hósdagur 2. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 189 - 2. oktober 2008
Pensjónistar skulu
vera takksamir fyri
sín aldur. Men teir
mugu sleppa at liv.
Ein máti, at gera
lívið liviligari, er at
geva pensjónistum
avsláttur til
mentanarlig tiltøk og
til Rúsuna
Pensjónistalív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Kemur ongin aldur, er
heldur onki lív.
Við hesum orðum skeyt
Sune Joensen, formaður í
pensjónistafelagnum
í
Havn, árið hjá pensiónist-
unum ígongd
Virksemið hjá pensónista-
feløgunum er nógv størst
um veturin, tá ið tey hittast
regluliga, og nú eru tey so
farin undir veturin.
Startskotið
til
veturin
varð latið av í Losjuni nú
eitt kvøldið, har einir 70-80
pensónistar hittust til hugna-
liga samveru, og har tey
fingu ein góðan bita, sungu
felagssang aftur við har-
monikuni hjá Knúti Olsen,
og har tey hugleiddu um
lívið sum pensjónistur.
Sune Joensen helt fyri, at
tað er sjálvandi spell, at
sjúka nívir hjá summum
pensjónistum.
Men hann helt kortini, at
pensjónistar eiga at vera
takksamir fyri aldurin, tí er
ongin aldur, er heldur onki
lív, so einfalt er tað.
Í hesum sambandi fortaldi
hann eina søgu um eina
gamla konu, sum hevði sent
boð eftir lækna, tí hon føldi
seg ikki væl.
- Ja, eg fái so ikki gjørt
tygum yngri, helt læknin
fyri.
- Tað var heldur ikki tað,
eg sendi boð eftir tær til,
svaraði konan hvassliga.
Men so legði hon afturat:
Tú hevur bara at gera meg
eldri!!
Formaðurin í pensjónista-
felagnum helt, at hetta vóru
skilaorð, sum tað var vert at
leggja sær í geyma.
Hetta er ein øðrvísi út-
gáva av gomlu fyndarorðu-
num um, at tað er ikki lætt
at verða gamal, men tað er
bara eitt alternativ, og tað er
altso uppaftur verri.....
Sigvald Kristiansen, sum
er nevndarlimur í landsfe-
lagnum hjá pensjónistunum,
segði, at tað er gott og hevur
stóran týdning fyri eldri
fólk, at pensjónistafeløgini
eru til.
Hann staðfesti, at tað er
ikki neyðugt hjá eldri fólki
at sita heima og kúra, tí tað
er altíð nógv at fara til.
Nú liggur eisini væl fyri
at ferðast, og Sigvald hug-
leiddi um munin, sum var á
nú, og tá ið hann var óviti
og ungur.
- Fyrstu ferð, eg var í
Havn, var eg 12 ára gamal
og fyrstu ferð, eg var av
landinum, var eg 20 ára
gamal.
Og hann var 70, fyrstu
ferð, hann var í USA.
- Nú hava vit ommu-og
abbabørn, sum hava verið í
fleiri londum í Evropa og í
USA, longu áðrenn tey eru
farin í skúla.
Bíligari atgongd
til mentan
Sigvald Kristiansen segði,
at tað er ikki nøktandi, at
eldri fólk bara hava nóg
mikið av pengum til at
yvirliva.
- Vit skulu eisini hava
umstøður til at liva eitt lív,
sum hevur meiri at bjóða
enn mat og klæðir og tak
yvir høvdið.
Eitt nú skulu vit hava
umstøður og ráð at ferðast
og at fara til tiltøk av yms-
um slagi.
Men hann saknaði, at
pensjónistar ikki fáa bíligari
atgongd til mentanartilboð
av ymsum sløgum.
Einaferð, hann var í Lond-
on við einum ferðalagi,
fingu eldri yvir 60 ár, 40%
í avsláttri av atgongumerki-
num.
- Tað hevði verið eitt hug-
skot at sett í gildi her í
Føroyum eisini, so at pen-
sjónistar kundu farið til
konsertir, sjónleikir og
mentanarlig tiltøk av yms-
um slagi, uttan at hugsa um
at hava ráð til tað, helt Sig-
vald Kristiansen.
Hann legði afturat, at
Landsfelagið hjá pensjónist-
unum fer at taka málið upp
í eini roynd at fáa pensjón-
istum avsláttur, tá ið teir
fara til mentanarlig tiltøk.
Avsláttur í Rúsuni
Finnur Johansen, nevndar-
limur í pensjónistafelagnum
legði afturat, at hann kundi
hugsað sær, at pensjónistar
eisini fingu avsláttur í Rús-
uni.
Hann hevði einaferð sæð
eina lýsing, har ein stórur
handil
uttanlands
hevði
ymisk tilboð til viðskifta-
fólkini, men viðskiftafólk í
ymsum aldursbólkum fingu
ymisk tilboð.
- Soleiðis fingu ung húski
við børnum tilboð upp á
blæur, og pensjónistar fingu
tilboð upp á vín.
Tað kundi hann eisini
hugsað sær varð sett í gildi
í Føroyum.
- Tað er ikki fyri at gera
nakrar ónáðir, men tað er
bara, fyri at vit fáa betri
umstøður at liva lívið og at
hava tað gott og stuttligt,
segði Finnur Johansen.
Vit skulu vera takksom
fyri okkara aldur
- Er ongin aldur, er heldur onki lív, so einfalt er tað, staðfesti
Sune Joensen, formaður í pensónistafelagnum í Havn, tá ið
hann skeyt virksemiðsárið hjá teimum ígongd á hugnaligari
samkomu í Losjuni herfyri
Men tað verðsliga verður
heldur ikki gloymt og hetta
kvøldið manglaði onki