hósdagur 2. oktober 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2008
35
Kundu hugsað
sær betri
umstøður
Pensjónistafelagið í Havn hevur 32 ár á baki,
og pensjónistarnir og limirnir vísa felagnum
stóran áhuga. Tó kundu tey hugsað sær betri
umstøður
Pensjónistalív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú heystið er komið, er lív eisini so smátt farið at koma
í felagsskapir av ymsum slagi, sum vanliga hava sítt
virksemi um veturin, ímeðan tey liggja mestsum í dvala
alt summarið.
Ein av hesum felagsskapum er pensjónistafelagið í
Havn, sum nú hevur tikið virksemið uppaftur fyri
veturin.
Felagið plagar at hava regluligar fundir frá nú í sep
tember til síðst í mai.
Pensiónistafelagið í Havn varð stovnað í 1976, og
sostatt hevur tað nú 32 ár á baki.
Pensjónistar hava alla tíðina víst felagnum stóran
áhuga. Limatalið vaks skjótt, og í løtuni eru einir 190
limir í felagnum.
Fólk skulu hava fylt 60 ár fyri at verða limir, men tó
kunnu fyritíðarpensjónistar verða limir, frá tí at teir eru
55.
Limagjaldið er 150 krónur um árið fyri støk og 225
krónur fyri hjún.
Vanliga hittast tey einaferð um vikuna. Á hesum kvøld
unum plaga tey at fáa onkran at siga frá onkrum forvitnis
ligum. Men tey vísa eisini film, umframt at tey spæla
kort og annað og ikki minst, gongur prátið dúgliga.
Av og á vitja tey eisini onnur pensjónistafeløg, og við
hvørt fáa tey eisini pensjónistar ymsa aðra staðni frá at
vitja.
Betri umstøður at føra politikk
Fimm fólk sita í nevndini í pensjónistafelagnum í Havn.
Umframt formannin, Suna Joensen, er nevndin mannað
við Árna Johannesen, Bibi Haraldsen, Finni Johansen
og Fridu Hansen.
Arbeiðið er sjálvboðið, men limirnir eru altíð fúsir at
taka eina hond í, tá ið tað krevst.
Felagið hevur sínar fundir í Losjuni við Tinghús
vegin.
Tey kundu hugsað sær betri umstøður, men við einum
góðum vilja gongur tað, siga tey.
Ein av teimum, sum avgjørt heldur, at pensjónistafelagið
skal hava betri umstøður, er nevndarlimurin, Finnur
Johansen.
Vilt tú taka lívið av einum felag, skalt tú bara geva tí
egin høli at húsast í, segði hann.
Hann vísti á, at í fyrstuni eftir at felagið varð stovnað,
hittust tey á Hafnia í Havn, og tað gav býráðið teimum
fíggjarligan stuðul til.
Á Hafnia fingu tey alt borið upp í hendurnar, og tá ið
kvøldið var liðugt, var onki uppvask og onki upptak at
hugsa um.
Tá fingu vit stundir at hugna okkum og at føra eldra
politikk, segði hann.
Men nú felagið er í egnum hølum, heldur hann, at alt
ov nógv orka fer til at fyrireika, til at baka og til at kóka
drekka og til at taka upp aftaná.
Tí var hansara ynski, at felagið slapp oman aftur á
Hafnia sum skjótast fyri at sleppa undan øllum tí prakt
iska, og so at tey fingu betri umstøður til hugna og til at
føra eldrapolitikk.
Teimum dámar eisini væl at dansa føroyskum dans, so tey fóru eisini upp á gólv
Knút Olsen setti dám á felagssangin við lívligum
harmonikuspæli
Stundir vóru eisini til hugnaligt prát
Felagssangur er ein týðandi táttur av hugnaløtunum hjá
pensjónistafelagnum
Selma Gaard skipaði felagssang