hósdagur 2. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Tann 13. september
varð sett ein navna
talva við gravsteinin
í gamla kirkjugarði
í Reykjavík yvir
manningini á tofta
sluppini Anna, sum
fórst undir Íslandi í
1924. Frammundan
er ein stórur steinur
á grøvini, men hann
var uttan nøvn
minningarhald
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað hevur verið ein saknur,
at eingi nøvn vóru á upp
runaliga gravsteininum. Ják
up Michael Mikkelsen, upp
kallaður eftir pápanum, sum
var ein av manningini, hev
ur tikið stig til hetta. Eftir at
formell loyvi vóru givin
varð plátan sett á grøvina.
Forlissið hjá Onnu var ein
av teimum mongu sorgarleik
unum hjá føroyskum fiski
monnum, síðan føroyingar
byrjaðu skipsfiskiskap.
Sjálvur kom eg á ein ser
ligan hátt tætt inn at hesi
hending. Í 1999 fór nevndin
í fiskimannafelagnum til
Íslands at vitja systirfelagið
Sjómannasamband Íslands,
har føroyavinurin Óskar
Vigfusson
hevði
verið
formaður í mong ár.
Eg havi sum nógv onnur
altíð vita um tær tvær fiski
mannagravirnar í gamla
kirkjugarði í Reykjavík.
Nevniliga hjá manningini á
Onnu, sum fórst í 1924, og
Acorn, har sjey mans brend
ust til deyða í 1928.
Tí var lagt inn í skránna á
umrøddu ferð kransalegging
á hesar gravir. Við nærri
kanning vísti tað seg, at
hetta ár vóru júst 75 ár liðin,
síðan vanlukkuna við Onnu.
Hetta skapti ein slíkan
áhuga hjá familjunum hjá
teimum, sum fórust við
hesum vanlukkum, at fleiri
teirra komu við til Íslands.
Minningarhaldið
Tískil varð ætlaða kransa
leggingin broytt til eitt
minningarhald.
Í
fyrsta
umfari fyri teir fiskimenn,
sum lógu í hesum kirkju
garði, men annars fyri teir
hundraðtals fiskimenn, sum
høvdu mist lívið við Íslands
strendur, og sum bert fingu
eina váta grøv.
Tað kann tískil vera av
áhuga at greiða frá hesum
minningarhaldi. Tað var
hildið sunnumorgunin 15.
august 1999 kl 10 í fagrasta
summarveðri. Um 100 fólk
vóru til staðar, bæði føroy
ingar og íslendingar. Tað
passaði so væl, at tað var
ein norrøn fiskivinnustevna
í Reykjavík júst tá, og har
vóru føroyingar eisini við.
Eini 20 ættarfólk vóru við.
Av hesum vóru fimm børn
hjá teimum, sum fórust við
Onnu.
Tey vóru Johan Hendrik
Poulsen og Katrina Jensen,
børn hjá skiparanum Theo
dor Poulsen, Kristian Joen
sen, sonur Edvard Joensen,
Jákup Michael Mikkelsen,
pápin kallaðist tað sama, og
Berlina
Olsen,
dóttir
Johannes Poulsen.
Gjørt var eitt hefti við til
fari um vanlukkuna. Her
vóru eisini sangir, sum vóru
sungnir til jarðarferðina,
teir vóru aftur sungnir til
hetta høvi.
Røðarar vóru táverandi
formaður í Føroyar Fiski
mannafelag, formaðurin í
Sjómannasambandi Íslands,
Sævar Gunnarsson, Theo
dor Poulsen fyri tey avvarð
andi á Onnu, Jógvan Mørk
øre í Hósvík fyri tey avvarð
andi á Acorn og Petur Nol
søe frá føroyska sjómans
heiminum í Reykjavík.
Theodor er abbasonur
skiparan á Onnu við sama
navni. Hann nevndi hvussu
hart Toftabygd varð rakt av
hesi vanlukku. Bert á Toft
um vóru fimm einkjur við
20 børnum. Onkur einkja
sat eftir við sjey børnum.
Hann nevndi, at líðingarnar
hjá hesumm kvinnum, sum
sótu eftir kundu vit bert
hugsa okkum til. Tíðirnar
vóru ringar og versnandi,
til fiskaprísirnir fóru í botn
í 1929. At koma undan var
ein kampur hvønn dag.
Tryggingar vóru lítlar og
ongar. Men hesar konur
bardu seg undan og børnini
komu sum heild væl fyri.
Jógvan Mørkøre greiddi
eisini frá, hvussu tey upp
livdu
vanlukkuna
við
Acorn. Greitt varð frá hes
um í samrøðunum vit høvdu
við Dinnufíu Ferjá frá
Gjógv seinasta ár.
Aftaná
røðurnar
vóru
kransar lagdir á gravirnar.
Síðan bjóðaði sjómansheim
ið Ørkin til ein drekkamunn,
har tað vóru eini 80 fólk.
Á vanlukkustaðið
Seinnapartin varð skipað
fyri útferð til Staðarberg
nærindis Grindavík, har van
lukkan hendi. Her vóru eini
40 fólk við. Ein gamal
starvsmaður hjá bjargingar
felagnum í Grindavík, Óli
nevndur, kundi nágreiniliga
vísa á, hvar skipið fórst, og
hvar líkini komu á land. Við
Staðarberg varð eisini sung
in ein sangur og Jákup Mika
el las Faðirvár. Hetta var
eisini ein kensluborin løta.
Aftaná var farið til Grinda
víkar, har sjómannafelagið
og bjargingarfelagið bjóð
aðu til ein drekkamunn.
Um kvøldið bjóðaði FF
til døgurða á sjómansheim
inum, har eini 50 fólk vóru
til staðar. Her vóru eisini
røður hildnar.
Hetta var eitt minniligt
minningarhald,
sum
tey
avvarðandi vóru sera fegin
um. Tey eftirsitandi høvdu
følt tað sum ein sakn ikki at
hava kunnað tikið rættuligt
avskeð við síni kæru, sum
vóru farin. Hesi fingu nú
frið í sálina, um tað kann sig
ast so. Nú føldu tey seg at
hava sagt endaliga farvæl.
Tey, sum skipaðu fyri hes
um tiltaki, vóru eisini fegin
um tað. Her fekk ein rættu
liga kenslu av, hvat fiski
menn og teirra avvarðandi
hava ofrað fyri sítt land.
Á Svangaskarði
FF hevði fíggjað fólk frá
sjónvarpinum at koma við á
ferðini. Tískil varð alt hátíð
arhaldið tikið upp. Tórur
Mikkelsen, sum er abba
sonur ein av manningini,
gjørdi eina sending frá hald
inum, sum varð víst í sjón
varpinum.
Tað var eisini avrátt at
hava eina serliga samkomu
á Toftum, har upptøkan úr
Íslandi skuldi vísast, og
kundi hetta vera eitt fram
hald av minningarhaldinum
í Íslandi.
Henda samkoman varð
hildin 11. september 1999 á
Svangaskarði. Tað visti seg,
at tað var eisini stórur áhugi
fyri hesum tiltaki. Hølið
varð fult og tey vóru eini
250, sum komu.
Aftaná, at filmurin var víst
ur, var orðið frítt. Tað vóru
fleiri sum høvdu orðið og
mintust báðar vanlukkur. Ein
tann mest kensluborna var
hjá Fridu frá Gjógv, sum var
dóttir Jákup Paula Biskupstø,
sum brendist sera illa í síni
úrslitaleysu roynd at bjarga
soninum úr brennandi lugar
inum á Acorn.
Hesa løtuna endaði Johan
Olsen, sum var ein sannur
vinur hjá fiskimonnum alt
sítt lív.
Elsa minnist
vanlukkuna
Tey eru ikki nógv, sum minn
ast hesa hending, nú 84 ár
eru liðin. Men ein er kortini,
og tað er tann 99 ára gamla
Elsa Olsen á Argjum, sum
er ættað av Toftum.
Hon var 14 ára gomul tá
og minnist hetta væl.
Hans, beiggi hennara,
hevði verið við árið framm
anundan og skuldi við aftur.
Men hann var so ringur av
iskias, at hann kundi ikki
fara, og tað bjargaði honum
lívið, og hann kom at liva
sítt fulla lív.
Beiggin Matthias kom at
gerast ein partur av hesum
sorgarleiki. Tey flestu líkini
komu á land og vórðu førd
til Reykjavíkar. Her lógu
nógv føroysk skip inni, og
Matthias var við einum av
teimum. Hann var tískil við
til at eyðmerkja líkini. Tað
hevur verið hart hjá honum
at síggja menn, sum hann
fyri kortum hevði sæð sum
raskar og livandi menn, nú
liggja lík. Allar manningar
nar á føroysku skipunum,
sum lógu inni, vóru við til
jarðarferðina. Ein av teim
um, sum annars skipaði
fyri, var Alfred Petersen,
sum var sjómanstrúboðari í
Íslandi í mong ár.
Harðar lagnur
Her vóru nógvir sorgarleikir
og lagnur, sum Elsa minnist.
Skiparin Theodor Poulsen
av Toftum átti fýra børn.
Kona hansara hevði tveir
beiggjar við. Annar, Olevin
us, doyði frá sjey synum,
sum vóru frá eitt til 13 ára
gamlir. Hetta var sjálvsagt
eina sera trupul støða hjá
mammuni. Fólk vildu fegin
Minningarhaldið fyri manningini á Onnu
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hendan myndin er frá minningarhaldinum í 1999. Hetta eru børn hjá teimum, sum fórust við Onnu, og sum vóru við. F.v.
Kristian Joensen, vanliga kallaður Kidda, Johan Hendrik Poulsen, Katrina Jensen, Jacob Michael Mikkelsen. Frammanfyri situr
Berlina Olsen
Theodor Poulsen, abbasonur skiparan á Onnu við sama navni,
helt røðu fyri tey avvarðandi
Vegna íslendskar fiskimenn
helt formaðurin í
Sjómannasamband Íslands,
Sævar Gunnarsson, røðu