hósdagur 2. oktober 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2008
37
Síggi í bløðunum, at summ
ir kvøldskúlar bjóða dugna
skaparroynd í sigling! Lat
meg siga beinanvegin, at
eg sjálvur tk dugnaskapar
royndina á vetri 2004/5. Tá
mann tekur hetta skeið, er
luttøkugjaldið høgt. Men
tað eru tó nógv hent vitan
hjá einum, sum dámar
sjólívið, at fáa. Trupulleik
in er bara, at tá man fær
prógvið, er tað ikki vert
eitt tað einasta petti, ikki
eingong tað pappír, tað er
skrivað á, um man ikki
smastundis hevur 12
mánaða siglingstíð.
Tí spyrji eg, hvat mein
ingin hjá kvøldskúlunum
er at bjóða eitt skeið út,
sum man ikki kann brúka
til nakað, uttan at man
hevur siglingstíð?
Og hví gevur tað
almenna loyvi til sovorði?
Tað er jú ikki bíligt, og tað
tekur nógva tíð og orku at
gjørnumføra dugnaskapar
skeið í sigling!
So um tú ætlar at brúka
eitt dugnaskaparskeið, fá
tær so fyrst siglingstíð, tí at
prógvið er bert galdandi í
fimm ár, um tað ikki verð
ur útskrivað til vinnubræv,
sum er neyðugt, um man
skal kunna brúka tað til
nakað!
Ella far aðrastanis t. d.
Klaksvíkar og tak sjómans
skúlan, og tað kostar einki!
Dungaskaparroyndin er ikki til nakra nyttu!
Fuglafjørður
Petur Mohr
Nú skulu bankarnir aftur
hava sín part av skattinum
Fyrsta útkastið til fíggjar
ætlanina fyri 2009 hjá
Tórshavnar Kommunu er
komið. Tíverri prógvar
útkastið, at verandi sam
gonga millum Javnaðar
flokkin og Tjóveldið, er
farin sera lætt um borgar
ans skattakrónur. Eg havi
fleiri ferðir víst á, at um
ikki vend kom í fíggjar
politikkin hjá Tórshavnar
Kommunu, so komu vit
aftur í ta støðu, at lánibyrð
an kom at niðurbinda
kommununa. Tann støðan
er tíverri skjótt veruleiki.
Undanfarnu býráð
gjørdu eitt megnar arbeiði
við at gjalda niður skuld,
og tað eydnaðist so mikið
væl, at kommunan gjørdist
skuldarfrí. Skattapening
urin kom aftur borgarunum
tilgóðar, heldur enn bank
unum. Komandi ár skal
kommunan aftur at gjalda
fyri skuld 9,2 mió.kr. ,
men tað er bara byrjanin,
um verandi samgonga
framhaldandi sleppur at
ráða fyri borgum í
høvuðsstaðnum.
Fyrisitingin økt við 60%
Kommunan hevur seinastu
nógvu árini havt fíggjar
orku til at gera íløgur fyri
umleið 100 mió.kr. um árið,
og um rætt hevði verið
atborið, so hevði henda
upphædd kunna verið økt
til 150 mió.kr. Kommunan
var skuldarfrí, og skattainn
tøkurnar hava verið hægri
enn nakratíð. Men heldur
enn at reka ein varnan
fíggjarpolitikk, tá samfelag
ið er yvirupphitað, hevur
samgongan økt munandi
um allar útreiðslupostar og
hevur harvið koyrt bensin á
bálið. Bara kostnaðin av
fyrisitingini av kommununi
hevur samgongan økt úr
36.3 mió.kr í 2004 til 59,1
mió.kr. í 2009. Tað er ein
øking á 22,8 mió.kr. eftir
fimm árum, ella ein øking á
yvir 60%.
Eingin raðfesting av
íløgum
Stórar útbyggingar standa
fyri framman og er sera
umráðandi, at kommunan
raðfestir komandi íløgur,
so at kommunan fram
haldandi kann veita sínum
borgarum bestu karmar at
virka og liva undir. Tað
ljóðar ótrúligt, men satt er,
at eingin raðfesting av
íløgunum í Tórshavnar
Kommunu er viðgjørd
politiskt seinast fýra árini.
Minnilutin hevur gjørt vart
við, at eingin fimm ára
íløguætlan er gjørd, sum
eigur at verða viðgjørd
saman við fíggjarætlan
unum, men einki nyttar –
eitt heilt valskeið uttan
nakra raðfesting av
íløgum!
9,2 mió. kr. í lánsgjaldi í 2009
býráðslimur
Jan
Christiansen
Rætting um Áland
Í seinnu greinini hjá mær um Áland í
blaðnum fríggjadagin er ein feilur komin í.
Tað verður sagt, at burðartali hjá føroysk
um kvinnum er 2,1 meðan tað er 1,6 í
Álandi. Rætta føroyska talið er 2,5. Hetta
er tískil munandi hægri enn í øðrum
londum í vesturheiminum, har tað hjá
teimum flestu er undir 2.
Óli Jacobsen
viðmerkingar
Sosialurin – blaðið øll lesa!
Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti
miðilin at lýsa í.
Tú kanst lýsa við og uttan mynd.
Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis.
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Selja bilin?
– set hann í Sosialin!
www.sosialurin.fo
Ring og fá
ein prís!
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Góð og bílig dekk
– eisini øll tey
kendu merkini
...og nógvar
spennandi felgur
175/65-14
úr 620,-
195/55-15
úr 775,-
195/65-15
úr 795,-
205/55-16
úr 890,-
205/40-17
úr 965,-
225/45-17
úr 995,-
225/40-18 úr 1.290,-
235/35-19 úr 1.710,-
Prísdømi dekk
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!