hósdagur 2. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2008
29
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg tordi illa at fara á sjúkrahúsið at biðja tey hjálpa mær, tí
tey høvdu heilt vist noktað at taka gipsið av
Allan Mørkøre
U19-kvinnulandsliðið
spældi í gjárkvøldið
sín seinasta dyst
í hesum EM-
undanspælinum. Tær
taptu dystin ímóti
Rumenia 1-4
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki føroysku
U19-kvinnunum
at
fáa
nakað stig við heimaftur til
Føroya, nú tær hava verið
og leikt EM-undankapping
í Portugal.
Eftir tap fyri Noregi og
Portugal, leiktu tær í gjár
ímóti Rumenia. Rumenia
legði seg á odda í fyrra
hálvleiki, men tað eydnaðist
Føroyum at javna til hálv-
leiksstøðuna 1-1 við einum
rumenskum sjálvmáli.
Í seinna hálvleiki legði
Rumenia seg á odda 2-1, og
eftir at Føroyar mundu
javna til 2-2 við frálíkum
skoti á tvørtræið, fór luftin
úr
føroysku
ballónini.
Rumenia fekk tvey mál
afturat, og vann dystin 4-1.
Heili trý av málunum hjá
Rumenia
komu
eftir
hornaspark.
Úrslitini á túrinum
gjørdist sostatt hesi:
Føroyar - Noreg 0-8
Føroyar - Portugal 0-1
Føroyar - Rumenia 1-4
Føroyska ferðalagið verður
aftur í Føroyum í kvøld,
hóskvøldið.
Endaliga avgerðin
var ikki tikin við
evstamark okkara.
Men fyri fyrstu
ferð í 18 ár er líkt
til, at Útvarpið hjá
Kringvarpinum ikki
sendir beinleiðis,
tá Føroyar spæla
undankappingardyst
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani føroyska Útvarpið
sá dagsins ljós í 1957, hava
frásagnir frá fótbólti og ikki
minst fótbóltslandsdystum
verið
fastur
partur
av
innihaldinum.
Fyrstu mongu árini vóru
landsdystirnir
ikki
so
regluligir, men síðani fyrstu
fetini vórðu tikin á altjóða
pallinum, hevur útvarps-
manningin verið fastur part-
ur av ferðalagnum, tá vitjað
hevur verið á leikvøllum
kring alt Europa.
Men eftir øllum at døma
verður Kringvarpið ikki
við, tá føroyska A-landsliðið
tann 15. oktober spælir
seinasta
undankappingar-
dystin í ár. Ein dystur, sum
samstundis markerar endan
av skeiðnum hjá Jógvan
Martini Olsen sum før-
oyskum landsliðsvenjara.
Tá vit í morgun tosaðu
við Anniku Mittún Jacob-
sen, kringvarpsstjóra, segði
hon, at endaliga avgerðin
ikki var tikin, men at
avgerðin verður tikin í dag.
- Men vit koma at senda
dystin í sjónvarpinum, og
har kunnu vit so hava prát
við fólk bæði undan og eftir
dystin, eins og vit koma at
kommentera
dystin
úr
sjónvarpsstudionum. Men
vit umhugsa so, um tað
eisini er neyðugt at útvarpa
dystin.
- Hetta er eitt kringvarp,
og senda vit hendan dystin í
Sjónvarpinum,
so
kann
Útvarpið senda aðrar dystir,
sum vit ikki hava møguleika
at taka niður umvegis
fylgisvein. Tí spurningurin
er eisini, um vit alla tíðina
skulu senda dystir í báðum
støðunum á einum stovni,
sum alla tíðina skal velja,
hvat vit skulu fara eftir.
Men Útvarpið er við
tíðini vorðið mest sum
synonymt
við
fótbólts
landsliðið. Skilir tú tey, sum
kanska reagera eitt sindur
kraftiga, um hetta verður
avgerðin?
- Eg skilji tað væl. Men
hinvegin skilji eg eisini
hugburðin hjá teimum, sum
halda tað vera løgið, at tú
eisini skalt hoyra ein dyst í
Útvarpinum, sum tú sært í
Sjónvarpinum.
So tað er av fíggjarligum
ávum, at tað møguliga verð
ur skorið niður í hesum?
- Tað er so tað, sum vit
sita og viðgera nú. Spurn-
ingurin er, um vit á einum
stovni skulu brúka fleiri
miðlar til at dekka tað sama,
sigur
Annika
Mittún
Jacobsen, kringvarpsstjóri.
Taka
hópin
út í dag
Tað verður ikki fyrr
enn í evstu løtu, at
Karel Brückner, lands-
liðsvenjari hjá Eystur-
ríki, tekur út hópin,
sum skal til Føroya at
dystast.
Tað er tó einki at
ivast í, at tey í Eysturríki
síggja dystin sum ein
møguleika
at
lyfta
landið upp í toppin í
okkara undankapping-
arbólki, eftir at Eyst-
urríki higar til hevur
vunnið stær trý stig í
tveimum dystum.
Eysturríkska lands-
liðið hevur ongan tíð
áður spælt í Føroyum,
men tað hevur Karel
Brückner
tó
verið.
Hann
var
nevnliga
landsliðsvenjari,
tá
Kekkia í 1997 vann 1-0
móti
Føroyum
á
Svangaskarði. Málið ta
ferðina var hitt tiltikna,
tá føroyingar bíðaðu
eftir at fáa bóltin aftur
frá Patrick Berger, men
heldur enn at virða
Fair-Play regluna, byrj-
aði hesin ístaðin álop,
sum endaði við, at
Vladimir Smicer kundi
skjóta einsamalla málið
í dystinum. Og so kann
leggjast afturat, at hetta
var tað nærmasta, sum
Kekkia
kom
einum
stigamissi hesa undan-
kappingina, har teir
vunnu bólkin við full-
um
stigatali.
Hetta
gjørdi veruleiki, tá teir
í
seinasta
dystinum
vunnu 2-0 móti Føroy-
um, og heldur ikki ta
ferðina hendi tað uttan
rok. Partvíst tí ein
framúr væl upplagdur
Todi Jónsson støðugt
bjóðaði allari kekkisku
verjuni av, og partvíst tí
tvídystur millum Pól
Thorsteinsson
og
Patrick Berger endaði
við, at báðir spælararnir
fingu reytt kort.
-mørk
Útvarpa neyvan úr Litava
Taptu eisini seinasta dystin
Tað eydnaðist ikki føroysku U19-kvinnunum at fáa stig við sær, tá tær í vikuni vóru partur av
EM-eundankapping í Portugal
Útvarpsmanningin hevur altíð verið fastur partur av
landsliðsferðalagnum. Men í løtuni er sannlíkt, at hetta ikki
verður so, tá spælt verður í Litava um tvær vikur
Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, frættu vit úr
Kringvarpinum, at ljóð kortini verður sent úr Litava
tann 15. oktober. Sum skilst verður loysnin, at ein
tøkningur og ein frásøgumaður fara við í
landsliðsferðalagnum, og at hesir koma at standa fyri
framleiðslu av bæði ljóði og myndum.
Tá landsliðið spældi í Beograd í seinasta mánaði
hevði Kringvarpið til samans seks mans á staðnum.
-mørk
Broyttu avgerðina