Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 189 - 2. oktober 2008 ] Mál nummar 100 Steven Gerrard kundi halda rundan dag, tá hann bankaði fríspark í netið til 3-0 í Liverpool sigrinum móti PSV. Málið hjá Liverpool-skiparanum var nevnliga hansara mál nummar 100 fyri felagið, sum hann hevur spælt væl omanfyri 300 dystir fyri. Og hóast PSV seinni minnkaði til 3-1, so var talan um gott kvøld á Anfield, har Robbie Keane eisini fekk sítt fyrsta mál, síðani hann í summar skifti til Liverpool frá Tottenham fyri á leið 200 milliónir krónur. Drogba borin út Didier Drogba noyddist skaddur av vøllinum, tá Chelsea í dag spældi útidyst í Transylvania móti rumenska Cluj. At síggja til skeiklaði ivorian knæið, men enn vil Chelsea- venjarin, Scolari, ikki siga nakað um, hvussu álvarsligur skaðin er. - Læknin hevur ikki svarað telefonini enn, so eg veit ikki. Men skaðar koma av og á fyri í fótbólti, og so mugu vit fyrihalda okkum til tað, sigur Scolari við ensku miðlarnar. Í kenslubornu uppgerð­ini móti Panathinaikos megnað­i Anorthosis Famagusta enn eina­ ferð­ at fremja eitt satt bragd. Og nú er lið­ið­ á odda í bólki B Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um kenslubornan dag hjá Anorthosis Fama- gosta, sum nú gongur á 99. ári. Upprunaliga var liðið heimahoyrandi í Fama- gusta, men tá turkar gjørdu innrás á Cypros, flutti felagið til Larnaca. Bondini til Grikkaland eru eisini søgulig, tí longu í 1932 varð táverandi forsetin í felagnum fongslaður, eftir at hann hevði flaggað við grikskum flaggi uttan fyri felagshølini. Og hóast fótbóltur á Cypros er ein ítróttagrein, sum væl verður fylgt við, so er tað eisini so, at áhugin fyri stóru griksku feløg- unum er í minsta lagi eins stórur, sum hann er fyri Famagusta og teirra kapp- ingarneytum í cyprisku Premier-liguni. Tá lands- dystir eru á skránni nýta fólk tíðina at hyggja eftir grikkum í sjónvarpinum, heldur enn at fara til tjóðar- vøllin at hyggja at Cypros, og sum heild er hetta tekin um eina tjóðskaparstøðu, har ynskið í nógvar mátar er at knýta tættari samband við Grikkaland. Eisini sum liður í royndunum at sleppa úr turkisku bondunum, sum hava býtt feriuoynna í tvíningar átøkir Eystur- og Vesturberlin á sinni. Hesa ferð við eini lutfalsliga ríkari suðurhálvu, meðan støðan á norðaru hálvuni er at kalla meira neyðarslig. Einasti munurin í so máta er, at ein trygdargeiri er mark heldur enn ein múrur. Fleiri stórspælarar At Anorthosis yvir høvur var við í bólkaspælinum til Champions League, var annars ein sensatión í sjálvum sær. Tað var eisini púrasta óvæntað, at teir vunnu stig í málleysum javnleiki á útivølli móti Werder Bre- men, og fyrrverandi New- castle-spælarin, Temuri Ketsbaia, man í dag hava nakað sum líkist hetjustatus á Cypros, eftir at Pan- athinaikos varð sent heim við ongum mikukvøldið. Eisini hóast Panathinaikos helst eigur fleiri við- haldsfólk á Cypros, enn Anorthosis hevur. Tá hetta er sagt, so hevur Ketsbaia ein hóp, sum væl og virðiliga er verdur at samla uppá. Við monnum sum fyrrvernadi europa- meistaranum, Traianos Dell- as, Savio, sum áður hevur spælt við Real Madrid og Paolo Costa, sum hevur eina fortíð í portugisiskum, italskum og fronskum fót- bólti, er talan um ein hóp, sum er vanur við at standa seg á altjóða pallinum. Og tað gjørdu teir eisini í gjár. Panathinaikos hjálpti kanska til, tá Josu Sarriegi stútaði bóltin í egið net, men kósin gjørdist púra bein, tá Dobrasinovic økti til 2-0 løtu seinni. Pan- athinaikos minkaði um munin við brotssparksmáli frá Salpingdis, men tá Mulla Mohammed økti til 3-1 við lítlum korteri eftir at spæla, var leyst og liðugt hjá cyprisku meistarunum. Messi bjargaði Barca Aðra staðni kring Europa vórðu tó eisini sjey aðrir dystir spældir í gjár. Ein hálv sensatión lúrdi, tá Barcelona vitjaði hjá Shakhtar Donetsk, men við tveimum málum í evstu løtu eydnaðist innskifta Lionel Messi at venda dystinum. Og í heimstaðnum hjá sjálvum Dracula greiva, Transylvania, mátti Chelsea taka til takkar við málleys- um javnleiki móti einum væl stríðandi heimaliði. Anorthosis gjørdi tað aftur Bólkur A vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelseaa 2 1 - 1 - 0 4 0 4 4 2 Cluj-Napoca 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 3 Roma 2 1 - 0 - 1 4 3 1 3 4 Bordeaux 2 0 - 0 - 2 1 7 -6 0 Bólkur B vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Anorthosis F. 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 2 Inter 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 3 Werder Br. 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 4 Panathinaikos 2 0 - 0 - 2 1 5 -4 0 Bólkur C vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Barcelona 2 2 - 0 - 0 5 2 3 6 2 Shakhtar D. 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 3 Sporting L. 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 4 Basel 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 vunnin tapt mál- Bólkur D vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Atletico M. 2 2 - 0 - 0 5 1 4 6 2 Liverpool 2 2 - 0 - 0 5 2 3 6 3 Marseille 2 0 - 0 - 2 2 4 -2 0 4 PSV Eindh. 2 0 - 0 - 2 1 6 -5 0 Bólkur E vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd. 2 1 - 1 - 0 3 0 3 4 2 Villarreal 2 1 - 1 - 0 1 0 1 4 3 Celtic 2 0 - 1 - 1 0 1 -1 1 4 AaB 2 0 - 1 - 1 0 3 -3 1 Bólkur F vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Bayern M. 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 2 Lyon 2 0 - 2 - 0 3 3 0 2 3 Fiorentina 2 0 - 2 - 0 2 2 0 2 4 Steaua B. 2 0 - 1 - 1 0 1 -1 1 Bólkur G vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Arsenal 2 1 - 1 - 0 5 1 4 4 2 Porto 2 1 - 0 - 1 3 5 -2 3 3 Dynamo Kiev 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 4 Fenerbache 2 0 - 1 - 1 1 3 -2 1 Bólkur H vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Real M. 2 2 - 0 - 0 4 1 3 6 2 Juventus 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 3 Borisov 2 0 - 1 - 1 2 4 -2 1 4 Zenit 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 Úrslitini mikukvøldið Cluj-Napoca-Chelsea 0-0 Bordeaux-Roms 1-3 Anorthosis F-Panathinaikos 3-1 Inter-Werder Br. 1-1 Shakhtar D.-Barcelona 1-2 Liverpool-PSV Eindh. 3-1 Atletico M.-Marseille 2-1 Sporting L.-Basel 2-0 FAKTA Sinisa Dobrasinovic hevur júst økt til 2- 0 í heimadystinum hjá Anorthosis móti Panathinaikos Mynd: Polfoto/AP