hósdagur 2. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2008
33
Daniel Johannes Larsen úr
Porkeri gjørdist í 1889 eina
lærari á Tvøroyri. Skjótt
varð farið at hugsa um at
fáa ein lærara afturat, tí
barnatalið var støðugt vaks
andi. Í 1845 vóru 16 íbúgvar
og tvey húski, í 1855 vóru
43 íbúgvar og seks húski, í
1870 vóru 104 íbúgvar, í
1890 vóru 258 og í 1901
vóru tey 567, sum búðu í
bygdini.
Tað var heldur sjáldsamt
í Føroyum við fast tilsettum
kvinnuligum lærarum tá í
tíðini. Men Tvøroyar fólk
hildu seg framat og fingu
sær Thoru Pálsson úr Havn,
samstundis sum Rasmina
Mortensen kom til Øra
víkarFámjins. Tær báðar
høvdu tikið prógv saman.
Thora var allar dagar kall
að lærarinnan, tí hon var
einsamøll lærarinna á Tvør
oyri tey 33 árini, hon hevði
starv í bygdini, til hon í
1926 fór frá við eftirløn.
Thora Pállson var fødd á
Marknoyri í Vági í 1862.
Faðirin var nólsoyingurin
Vensil Pállson og móðurin
var Hansine Poulina f. Greg
ersen úr Havn. Læraraprógv
fekk hon í Havn í 1893.
Bert kvinnur tóku
læraraprógv
Hetta er einastu árið yvir
høvur, at bert kvinnur hava
tikið læraraprógv.
Bert tvær ferðir fyrr
høvdu kvinnur fingið út
búgving á lærarakúlanum í
Havn. Tað var í 1887, tá ið
fimm av seks próvtakarum
vóru kvinnur og í 1890, tá ið
fýra av sjey vóru kvinnur.
Í 1893 fingu hesar prógv
umframt Thora:
Anna Trondine Joensen,
dóttir Ludda í Dali. Hon
giftist
við
Joen
Paula
Joensen, prentsmiðjustjóra.
Tey fluttu til Noregs.
Marie Magdalene Joen
sen. Hon giftist við Jo
hannes Joensen av Selatrað.
Hon kom í søguna sum tann
einasti lærari í Føroyum,
sum var uppsøgd sum lær
ari, tí hon kom uppí brøðra
samkomuna.
Oluffa Joensen. Hon var
dóttir Klæmint Olsen, kend
ur sýslumaður og politikkari
í Klaksvík. Giftist við Óla
Joensen,
keypmanni
í
Klaksvík. Hon kom ikki at
arbeiða sum lærarinna.
Rasminse Mortensen var
dóttir Heina á Trønni í
Havn. Sum nevnt gjørdist
hon lærarinna í Øravík og
Fámjin. Hon var lærari í
sjey ár. Síðan hevði hon
telefonina, postin og las
lestur i Øravík.
Gjørdist Omma Bu
Thora kom beinanvegin,
hon hevði fingið prógv,
suður á Tvøroyri at vera í
skúlanum saman við Dánjal
Larsen, sum nú varð fyrsti
lærari. Aftaná 1901 arbeiddi
hon saman við Jacob Jacob
sen, sum eisini var úr Havn.
Síðan arbeiddi hon saman
við
skiftandi
fyristøðu
monnum skúlans seinast
við Jørgen Bennedsen.
Hon kom sostatt at fylgja
við skúlans vøkstri sum
tann fasti miðdepilin heilt
til tey fyrstu preliminerprógv
vórðu latin í 1925.
Frammanundan
Thoru
Pálsson høvdu allir lærarar
í Froðbiar sókn verið uttan
sóknarmen,
tveir
teirra
útlendingar. Fólkatalið var,
tá ið hon kom, í rívandi
menning. Her var eitt ungt
og virkið samfelag, og
lærarinnan kom beinanvegin
at vera ein livandi partur í
hesum samfelagi – kanska
eisini av tí, at hon hevði
skyldfólk í báðar ættir í
bygdini. Hon átti tvær
mostrar og fleiri næstringar
í faðirættini. Sjálv hevur
lærarinnan verið eitt livandi
menniskja. Øll tykjast at
vera samd um, at hon dugdi
sera væl at fara við børn
unum í skúlanum, og skjótt
fekk hon kelinavnið Omma
Bu. Hetta dámdi henni væl
og var hon ofta kallað so
bæði í tiltalu og umtalu.
Thora Pállson var tiltikin
fyri sín dugnaskap í hand
arbeiði. Tað lá til fólkaslag
hennara. Fyri genturnar
hevur tað verið ein stórur
fyrimunur, at tær eisini í
skúlanum fingu høvi til at
læra at nýta hendurnar bæði
til at skapa hent pløgg,
prýðiligar lutir og stás.
Eisini aðrar vegir var
lærarinnan
ein
drívandi
máttur í hesi bygd, sum var
full av ungdómi tey nógvu
ár, hon var her. Hon eggjaði
og stuðlaði øllum góðum
tiltøkum, til dømis einum
tónlistafelagi og í øðrum
lagi einum sjónleikarfelagi.
Eina tíð høvdu eini átta
ungfólk, ið høvdu nomið
nakað av musikki aðra
staðni, tikið seg saman, og
lærarinnan var altíð fús at
fáa tey til at halda hendan
góða dugnaskap viðlíka og
at halda konsertir.
Tað vóru fýra ungar
kvinnur og fýra menn, og
tey leiktu á fiól, urgu og
klaver.
Sjónleikirnir vóru júst í
hesum árum nýskrivaðir og
frískir hjá Rasmus Effersøe
og Hans Andreas Djurhuus,
so hetta var eisini for
kunnugt.
Omma Bu legði lag á
sjálva framførsluna, stílaði
fyri
klædnapløggum
og
tílíkum. Hon seymaði sjálv,
um so var neyðugt.
Thora Pállson kom so
leiðis at uppliva framburðs
tíðina á Tvøroyri og sjálv at
seta dám á hana. Tað mestu
tíðina búði hon í hugnaligu
hølum sínum á skúla
loftinum. Ógift var hon og
hevði tí bæði hug og stundir
til at vera millum skyldfólk
og vinir aftaná skúlatíð.
Thora gjørdist heiðurs
limur í Føroya Lærarafelag
í 1925, og hevur hetta verið
ein viðurkenning fyri ar
beiðið hon gjørdi.
Kom aftur til Havnar
Tá ið hon fór frá í 1926, fór
hon til Havnar og bygdi hús
saman við systir síni Svan
hildu og sváginum Georg
Long. Tey áttu Richard
Long, sum var kendur sum
skúlamaður og politikkari.
Men ikki vóru tey saman í
meira enn tvey ár. Omma
Bu andaðist í 1928, og nú
hvíla hesi trý nærum lið um
lið í gamla kirkjugarði í
Havn.
M. S. Viðstein greiðir frá
um Georg Long, at hann
var við í tónleikarlívinum í
Havn saman við Bakar Han
sen, sum skipaði fyri Føroya
fyrstu strúkikvartett saman
við Georg Long, prent
smiðjustjóra, Emil Traber
og Dia við Stein. Hetta er
helst byrjað í 1882.
Georg Hansen arbeiddi
eisini eitt drúgt tíðarskeið
við kórsangi, dúgliga stuðl
aður av Georg Long.
Keldur:
Elgerda Jacobsen:
Skúlaskapur í Froðbiar
sókn
Lærarafólk í Føroyum
Ingrið Sondum
M.S. Viðstein: Horvnar
Havnarmyndir
Thora Pállson:
Fyrsta lærarinna á Tvøroyri
Minst tríggir lærarar av Tvøroyri liggja grivnir í gamla kirkjugarði i Havn. Hans Madsen Nielsen var
dani, sum rýmdi undan krígnum millum Danmark og Týskland í 1864. Ein annar var Jacob Jacobsen,
sum vit fara at umrøða seinni. Hesa ferð greiða vit frá Thoru Pállson
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næstu ferð:
Komandi partur
verður um SkoraPól,
sum var uppsitari hjá
sorinskrivaranum í
Norðadali
THORA PÁLSSON
F. 18. APRÍL 1862
D. 13. OKTOBER 1928
GUD ER KÆRLEIKI
Thora Pállson
Læraraflokkurin 1893 bert við kvinnum. Aftanfyri f.v. Maria
Joensen og Rasmina Mortensen. Frammanfyri: Anna Trondine
Joensen og Thora Pállson. Oluffa Joensen er ikki á myndini
Traber, Georg Long, svágur Thoru, bakar Hansen og Dia við
Stein spæla til konsert í “velgørenheds øjemed.”
Tekning: William Heinesen