Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 189 - 2. oktober 2008 Stutt Sagt Gomul ætt fær uppreisn Hægstirættur í Russlandi hevur tikið ta avgerð, at tann seinasti russiski keis­ arin, Nikolaj II, og húski hansara vóru offur fyri politiskum ágangi, og at tey skulu fáa uppreisn og heiður. Avgerðin er tikin, eftir at skyldfólk hjá keis­ arahúskinum í mong ár hava stríðst fyri at fáa ein tílíkan úrskurð. Nikolaj II, kona hansara Alexandra, teirra fimm børn, lívlækni keisarans og fleiri av teirra tænastu­ fólkum vórðu skotin í býn­ um Jekaterinenburg í russ­ iska uppreistrinum í juli í 1918. Í novembur í fjør segði ein russiskur undirrættur, at talan var um vanlig morð, sum ikki kundu tengjast at politiskum rem­ bingum. Men hægstirætt­ ur kemur til eina heilt aðra niðurstøðu og sigur, at drápini í Jekaterinenburg vóru beinleiðis avleiðing av tí politiska ófriðinum í Russlandi tá. Nikolaj keisari var av Romanov­ættini, og hend­ an ættin hevur fingið eitt slag av einari endurreisn, síðani Sovjetsamveldið datt sundur. Ritt missir undirtøku Tað vakti ans, tá Ritt Bjerregaard gjørdi av at stilla upp til yvirborgar­ stjórastarvið í Keyp­ mannahavn fyri trimum árum síðani, og tað var ikki minst hennara navn, sum gjørdi, at Sosialdemo­ kratarnir fingu 38 prosent av atkvøðunum á komm­ unuvalinum tá. Men nú vísir ein kann­ ing hjá Gallup, at yvir­ borgarstjórin er ikki so væl umtókt longur, og at hon skal als ikki kenna seg trygga, tá val verður aftur næsta ár. Tí sambært kanningini eru tað bara 23 prosent av teimum spurdu í Keypmannahavn, sum ætla sær at velja Sosialdemokratarnar á næsta kommunuvali. Sosialistiski Fólkaflokk­ urin hevur havt sera stóra framgongd í teimum kann­ ingum, sum hava snúð seg um fólkatingsval, men Gallup­kanningin vísir, at flokkurin er eisini mentur sera nógv í Keypmanna­ havn. Í 2005 fekk hann 11 prosent har. Í dag hevði hann fingið 26 prosent. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit eru í hørðum bardøgum í Afghanistan, og tað kann væl gerast verri, áðrenn tað verður betur David McKiernan, generalur útlond Tvey skúlahópdráp innan fyri eitt ár hava fingið finsku politikararnar at end­ urskoða landsins laga­ ligu vápnalóg, sum nú verður herd Í gjár var Anne Holmlund, innanríkisráðhari, í bygdini Kauhajoki og vitjaði vinnu­ skúlan, har ein ungur maður beindi fyri níggju næming­ um og einum lærara tann 23. septembur, áðrenn hann beindi fyri sær sjálvum. Undir vitjanini boðaði hon frá, at myndugleikarnir eru í ferð við at endurskoða vápnalógina, og at ætlanin er at leggja broytingarupp­ skot fyri Ríkisdagin til várs. Hon vildi ikki siga so nógv um uppskotið, men segði tó, at verða broytingarnar samtyktar, verður finska vápnalógin strangari enn ES­reglurnar á hesum øki. Finskir fjølmiðlar siga seg hava skilt, at stjórnin ætlar at gera tað truplari hjá fólki at keypa vápn, og at fólk skulu vera í einum skjóti­ felag í minst eitt ár, áðrenn tey kunnu fáa vápnaloyvi. Finska kriminalløgreglan vil ikki almannakunngera nøvnini á teimum, sum doyðu í hópdrápinum í Kauhajoki, ella hvar tey búðu. Løgreglan hevur bara upplýst, at tey vóru fødd mill­ um 1957 og 1988, og at tey flestu vóru fyrst í 20’árunum. Finsku myndugleikarnir herða vápnalógina 74 senatorar svaraðu ja, tá Senatið í nátt atkvøddi um hjálparpakkan, sum skal hjálpa amerikanska fíggjar­ marknaðinum burtur úr kreppuni ella í minsta lagi avmarka avleiðingarnar. 25 senatorar søgdu nei, og sum væntað vóru teir flestu úr tí republikanska hópinum. Teirra millum var Elisabeth Dole, sum alla tíðina talaði ímóti uppskot­ inum. Hon er kona Robert Dole, sum var forsetavalevni í 1996, og sjálv royndi hon at gerast valevni fýra ár seinni. Tey bæði forsetavalevnini, Barrack Obama og John McCain, vóru komnir til Washington at greiða atkvøðu, og báðir atkvøddu fyri hjálparpakkanum. Tá Umboðsmannatingið feldi hjálparpakkan mána­ kvøldið, vóru tað serliga tey republikonsku umboð­ ini, sum atkvøddu ímóti. Eygleiðarar í Washington siga tað kortini vera merkis­ vert, at 15 av teimum 25 senatorunum, sum atkvøddu ímóti í nátt, vóru republik­ anarar. Við øðrum orðum atkvøddu ein fimtapartur av demokratunum og ímóti og ein triðingur av republik­ anarunum ímóti. Spurningurin er so, hvat Umboðsmannatingið fer at siga, tá tað skal taka støðu til hjálparpakkan í morgin. Eygleiðarar siga, at inni­ haldið í pakkanum er broytt síðani viðgerðina har sein­ ast, men at spurningurin er, hvussu nógvar atkvøður tað kann flyta. Bíða eftir Umboðsmannatinginum Fann klæðini hjá horvnum ævintýrara Fyri einum ári síðani hvarv amerikanski ævin­ týrarin Steve Fossett. Nú eru klæðir hansara funnin Ein maður, sum var farin at spáka í einum runnalendi har norðuri í Kalifornia, hevur funnið klæðir og ymsar lutir, sum eftir øllum at døma stava frá ævintýraranum og rík­ manninum Steve Fossett, sigur CNN. Steve Fossett hvarv á einari flogferð har vesturi í USA fyri einum ári síð­ ani. Sambært løgregluni í Manmoth Lake er lítil ivi um, at klæðini og lutirnir, sum gongumaðurin fann, eru frá Steve Fossett. Tann 63 ára gamli amer­ ikanarin var best kendur fyri síni mongu met í luft­ ini. Millum annað var hann tann fyrsti, sum fleyg rundan um jørðina í ball­ ón. Tað metið setti hann í 2002. Fólk settu brennandi kertuljós uttan fyri skúlan í Kauhajoki Mynd: Polfoto Formaðurin í bankanevndini hjá Senatinum, demokraturin Christopher Dodd, greiðir fjølmiðlunum frá atkvøðugreiðsluni Mynd: Polfoto Steve Fossett hvarv á flogferð í fjør Mynd: Polfoto Í amerikanska Senatinum var eingin ivi, tá uppskotið um at hjálpa fíggjarmarknaðinum kom til atkvøðugreiðslu