hósdagur 2. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2008
17
T
á vit hava eina meining um
okkurt ávíst í samfelagnum
vit liva í, skulu vit ikki at halda
tað fyri okkum sjálvi, um vit
eru sannførd um, at tað vit
meina, er rætt. Og - hvussu
torført tað enn kann vera – tó
altíð við tí sannkenning, at
aðrar royndir og sjónarmið hava
fullan rætt at mótsiga ella
korrigera okkara egnu.
H
enda grein er ætlað sum
ein roynd at varpa ljós á ta
negativu síðuna av sonevndu
“konservatismuni” í Føroyum,
og neyðugu menningina og
broytingina, sum eg haldi,
saktans kann liva í samspæli
við siðabundnu føroysku
mentanina, sum eg havi alla
virðing fyri.
G
lobala rákið hevur við sær,
at útjaðaraøki alsamt verða
avfólkað, og at fólk – serliga
tey ungu – flyta til størru býir-
nir. Og hetta av fleiri orsøkum.
Ein alsamt størri partur av teim-
um ungu fáa sær hægri útbúgv-
ing, og tað er her tey finna
spennandi avbjóðingarnar og
størvini. Men tað er eisini
meira “cool” at liva í stórbýn-
um. Umframt hetta, so kann
útjaðarin eisini, í mun til stór-
býin, kennast sum ein sosial og
mental spennitroyggja, sum
man flýggjar undan, so skjótt
høvi býðst.
S
um tær seinastu almennu
kanningarnar staðfesta, so
merkist globala støðan eisini í
Føroyum í dag. Her verður hon
so styrkt av ymiskum negativ-
um faktorum, sum viðvirka til,
at nógv av teimum mest talent-
fullu ella vælútbúnu føroying-
unum, ikki velja at flyta aftur
til oyggjarnar, og flestu av
teimum, sum flyta aftur,
búseta seg í Havn.
H
etta er særligt ein sera
stórur trupulleiki fyri
útjaðaran, sum verður avveitt-
ur fyri eina so virðismikla
ressoursu – framtíðina, kann
man gott siga. Globala rákið,
at fólk miðsavnast í fáum
stórum eindum, er ikki nógv at
gera við. Tess størri átrokandi
haldi eg tað er, at man ger eina
føroyska roynd at ávirka tað, ið
kann ávirkast, tí eg onkusvegna
haldi, at tað er lættari her enn
aðrastaðni at steðga gongdini.
Føroyskar bygdir og býir
tykjast meiri lívssterkir, og tey,
ið fara heimanífrá tykjast meira
knýtt at heimstaðnum enn eitt
nú í Danmark og eisini
aðrastaðni í Skandinavia og
Europa, har landsbýir og smáir
provinsbýir liggja meira ella
minni hálvdeyðir og uttan nakra
framtíð. At veðrið í Føroyum
skal vera so nógv verri enn
aðrastaðni er ein myta. Og hvat
so við frísku luftini og
einastandandi náttúruni, telur
tað als ikki við?
E
in av grundleggjandi
treytunum fyri at venda
gongdini í útjaðaranum er at
leggja kommunurnar saman, so
tær fáa eina hóskandi eind, og tí
er ein kommunalreformur sera
átrokandi í Føroyum. Hægst 7
kommunur, helst færri, hevði
verið hóskandi. Tíðarinnan rák
ber við sær, at færri kommunal-
ar eindir mugu og skulu gerast
ein realitetur í Føroyum, og tað
er sera óheppið, um kommunu-
samanlegging skal tvingast
ígjøgnum. Eg fari her at seta
fokus á útjaðaran Suðuroynna,
har arbeiði fram ímóti eini
kommunusamanlegging til eina
kommunu, eftir mínum tykki,
ikki kann ganga nóg skjótt. Og
tað er av stórum týdningi, at
man sjálvboðið fer undir hesa
tilgongd, tí tvingsil er altíð ein
keðilig byrjunarstøða.
V
innulívið í Suðuroynni er
og hevur, við fáum undan-
tøkum seinastu tíggjuára skeið-
ini, verið merkt av konserva-
tivari siðbundnari hugsan. Um
Suðuroyarætlanin skal gerast
veruleiki, krevst ein menning
fram móti vitanarsamfelagnum,
og framleiðsla av vørum, við
nógv størri vitanarinnihaldi enn
vit síggja í dag. Sambært viðtøk-
unum fyri Suðuroyarætlanina,
fara siðbundnar vørur og hug-
skot ikki at fáa stuðul, einans
nýhugsan, og tað veri seg innan
fiski- og alivinnu, ferðavinnu
ella heilt nýggjar alternativar
vinnur.
U
m Suðuroyarætlanin verður
til nakað ella ei, so skal
henda gongdin setast í verk.
Men tað krevur professionali-
sering og harvið fakliga kompe-
tent og vælútbúgvin fólk. Bert
ein samlað kommuna í Suður-
oynni fer at hava orku til at
skapa neyðugu karmarnar.
Hesir karmar eru m.a størv
innan tænastu og ráðgeving,
upplagt hevði verið at sett ein
vinnustjóra og ein ferðavinnu-
samskipara. Eisini kundi hugs-
ast at sett djóralæknar, lívfrøð-
ingar og PR/mentanarkoordi-
natorer í starv – ja, hvat veit eg.
Ein stór kommuna hevði eisini
betur megnað at eftirspurt eitt-
nú sjálvstøðugum verkfrøðing-
um, arkitektum, løgfrøðingum,
grannskoðarum, kt-virkjum
v.m. Fyri at fáa eina synergi-
effekt, átti kommunan at bygt
eitt vinnuhús, so stórur partur
av nevnda virkseminum kundi
samlast undir einum taki. Við
einum dynamiskur vinnustjóra
á odda og grønum ljósi frá
landspolitiskari síðu fyri
Suðuroyarætlanini (sum so ofta
lovað), høvdu vit í øllum førum
sæð eina góða byrjan.
Við einari kommunu hevði
man komið ótolandi stríðnum
millum kommunurnar í Suður-
oynni til lívs, og politiskar av-
gerðir kundu verðið tiknar til
gangns fyri øll og ikki í innan-
hýsis stríði. Harafturat hevði
ein felags fyriseting gjørt, at
peningur varð spardur, og
nýttur til framskygd vælútbúgv-
in tænastustørv, sum eg áður
havi nevnt. Tey størv, ið óneyð-
uga fyrisitingin hevði latið eftir,
kundu farið í nýtt tænastuvirk-
semi og eina ferðavinnu í
menning og vøkstri.
E
in týdningarmikil treyt fyri
at vit borgarar trívast í
einum samfelagi er, at vit hava
demokratiska ávirkan. Tað eru í
høvuðsheitinum tvær síður av
einum lokaldemokratii. Tann
eina er passiv – við at veljarnir
4. hvørt ár kunnu avgera, hvørj-
ir politikarir skulu umboða
okkum í kommunustýrinum.
Um vit ikki eru nøgd við tey
sum sita, hava vit 4. hvørt ár
møguleika fyri at skifta tey út.
Tað er ein grundleggjandi
lógarfestur demokratiskur
rættur, sum ongin kann nerta.
So hava vit hina síðuna, sum er
aktiv – við at borgarnir javnan
verða tiknir við upp á ráð, t.d
luttaka í opnum kjaki og við
almennum fundum, og á tann
hátt eru við til at ávirka avgerð-
irnar hjá sitandi politikarum.
Politikararnir, hinvegin, taka
initiativ til at spyrja borgarnar,
áðrenn teir handla. Men demo-
krati hevur sanniliga sínar
veikleikar, tí tað krevur nógv av
sínum børnum. Um vit seta
okkara egoistisku áhugamál
fram um almen samfelagslig
áhugamál, um vit ikki tora at
luttaka, tí vit ikki kenna okkum
nóg mikil, um vit ókritisk
fylgja populerum loysnum, um
teir valdu politikarnir ikki duga
at skilja politisk áhugamál frá
privatum, vinnuligum og fam-
iljumessigum egináhugamálum,
ella um man sum politikari
tekur onnur fyrilit enn kvalifika-
tiónir við setan av almennum
størvum – so virkar
demokratiið ikki.
F
yri at tilgongdin fram ímóti
samstarvi og kommunu-
samanlegging skal gerast ein
succes, haldi eg tað vera av sera
stórum týdningi, at vit hampa
upp á demokratiið í Suður-
oynni. Og tað er eftir mínum
tykki ein stór mental broyting,
sum skal til. Bara at døma eftir
talinum av kritiskum lesarabrøv-
um – ella hugurin til alment at
úttala seg – so stendur illa til.
Men tað er kanska skilligt, tí
ofta møtir tú bara tungu tøgn-
ini, um tú nýtur tín demokrat-
iska rætt til at úttala teg. Og tá
ein sera týðandi partur av
demokratiinum júst er kjak, er
ein slíkur máti ikki serliga
demokratiskur!
S
uðuroyggin hevur á mangan
hátt brúk fyri, at ein mental
broyting fer fram. Vit mugu
sleppa okkum av við íbygdu
negativu støðuna til nýhugsan.
Vit skulu stýra okkara trongd til
at einsrætta hvønn annan. Vera
minni negativ yvirfyri hvør
øðrum. Vit skulu vera tænastu-
sinnað og hava viljan til at vera
effektiv. Vit skulu vera meiri
demokratisk tilvitað og tollynt.
Vit skulu vera meiri hugaði at
royna nýggj hugskot. Fyrstu
flakavirkini vórðu t.d, í síni tíð,
fyrst skapt sum hugskot í
høvdunum á framskygdum
monnum (og hvør veit – eisini
kvinnum). Í dag skulu vit fáa
nýggj hugskot – men tað
krevur, at vit trúgva upp á tað.
E
g vóni og trúgvi, at eitt stórt
fleirtal av suðringum –
kanska serliga tey, sum hava
børn á stovnum og í skúlum í
dag, altso framtíðin hjá Suður-
oynni - er fyri kommunu-
samanlegging, og sær tað sum
einasta alternativ fyri Suður-
oynna. Eg vóni, at fleirtalið av
suðringum til komandi komm-
unuval, krevur av uppstillaðu
valevnunum, at tey taka undir
við og vilja arbeiða fyri at
Suðuroyggin, sum skjótast,
gerst ein kommuna. Eg vóni, at
veljararnir seta krossin við mest
kvalifiseraðu og engageraðu
valevnini, og eg vóni, at líka
nógvar kvinnur sum menn stilla
upp og verða valdar. Ein samlað
kommuna við kvalifiseraðum
politikarum er bara eitt
minstakrav, um vit skulu gera
okkum hugsanir um at fáa tey
fólk hagar, sum Suðuroyggin so
harðliga hevur brúk fyri, um
oyggin skal mennast – og í
framtíðini - yvirliva.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Konservatisma,
demokratiskt tilvitan og
kommunusamanlegging
Tíðargreinin
tíðargreinin
Kristian Holbæk, Tvøroyri