fríggjadagur 3. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 190 - 3. oktober 2008
tíðindi
Seinnapartin í gjár
lat Javni ársins herða
klapp. Hetta hava tey
gjørt seinastu fimm
árini og hesaferð fekk
Annika Højgaard tað
Herðaklapp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
»Og okkum dámar tað, og
okkum dámar tað.« Soleiðis
sang og spældi ælabogin
eftir at orkesturstovnarin og
dirigenturin, Annika Høj
gaard, hevði fingið ársins
herðaklapp 2008.
Sjálv var Annika Høj
gaard ovfarin av heiðrinum.
Eg eri málleys, eg haldi
vit fara at siga takk aftur
við at spæla, segði Annika
Højgaard, ið ikki sá út til at
finna røttu orðini.
Eldhuga og
smittandi medferð
Orkestrið ælabogin fyllir
tíggju ár í ár, og Annika
hevur verið leiðari av ork
estrinum líka síðani tað
byrjaði, so tað var ikki
óuppiborið, at hon fekk
ársins herða klapp í ár.
Annika hevur við síni líti
lætnu medferð og smittandi
eldhuga givið starvsfeløg
unum íblástur og eggjan.
Hon hevur við nærlagni, um
sorgan og virðing vant tón
leik fólkið við menningar
tarnið, bæði í ælaboganum
og í øðrum høpi, og givið
teimum lívsgleði og sjálvirð
ing, grundgevur Anna Há
berg, ið handaði Anniku Høj
gaard
herðaklappið
hjá
Javna.
Ælabogin tíggju ár
Jákup Hansen, ið er ein av
limunum í ælaboganum,
segði eisini nøkur orð. Hann
ynskti bæði ælaboganum og
dirigentinum til lukku.
Sigrun Wardum er í stuð
ulsnevndini hjá ælabog
anum. Hon var á ongan hátt
bilsin av, at Annika fekk
herðaklappið
Um Annika ikki var, so
var
ælabogin
ikki
her,
greiddi Sigrun Wardum frá.
Alt í Alt, ein stuttlig løta,
har ælabogin spældi góðar
sangir, og helt føðingardag
á bestan hátt.
Annika fekk ársins herðaklapp
Ælabogin fyllir í ár tíggju ár, og so frægt Annika Højgaard visti, skuldi hon bert í føðingardag
Annika Højgaard visti ikki,
hvat hon skuldi siga, tá hon
hevði móttikið herðaklappið
Jákup Hansen tók eisini
orðið, og ynskti Anniku og
ælaboganum til lukku
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich