Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 189 - 2. oktober 2008 Andlát og jarðarferðir Edith av Fløtum, bú­sit­ andi í Tórshavn, ættað ú­r Porkeri, andaðist á Landssjú­krahú­sinum mánadagin, 84 ára gom­ ul. Kistan fer ú­r Lands­ sjú­krahú­skapellinum hósdagin kl. 17.30. Jarð­ arferðin verður ú­r Ebenezer fríggjadagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Edith, kunnu lata Kristniboðsamband­ inum, Landavegur 98 eina gávu. Konta í pen­ ingastovnunum. Johannes Bjørgheim Rasmussen, Klaksvík, vanliga nevndur Johann­ es í Grótinum, andaðist á Klaksvíkar Sjú­krahú­si 30. september, 71 ára gamal. Sofus Danielsen úr Nólsoy, andaðist á Lands­ sjú­krshú­sinum mána­ dagin, 68 ára gamal. Kist­ an fer av Landssjú­kra­ hú­sinum mikudagin klokkan 15. Jarðarferðin verður ú­r Nólsoyar kirkju hósdagin klokkan 13. Kistan við Benrosu Joensen, Klaksvík, fer ú­r kapellinum á Klaks­ víkar sjú­krahú­si í Christ­ ianskirkjuna mikukvøld­ ið kl. 18.00. Jarðarferðin verður ú­r Christianskirkj­ uni hósdagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Ben­ rosu, kunnu lata Bjarg­ ingarbátinum Ziska eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa Kristense Gåsland, fyrrv. trú­boði í Betania, Skopun, andaðist mána­ dagin 29. september, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður frá samkomuni Klippen, Bremnes, Nor­ eg, fríggjadagin 3.okto­ ber kl. 12 (norsk tíð). Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at okkara góði maður, pápi, verfaðir og abbi Johannes Bjørgheim Rasmussen vanliga nevndur Johannes í Grótinum andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 30. september, 71 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum heim í Christianskirkjuna leygarkvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður sunnudagin kl.13.30. Marianna, Maria, Poul Juul og Hjalti við familju Tey, ið vilja minnast Johannes, kunnu lata eina peningagávu til Hjartafelagið, konta í Norðoya Sparikassa og Eik. Dagurin 3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu við hesum navni. Navnið er Margreta stytt. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi, abbi og langabbi okkara Ernst Wesenberg Samuelsen ættaður úr Klaksvík búsitandi í Hoyvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 29. september, 73 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum í kvøld kl. 19.30. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju, fríggjadagin kl. 15.00. Fyri tey avvarðandi Maria, Johan og Ann Mari v. fam. Tey, ið vilja minnast Ernst, kunnu lata Føroyafelag móti krabbameini eina gávu. Konta í peningastovnunum. Komandi vikuskifti verður møguleiki, at síggja flott­ astu, serligastu, elstu og dýrastu guitararnar í land­ inum, alt á einum stað. Guitarframsýningin 2008 fer at hýsa hesum framú­rskarandi ognunum sum í fleiri førum samla støv heima hjá fólki í Før­ oyum. Fremstu tónleikarar í landinum fara at fram­ føra. Eitt nú­ Guðrið Hans­ dóttir, Kári P, Martin Joen­ sen, Uni R. Debess, Holg­ ar Jacobsen, Lena Ander­ sen og Rasmus Rasmus­ sen. Guitarframsýning verð­ ur í Müllers Pakkhú­si 4.­ og 5. oktober 2008. Opið frá kl. 14 til 20. Atgongu­ merki við dyrnar, kr. 100,­ børn ókeypis. Atgongu­ merki er galdandi báðar dagarnar. Kafé verður eisini, har ið fólk eitt nú­ kunnu keypa sær kaffi, sodavatn og kakur. Skráin fyri framførslurn­ ar. Leygardagin: Holgar Jacobsen kl. 15, Rasmus Rasmussen kl. 16, Martin Joensen 17 og Lena Ander­ sen kl. 18. Sunnudagin: Uni R. Debess kl. 16, Guðr­ ið Hansdóttir kl. 17 og Kári P kl. 18. Yvirskotið av tiltakinum fer til Føroya Felag móti Krabbameini. Guitarfram­ sýningin ’08 Lýsing frá bilasøluni Norröna í 1947 Bilasølan Norröna fór undir sítt virksemi seinast í fýratiárunum. Tað vóru svágrarnir Petur Háberg og Jens Christian Christiansen (Kissa), sum seldu fleiri ymisk bilmerki sum t.d. Standard, Triumph, Simca, Moskwitch, Volga og Plymouth. Umboðsmenninir hildu til í Kristnastovu í Gongini í Havn. Í 1965 gevast Petur Háberg og Kissa at selja bilar, og Reimar Isaksen, ið hevði Akkumulatorvirkið Monty við Grønlandsvegin, yvirtók bilasøluna Norrönu. gomul lýsing Lesið Sosialin - so eru tit við nøvn