Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2008 19 tíðindi hjálpa. Tey komu ymsa staðni frá og bjóðaðu sær til at taka sær av synunum. Hin beiggin var Edvard. Hann giftist fyrst við Else­ beth Mariu úr Syðrugøtu. Tey fingu eina dóttir, Edda, men mamman doyði í bars­ ilssong. Pápin giftist aftur, men ta gekk so illa við fyrstu føð­ ingini, at bæði kona og barn doyðu. Edvard giftist so aftur triðu ferð og tey fingu ein son. Men tá er tað, at Ed­ vard fer við Onnu og ikki kemur aftur. Tískil misti kona skiparan mannin og tveir brøður, sum allir doyðu frá 13 børnum. Edda sum hevði mist mammuna misti nú eisini pápan, ikki komin til skúlaaldur. Tilsamans vóru sjey einkj­ ur við 29 børnum eftir mann­ ingina á Onnu. Umframt vóru tvey børn á veg. Frásagnir um “Onnu” Í sambandi við hesi hátíðar­ hald komu fram fleiri frá­ sagnir í samband við Onnu. Her skal endurtakast frá­ søgnina hjá Onnu Jacobsen f. Mikkelsen, ættað úr Syðrugøta. Mamma henn­ ara Lena var ættað úr Lor­ vík, og hon misti beiggjan Joen Hendrik. Anna segði soleiðis frá: “Eg kann fortelja, hvat mamma mín fortaldi um tann seinasta dagin, Joen Hendrik, mammubeiggi, var heima. Hetta var, áðrenn hann fór avstað lagnutúrin hjá Onnu. Mamma var tá 13 ára gomul. Joen Hendrik var sera húsligur. Tann seinasta dagin, hann var heima, elti hann breyð fyri ommu, tí hon hevði astma og toldi ikki mjølstøv. Meðan hann elti breyðini sang hann: Hin time i Getsemane, jeg aldrig glemme kan, da jeg i angst og blodig sved så Jesus, Gud og mand. Síðan segði hann við mammu: “Lena, tá ið eg eri farin, tá mást tú elta breyð fyri mammu”. Tá ið hann so skuldi fara avstað, hevði sagt farvæl og var komin út í durin, tá vendi hann inn aftur, tók eina 2 krónu upp úr lumm­ anum, og segði við ommu, at hon skuldi hava hana. Omma svaraði: “Tú manst hava brúk fyri henni sjálvur”, men tá svaraði Joen Hendrik: “Nei, eg havi ikki brúk fyri henni.” So fór hann avstað. Hundurin kendi okkurt Joen Hendrik átti ein hund. Hann var vanur at vera í roykstovuni um náttina. Men náttina millum 3. og 4. apríl vaknaðu omma og mamma av, at hundurin hvein og eymkaði seg so illa og skavaði uppá úthurðina. Omma fór upp at vita, hvat ið feilti honum, men tað sá út, sum vildi hann bara sleppa út. Omma lat so úthurðina upp, og hundurin fór rennandi avstað út á Vík móti Gøtunesi. Hann kom ikki aftur fyrr enn seinna­ partin dagin eftir. Tá var hann útlúgvaður og sat bert og kúrdi. Seinni, tá ið presturin kom at siga teimum, at Anna var burturgingin, tá segði omma, at nú skilti hon, at hundurin hevði vitað, hvat ið hendi. Pápin fekk einki at vita Abbi var eisini við einum øðrum skipi. Tá ið hann kom heim, visti hann ikki, at Anna var burturgingin. Eingin umborð hevði viljað sagt honum tað. Omma máttu tískil siga honum, hvussu vorðið var. Tá høvdu tey mist tveir synir á sjón­ um. Hin fórst við Húsa­ skonnartini. Abbi segði, at hann á túr­ inum skilti, at menninir umborð krógvaðu okkurt fyri sær. Teir stóðu ofta og prátaðu saman, men tá ið hann kom, søgdu teir einki. Hann hevði eisini spurt, tá ið hann var í samband við menn av øðrum skipum, um teir vistu nakað um Onnu og John Bull, sum ein annar sonur var við. Teir vistu um John Bull, men søgdu seg einki at vita um Onnu! Meira millum himmal og jørð? Páll Nolsøe hevur í Føroya Siglingarsøgu hesa frásøgn­ ina: “Í 1924 og 1925 førdi Jákup Andreas á Mýruni úr Syðrugøtu Acorn. Í 1924 er ein maður blivin sjúkur umborð, og teir fara inn við honum. Komnir móti landi verður illveður, so teir máttu lata skipið reka. Um midnátt kemur Jákup Andre­ as upp í stýrihúsið at loysa av bestamannin Poul Huus, eisini úr Syðrugøtu, av. Sum teir standa, verður knappliga ljóst á dekkinum. Teir síggja ein vita kasta ljósið á skipið, og teir síggja brim undir vitanum. Men eftir teirra bestikki skuldu teir als ikki verið nær nøkr­ um vita. Skipið verður tikið undan. Men so skjótt teir høvdu tikið undan hvarv ljósglæman. Teir løgdu til aftur, skattaðu dýpið og fingu ikki botn, og svaraði hetta til bestikkið. Teir lótu skipið reka um náttina, og tá ið tað fór at lýsa fyri degi, fóru teir at sigla til Oyggjarnar. Her kemur bátur umborð, og tá frætta teir um lagnuna hjá Onnu. Vanlukkan var eftir øllum at døma hend júst í teirri løtu, teir sóu ljósglæmuna umborð á Acorn. Ljós á dekkinum Ein frásøgn er av Trøllanesi. Mikkjal í Innistovu av Trøllanesi var við Viðoy undir Íslandi, tá ið Anna fór. Mikkjal kendi teir fimm lorvíkingarnar umborð. Beint fyri midnátt ta nátt­ ina, tá ið Anna fer, síggja teir knappliga ymsa staðni á skipinum fimm bjørt ljós, sum vóru køld at nerta við. Tey kámast sum frá líður og eru slóknað móti morgni. Her var eingin náttúrlig frágreiðing. Við Viðoynni var eisini Óli Jacobsen, sum var beiggi Daniel Jacobsen úr Lorvík, sum var við Onnu. Daniel var ringforlovaður við gentu úr Lorvík, sum seinni giftist til Trøllanesar. Um morgunin verður Óli útpurraður fleiri ferðir. Hann fæst ikki úr koyggjuni, men hevur hug at ilskast um hesa áhaldandi útpurr­ ing. Men tá ið teir á middegi frætta, at Anna er farin, tørnar hann út. Hildið var, at Óli mundi hava kent okkurt á sær. Søgan um Onnu er ein partur av lagnusøguni hjá føroyingum. Tí er ein slík navnapláta eitt gott høvi at minnast aftur á hetta. Hetta kann minna okkum um, at vælferðin í dag ikki er nøk­ ur sjálvfylgja. Fiskimenn og teirra familjur hava gold­ ið dýrt fyri at leggja grund­ arlagið fyri henni. Manningin: Theodor Poulsen, skipari, 39 ár. Eftir sat einkja og 5 børn Hans Edvard Joensen. Eftir sat einkja og 2 børn Sofus Christian Olsen, 30 ár. Eftir sat einkja og 2 børn Jacob Michael Mikkelsen, 30 ár. Eftir sat einkja og 3 børn og tað fjórða var á veg Jens Peter Joensen, 23 ár Jens Jacob Olsen, 19 ár Johan Olevinus Joensen, 43 ár. Eftir sat einkja og 7 børn Allir av Toftum Jacob Oliver Joensen, 23 ár Peter Elias Heinesen, 18 ár Hans Jacob Heinesen, 16 ár Joen Hendrik Olsen, 16 ár Daniel J Jacobsen, 27 ár Allir úr Lorvík Johannes Poulsen, Skáli, 30 ár. Eftir sat einkja og 5 børn Hans Andreas Hansen, Saltnes, 14 ár Poul Anton Jacobsen, Syðrugøtu, 22 ár Hans Meinhardt Simonsen, Strendur, 15 ár Johannes Johnson, Kollafjørð. Eftir sat einkja og 4 børn Á grøvini 13. september 2008. F.v. Ove Heinesen, avvarðandi, Jóan Karl Høgnesen, leiðari á sjómansheiminum, Gunnvør Balle, sendimaður Føroya, og Jákup Michael Mikkelsen. Hann var ikki føddur, tá ið pápin, sum hann er uppkallaður eftir, gekk burtur. Myndirnir frá 2008 eru tiknar av Sámal Bláhamar Minnisplátan við teimum 17 nøvnunum Drekka var á sjómansheiminum aftaná Ein kensluborin løta