hósdagur 2. oktober 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 189 - 2. oktober 2008 ]
Magnus Andreasen og
Nikkel Petersen úr Ørvi
vera við, tá HM fyri ung
í bogaskjóting verður í
Turkalandi í næstu viku
Bogaskjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta skrivar Bogaskjótideild
Føroya á heimasíðu sínari.
Longu tíðliga seinasta vetur
byrjaði miðvís venjing, har
bestu skjúttarnir vórðu funnir,
og tveir teirra, Magnus og
Nikkel, hava nú skotið somikið
væl, at teir lúka kravið, sum
sett varð fyri at sleppa við til
HM.
Skráin
er
fyribils,
men
verður farið úr Føroyum 3.
oktober og heim aftur 13.
oktober.
Fyrsta
kappingardagin
verður skotið á longstu frá
støðunum og næsta dagin
verður skotið á styttru frá
støðunum. Samlaða úrslitið frá
hesum báðum døgunum verður
grundarlag
fyri,
hvussu
skjúttarnir koma at dystast.
Alt eftir, hvussu nógvir
skjúttar eru, verður loyvt í
mesta lagi 128 skjúttum víðari
úr hvørjum bólki.
Føroysku
úttøkukrøvini
vórðu sett eftir, hvussu nummar
32 stóð seg í HM fyri tveimum
árum síðani, og tí verður
vónað, at føroysku skjúttarnir
eru við í fremra bólkinum av
teimum 128, sum skjóta seg til
finaluumførini.
Um vikuskiftið
skipaði Tórshavnar
Súkklufelag fyri FM í
MTB, fjallasúkkling.
Eins og í fjør, bleiv
koyrt uppi við
vakra økið kring
Studentaskúlan í
Hoydølum.
súkkling
Tíðindaskriv
Kappingin var ein sokallað
MTB Criterium kapping.
Hetta merkir at kappast
verður á fjallasúkklu á
einum lítlum strekki. Hesa
ferð bleiv kappast í 45
minuttir, og so skuldu
súkklararnir út á enn eitt
umfar.
Danin Kasper Legård
luttók á fyrsta sinni í
kapping í Føroyum, og
menn vóru spentir hvussu
sterkur hesin súkklari var.
Tíðliga í kappingini løgdu
Høgni Øster og Gunnar seg
á odda. Men á triðja
umgangi dragnaði millum
Høgna
og
Gunnar,
og
hálvan tíma seinni kundi
Gunnar koyra ein tryggan
sigur í hús.
Kári Simonsen var væl
koyrandi og megnaði hann
at koma triðjur á mál.
Gunnar
DahlOlsen
gjørdist eisini FM vinnari í
fjør, og megnaði hann tí at
endurvinna
kappingina
aftur í ár.
Børn sluppu eisini
at royna seg
Børnini kappast í trimum
bólkum, og kappst verður
millum gentir og dreingir.
Sera spennandi var millum
børnini, og serliga var tað
um
2.
plássið
millum
dreingir í bólki III. Jóanis
Albert Nielsen vann tryggan
sigur, men spenningingurin
um hvør gjørdist næstur
øktist sum kappingin leið.
Hjørtur
Ellingsgaard
lá
leingi á øðrum plássi, men
Hjørtur Poulsen minkaði
um munin fyri hvønn um
gang. Hesin bólkur skuldi
súkkkla átta umfør, og í
síðsta
umfari
megnaði
Hjørtur Poulsen at súkkla
seg
fram
um
Hjørtur
Ellingsgaard, sum mátti
taka til takkar við einum
triðja plássi.
Eisini í bólki II var
spenningur. Leingi lá Fríði
Fríðmundsson á tryggur
fremst,
men
Jóhannes
Jóannesson var vælkoyrandi
og nærkaðist í stórum Fríða,
men Fríði helt tørn og vann,
men bert 4 sekund vórðu
millum Fríða og Jóannes.
Ein sera spennandi kapping.
Kappingin var væleydnað
og veðrið av tí besta at
kappast, og tí hevði heilt
fitt
av
súkklarum
og
áskoðarum leitað sær niðan
til Hoydalar at fylgja við
hvussu leikur fór.
Var nóg gomul
Altjóða Olympiska nevndin sigur nú, at einki hald var í
tosinum um, at kinverska fimleikagentan, He Kexin, ikki var
nóg gomul, tá hon vann gull á leikunum í summar. Aldurs
markið fyri at taka lut í OL er 16 ár, og frá fleiri síðum varð
ført fram, at Ke Hexin ikki leyk hesa treyt. Málið er nú
kanna, og altjoða Olympiska nevndin sigur seg hava fingið
haldgóð prógv fyri, at Kexin – eins og fýra aðrar kvinnur
undir illgruna – var nóg gomul til at taka lut á leikunum.
Henke heldur fram
Líkt er til, 37 ára gamli svenski fótbóltsspælarin
Henke Larsson heldur fram at spæla fyri Helsing
borg. Felagið váttar, at tey eru í samráðingum við
Henke um at leingja sáttmálan, sum gongur út í
ár. Annars hava tíðindi verið frammi um, at feløg í
Onglandi hava verið áhuga í gera sáttmála við
veteranin, sum áður hevur spælt fyri feløg sum
Celtic, Barcelona og Manchester United.
Magnus Andreasen og Nikkel Petersen fara í morgin til Turkalands,
har teir taka lut í HM í bogaskjóting
Mynd: www.archery-fo.net
Gunnar endurvann FM
í fjallasúkkling
Kappast varð eisini millum børn, og hesi koyrdu á, so skjótt sum startskotið hevði ljóðað
Mynd: Høgni R. Øster
FM í fjallasúkkling
1 Gunnar DahlOlsen
Høgni Øster
Kári Simonsen
Evald Rasmussen
Kasper Legård
6 Janus Hofgaard
Bólkur I: børn yngri enn 9 ár:
Bartal Dam Gregoriussen
Poul Jóhan á Torvlaðnum
Bólkur II: børn frá 9 til 11 ár, dreingir:
Fríði Weihe Fríðmundsson
Jóhannes Jóannesson
Tóki Bjarnason Poulsen
Bólkur II: børn frá 9 til 11 ár, gentir:
Margit Weihe Fríðmundsdóttir
Bólkur III: børn frá 12 til 14 ár, dreingir:
Jóanis Albert Nielsen
Hjørtur Bjarnason Poulsen
Hjørtur Ellingsgaard
Niels Gilstein Midjord
5 Benjamin Thomassen
ÚRSLIT
Tveir unglingar til HM