSBRUNI
John Johannessen
Bæði sløkkiliðið í Sørvági
og sløkkiliðið í Miðvági
vórðu boðsend, tá arbeiðs-
fólk Vágamegin í undir-
sjóvartunlinum varnaðust,
at eldur var komin í ein
spennisbroytil
(transfor-
mator) 800 metrar inni í
tunlinum.
Tá eldurin kyknaði ar-
beiddu fólk heilt inni á
botni í tunlinum Vágameg-
in og vóru sostatt innan fyri
eldin. Men kortini var aldri
nakar serligur vandi fyri, at
fólk komu til skaða.
Mennirnir, sum arbeiddu
heilt inni á botni í tunlin-
um, sluppu sær beinan veg-
in út úr tunlinum við bili, tá
teir varnaðust nógva royk-
in.
Køvdu eldin
Felagið NCC, sum hevur
átikið sær uppgávuna at
gera Vágatunnilin, hevur
heilt neyvar fyriskriftir,
hvussu berast skal at, um
eldur kyknar í tunlinum.
Teir sløktu beinan vegin
súrevnisveitingina inn í
tunnilin, so eldurin ikki
fekk nørt seg, og ringdu
beinan vegin eftir sløkkilið-
unum fyri at tryggja sær, at
eldurin bleiv sløktur.
Sløkkiliðini úr Sørvági
og Miðvági komu beinan
vegin til tunnilin, men tá
tey komu innar, var eldurin
longu køvdur. Tó var fram-
vegis nógvur roykur inni í
tunlinum. Og tískil varð út-
luftingarskipanin
sett
í
gongd aftur, tá sløkkiliðini
høvdu tryggja sær, at eldur-
in ikki fór at kykna aftur.
Neyðútgerð er í
tunlinum
Sambært Svein Kristian-
sen, arbeiðsformanni hjá
NCC, høvdu arbeiðsfólkini
inni í tunlinum mánakvøld-
ið verið rímiliga trygg,
sjálvt um tey ikki sluppu út
meðan eldur var í.
– Vit hava sokallaðar
bjargingarbyngjur stand-
andi inni í tunlinum, har ar-
beiðsfólkini kunnu fara, um
eldur er í ella okkurt annað
er áfatt. Í bingjunum eru
millum annað súrevnis-
fløskur og útgerð til fyrstu-
hjálp, greiðir hann frá.
Spennisbroytilin var um
hálvan metur høgur og 60
centimetrar breiður, og stóð
ikki næhendis øðrum tólum
ella ørðum eldfimum til-
fari. Tí vóru menn alla tíð-
ina greiðir yvir, at vandi
ikki var fyri nøkrum stór-
um eldi. Men nógvi roykur
vandamikil roykur stóðst tó
av eldinum, orsakað av, at
tað var isolatiónin í spenn-
isbroytilinum, ið brendi.
Seinkaði arbeiðinum
Eldsbrunin mánakvøldið
seinkaði arbeiðinum í tunl-
inum umleið eitt hálvt
døgn.
Spennisbroytilin
oyðilegðist av eldinum, og
tí fór streymurin inni í tunl-
inum.
Men NCC hevði ein ann-
an spennisbroytil standandi
kláran Leynamegin. Hesin
varð fluttur vestur um
sundið týsmorgunin og
settur til, so arbeiðið kundi
byrja aftur.
Á árligum fundi
millum norður-
lendsku løgmála-
ráðharrarnar í farnu
viku heitti Høgni
Hoydal á ráðharr-
arnar um samstarv,
nú føroyingar skulu
yvirtaka lógarmál og
byggja upp egnar
myndugleikar
YVIRTØKA
John Johannessen
Høgni Hoydal vil hava
samstarv við hini Norður-
londini innan lógarmál, nú
føroyingar skulu yvirtaka
málsøkið.
Á árligum fundi í Marie-
hamn á Álandi millum
norðurlendsku løgmálaráð-
harrarnar heitti Høgni Hoy-
dal á løgmálaráðharrarnar
um samstarv, nú føroyingar
eru í ferð við at byggja upp
egnar myndugleikar í løg-
málum.
Samstundis
kunnaði
Høgni Hoydal um fullveld-
istilgongdina og greiddi frá
arbeiðinum við føroyskari
grundlóg, rættarskipan og
løgreglu.
Samskipa lóggávu
Norðurlendsku
løgmála-
ráðharrarnir samdust á
fundinum um at kanna og
samskipa lóggávuna í per-
sóns-, familju- og arvarætti.
Hetta heldur Høgni Hoy-
dal vera eitt mál, sum hevur
stóran týdning fyri Føroyar,
nú ætlanin er, at persóns-,
familju-
og
arvarættur
skulu koma undir føroyskt
ræði frá 1. januar 2002.
Eitt annað mál, sum før-
oyski landsstýrismaðurin í
lógarmálum heldur hava
stóran týdning fyri Føroyar
er, at Norðurlond í felag
gera eitt fullfíggjað yvirlit
yvir rættindini hjá norður-
lendingum í londunum hjá
hvørjum øðrum. Rættind-
ini, hugsað verður um, eru
rættindini
til
arbeiði,
sjúkraviðgerð, útbúgving,
almannahjálp og pensjón,
ið galda fyri allar norður-
lendingar, uttan mun til,
hvørjum Norðurlandi, teir
uppihalda sær í.
Samstarvsfundur
Fundurin í Mariehamn í
farnu viku var partur av
einum føstum samstarvi
millum løgmálaráðharrarn-
ar í Norðurlondum. Ráð-
harrarnir hittast einaferð
um árið í einum av Norður-
londunum og skifta orð um
samstarvsmøguleikar innan
málsøkið.
Í ár røddu løgmálaráð-
harrarnir millum annað um
samstarv
at
fyribyrgja
barna- og ungdómskrimin-
aliteti, at revsa og fyri-
byrgja handli við kvinnum,
sum skipað brotsmannalið
standa fyri og at fyribyrgja
og revsa rasismu og nýnas-
ismu.
Fundarluttakararnir í ár
vóru Frank Jensen úr Dan-
mark, Thomas Bodström úr
Svøríki, Johannes Koski-
nen úr Finnlandi, Solveig
Pétursdóttir
úr
Íslandi,
Hanne Harlem úr Noreg,
Sune Eriksson úr Álandi og
Høgni Hoydal úr Føroyum.
Næsti fundurin millum
norðurlendsku løgmálaráð-
harrarnar verður í Noreg
næsta ár.
Eldsbruni í Vágatunnilinum
Eyðun Elltør,
landsstýrismaður
við oljumálum, fer
í næstum at senda
oljufelagnum
WEBA Oil & Gas
skriv, har hann
átalar, at oljufelag-
ið tekur lut í herð-
ferðini móti
grindadrápi
GRINDADRÁP
John Johannessen
Eitt oljufelag, ið er við
til at leita eftir olju í før-
oyskum øki, sleppur ikki
at taka lut í herðferðini
móti grindadrápi.
Hetta er landsstýrið
púra samt um. Og tí
gjørdi landsstýrið eisini
á fundi týsmorgunin av,
at landsstýrismaðurin í
oljumálum skal gera
greitt fyri oljufelagnum
WEBA Oil & Gass, at
tað ikki sleppur at stuðla
Paul Watson, so leingi
tað leitar eftir olju í Før-
oyum.
Tað var Jørgen Nicl-
assen, landsstýrismaður
við ábyrgd fyri grinda-
drápi, sum reisti málið
um
ojufelagið
og
grindadráp á landsstýr-
isfundi, eftir at Fregnir
fríggjadagin avdúkaðu,
at
oljufelagið
hevur
bundið seg til at vera við
í
herðferðini
móti
grindadrápi.
– Tað stendur heilt
greitt í leitiloyvunum, at
oljufeløgini ikki skulu
leggja seg út í føroysku
mentanina. Og eg haldi
ikki, at vit skulu lata tað
fara aftur við borðinum,
at eitt oljufelag sam-
starvar móti føroyingum
við Paul Watson, sum er
burturvístur úr Føroyum
sum brotsmaður, sigur
Jørgen Niclassen.
Mánakvødlið vórðu
sløkkiliðini í Vágum boðsend,
tí eldur var í einum
spennisbroytli í
Vágatunlinum
Oljumálastýrið
átalar oljufelag
Høgni biðjur Norðurlond
um samstarv
C
M
Y
K
7
6